Skip to main content

Posts

Dokumentaristiskt hástøkk hjá Suna!

Hatta var ein góð sending. Soleiðis verður onkuntíð sagt samtykkjandi í sjónvarpsstovuni. Tá fleiri í ymsum aldri eru inni, so er tað tekin um dugnaskap at finna fakta, at siga søgur, at handfara tøkni og at duga at síggja móttakara-segmentið, sum marknaðarfólk siga. Rætta sending til røttu tíð. Tað dugdu Suni Merkistein og hansara lið av sjónvarpsfólkum bæði her í landinum og í Noregi í kvøld. Sendingin um dupulta sjalusimorðið í Havn fyri 50 árum síðani er nú farin um alt landið, og hevði Kringvarpið ein teljara, so hevði hann helst sett met í kvøld, so stórur hevur áhugin verið fyri júst hesi sending. Við fakta á borðinum varð skrúvað upp fyri øllum kensluregistarinum. Og júst hetta er kanska hin heilt serliga reportasjutraditiónin hjá Suna, antin tað snýr seg um 66-liðið hjá KÍ, Beatles í Liverpool ella móðurmálið og Merkið. Fyrst at finna hard core fakta, og so at balla alt inn í eitt frásagnarlig fiktiónsamboð, fyrst og fremst samtíðartónleik. Ein metoda, sum ikki hóvar øl

Bressa á terrassu

Í fyrsta summarhitanum í dag havi eg roynt meg sum býflugufotograf á terrassuni. Sum í sanginum um Lítla summarfuglin hjá Bjørn Tidmand í 1968, sveimaði býflugan frá blómu til blómu, so stundir vóru at fokusera á hana, fluguna, so hvørt hon setti seg. Í leitanini á netinum kom eg púra óvæntað fram á upprunan til ssummarfuglasangin, sum Ludvig Brandstrup og Elith Worsing skrivaðu til Tivoli Revyen í 1921. Mangt er hjá flugu at finna. Men hvat var hetta fyri ein fluga? Eftir at hava spurt á Facebook og fingið nøkur boð, skrivaði eg til Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, sum eftir lítlari løtu kundi siga, at hetta var ein  Syrphus torvus  fyrstu ferð lýst av russiska diplomatinum Carl Robert Osten-Sacken í 1875, og á føroyskum kallað Stapabressa . Í yvirliti yvir blómuflugur frá árinum 2000, sigur Jens-Kjeld Jensen at Stapabressa er á flogi frá 21. mai til 10. september.

Summarið komið

Í dag tyktist sum um summarið var komið til Havnar. Klárur himmal og ikki ein ond á Skálatrøð, har bátarnir spegla sær í Vestaru vág. Tað er triði mai og fyrstu ferð í ár, at eg siggi hitamátaran vísa tveysiffraði tøl, heilt upp í 13. Æðurnar svambla framman fyri Westward Ho inni í summarheita krókinum við Høgu kei. Bundnu bátarnir skyggja í øllum litum. Ístaðin fyri at vera til útróðrar, eru teir myndaevni hjá fyrstu ferðafólkunum, sum longu síggjast og hoyrast í býnum. Í ár koma 48 ferðamannaskip á Havnina. Tey plaga at verða førd ekspress í bussi út á bygd, so helst fara vit framhaldandi ikki at síggja nakað til tey í Havn. Í summarhitanum luktar av olju, tað bráar á vágni, onkur hoyrist pumpa bátin, og aðrir starta motorin at hoyra um alt er klárt innan fyrsta summartúr út á fjørðin. Ein gardinubátur kemur inn í Vágsbotn, vendur og leggur at. Hann órógvar stilla vatnið so til pass, at allir litir glógva av nýggjum í brotnu vatnskorpuni. Undur Bryggjubakk

Verður send sum ætlað

Sjónvarpssendingin Ást fjalir lýti , sum varð tikin av skránni, er nú komin aftur á Kringvarpsskránna. Hon verður send í annaðkvøld kl 19:20. Giti, at hetta verður mest sædda føroyska sjónvarpssending. Tað er Suni Merkistein , ið hevur gjørt sendingina, sum varpar ljós á norsku Ann Alfredsen, sum 22 ára gomul varð myrd í Havn tann 17. juni 1967. Fólk flest minnast gentuna og hendingina, onkur tí hon var ein vøkur og nógv umbiðin hárfríðkanarkvinna úr útlandinum, og onnur minnast hendingina tí at húsini, hon búði í, vórðu kallað Víkarhúsið, tí har búðu so nógvar gentur úr Haldórsvík. Í dag eru húsini burtur. Jógvan Sundstein hevði einaferð grannskoðaravirki á somu grund, har Kommunufelagið í dag heldur til.

Burturspilt átak í danskari móðurmálsundirvísing

Tað eg veit, hava kanningar í móðurmálsundirvísing ikki verið gjørdar herheima, enn minni av teimum næmingum, sum tosa annað móðurmál við hús enn tað, ið verður praktiserað í skúlanum og í almenna rúminum. Av og á hevur verið spurt um støðuna hjá donskum, sum í fólkaskúlanum byggir á móðurmálsundirvísing, men í praksis er fremmandamál. Heldur ikki í hesum upplagda krossfelti hevur verið granskað. Men í Danmark hava 6300 næmingar úr 1.-5. flokki verið við í eini móðurmálskanning, sum er gjørd í trimum bólkum í 2013 til 2015. Her er slóð til kanningina. Brúktar hava verið 27,6 mio. kr. til endamálið, sigur kanningarleiðarin, Simon Calmar Andersen frá Institut for Statskundskab á lærda háskúlanum í Aarhus við Berlingske Tidende . Eftir lutakasti hevur ein kontrollbólkur fingið vanliga undirvísing uttan serlig átøk ella fyrilit. Eini bólkurin, sum fekk móðurmálsundirvísing, vóru næmingar í fyrsta flokki í 2014 og 2015. Næmingarnir, sum tilsamans vóru 541, fingu afturt vanligu

Bara ikki her hjá okkum

Fyri 50 árum síðan varð eitt dupultmorð framt í Havn. Eg fylti 10 ár sama dagin og fólk vita, at til denna dag høvdu tey ikki vitað av morði í Havn í 300 ár. Um hesa skakandi hending hevur Suni Merkistein fyri tíð síðan gjørt eina sending í Kringvarpinum at senda til alt landið. Tað er ikki fyri at vera skaðafróður ella gleðast, hvussu kann ein sorgarsøga sum henda verða orsøk til tað, men at leita aftur til hendingina og fáa eina hugmynd av, hvat fór fram, tá ein føroyskur læraraskúlanæmingur skeyt eina norska gentu og síðan seg sjálvan. Umframt javnaldrar, er norska systurin ein kelda, og so tey fáu orðini, sum stóðu í Dimmalætting og ikki í nakrari aðrari føroyskari avís. Tað varð tagt burtur í miðlunum. Hóast eg minnist akkurát hvar dupultmorðið fór fram, so verður hendingin framhaldandi ein kollektiv avnoktan. Í hvussu er í almenna rúminum. Við sakførara, sum umboðar føroysku familjuna, verður sendingin stegða og ikki send Føroya fólki. VP avmyndaði skránna, innan sending

Fyrsti kampingvognur komin

Í morgun komu fyrstu kampistarnir til Kampingplássið Yviri við Strond í Havn. Tey eru úr Fraklandi og standa og njóta útsýnið yvir fjørðin, meðan tey bíða til vetrarlæsti bummurin fer upp. Tey komu tíðliga í morgun, og íslendska flaggið ber boð um, at tey helst fara víðari við Norrønu mikudagin. - Kampingplassið læt upp í morgun klokkan 9, so nú er sæsongin í gongd. Opið er hvønn dag, og hvørt kvøld frá 19 til 20, og altíð tá Norrøna kemur, um tað er kvøld ella nátt, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Torshavn, sum umsitur kampingplássið. - Vit byrjaðu í fjør at hava opið um náttina, tí vit hildu at ferðafólkini fóru at kenna seg meiri vælkomin, um fólk vóru á staðnum, ístaðin fyri bara at koyra inn. Vit hava eisini altíð opið á kunningardiskinum á farstøðini, tá Norrøna kemur. Hetta eru ferðafólkin sera glað um, tí ofta eru ymsir spurningar og ivamál, tá tey koma mitt á nátt, sigur Theresa. - Kampingplássið er sera væl útgjørt við 8 brúsum/wc og hvørt ár v

Brad Paisley um selfi mentan

Hann setur hattin, sum hann vil, countrysangarin Brad Paisley. Nýggja útgávan Love and War er hin fyrsta í hesi sjangru, sum eisini er ein visuell útgáva . Tónleikur við filmi. Og til revsandi sangin selfie#theinternetisforever hevur hann fingið fólk at senda inn sjálvsmyndir og -filmklipp frá løtum og støðum, sum fyrr vóru nevndar í gaman og álvara . Sum eg skilji revsandi útsøgnina hjá Brad Paisley, nú hann hevur sett sjálvsmyndirnar saman, so er enki heilagt longur, enn minni privat. Alt er gaman og einki er álvari. Her eru myndir av jarðarferð, har vit síggja niður í opnu kistuna, og tá ið Paisley setur seg sjálvan inn í filmin, er hann á vesinum, og í speglinum síggja vit hansara beru reyv. Ein country superstjørna sum mentanarligur revsari. Tað var ikki gamalt, fyrr enn nú. Við á nýggju útgávuni hjá Brad Paisley eru Mick Jagger, John Fogerty og Timbaland.

Svenskur filmur til Cannes

Filmstevnan í Cannes kunngerð nú, at svenski leikstjórin Ruben Östlund (f.1974) er boðin til Cannes við nýggja filminum Rutan , sum hevur enska heitið Square.  Filmurin byggir á eina veruliga uttandura listaframsýning í Svøríki. Filmurin er boðin við í almennu kappingarskránna, har gullpálmin er virðislønin. Fyrri filmurin hjá Ruben Östlund var Force Majeur , sum vann Dómsnevndarvirðislønina í Cannes í 2014, og varð vístur í Filmsfelagnum tá. Katja Adomeit, sum er altjóða framleiðari hjá Sakaris Stórá, var ein av teimum, sum framleiddi tann filmin, og eisini henda nýggja Rutan (The Square). Myndin er frá stuttfilminum um eitt ætlað bankarán  Händelse vid bank, sum nýggi filmurin byggir á. Við tíðindasíðuna hjá Svenska Filmsstovninum sigur Ruben Östlund í dag: "Jag har haft det på känn, jag tycker att vi gjort en mycket bra film. Men det var på håret att vi hann klart. Vi har klippt ned ett 400 000 gigabyte stort material till 30 gigabyte. Anledningen till att svaret

Hummarakvøld

Hóskvøldið borðreiddu Hallstein og Sâlik Qivitseq í garasjuni hjá Terja við hummara, sum var tikin saman dag í Kaldbaksfirði. Størru hummararnir, langoustine norvegicus , eru spilllivandi og verða sendir beint á borðið hjá Putin og øðrum viðskiftafólkum í hesum vælbjálvaðu flutningskassunum. Tá ið Christian X kongur vitjaði her á sumri í 1921, vóru fyrstu hummarar settir út á teir føroysku firðirnar. Teir nørdust tó ikki á Trongisvágsfirði, í Vágsfirði, Oyndarfirði og Fuglafirði. Í dag er einki hummaraloyvi sunnanfyri Tangafjørð. Ein frágreiðing hjá Havdirektoratet frá 1937, altso sekstan ár eftir at fyrstu hummarar vóru settir út, staðfestir, at hummarin er nørdur, og er komin fyri seg á teimum firðunum, sum hann heldur til í, í dag. Longu tá kundi sigast, at sunnanfyri Tangafjørð var einki at finna. So botnurin kring Sandoynna og Suðuroynna er also øðrvísi, sanna smakksgranskarar kring borðið, meðan Sâlik spælir nýggjasta grønlendska tónleikin. Væl smakkar, o

Filmsdagar í Felag 20.- 24. september 2017

Saman við Havnar Bio og øðrum úr Havn, fer Filmsfelagið á triðja sinni at skipa fyri Filmsdøgum í Felag 20. - 24. september í ár. Nýtt í ár er barnabio og eldrabio. Vístir verða nýggir filmar fyri ein bíligan penga, teirra millum nýggi filmurin hjá Aki Kaurismäki, sum á enskum eitur The Other side of Hope, og á donskum hevur fingið heitið Lys i mørket. Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti, eins og allir aðrir filmar, tí teir koma frá donskum filmsútleigarum, ið Havnar Bio hevur samband við. Niðanfyri er finska plakatin og ein still mynd úr nýggja filminum, hjá Kaurismäki, sum saman við danska Lars von Trier man vera best kendi norðurlendski filmsleikstjóri síðan Bergman, ið var føddur í 1918, og sostatt hevði verið verið 100 næsta ár, um hann livdi so leingi.

Eitt ár í myndum

624 myndir frá 89 fotografum komu inn til framsýningina Eitt ár í Føroyum , sum Norðurlandahúsið skipar fyri. Framsýningin við innsendu myndunum letur upp 7. juni, tá ársins mynd eisini verður kosin. Tað yður í myndum kring um okkum, og hvør einasta mynd sigur eina søgu, sigur Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi í dag. Til Summarframsýningina í 2017 hevur Norðurlandahúsið savnað ørgrynnu av fotomyndum, tiknum í Føroyum farna árið, millum flaggdagarnar 2016 og 2017. Her sleppa tær at siga hvør sína søgu, og saman eina stóra felagssøgu, sigur fyrireikarin. - Øll, ið hava hug at siga sína egnu søgu ella okkara felags samtíðarsøgu, eru vælkomin at taka lut. Hvat hendir eitt ár í Føroyum? Hvat gera vit? Hvat gleðir okkum og hvat ræðir okkum? Náttúra og mentan. Børn og djór. Gerandisdagur og høgtíðir. Politikkur og trúgv. Bygdarlív, býarlív og sjóliv. Familjulív og arbeiðslív. Veður og vindur. Og alt tað, vit ikki kunnu seta orð á. Elsta fotomyndin, vit vita um, varð tikin av franskm