Skip to main content

Posts

Í Havn smakka tey ikki mun á bankatoski og øðrum fiski

Regin Winther Poulsen, sum er journalistur hjá Al Jazeera í New York, hevur í dag grein í heiðurskrýndu bretsku avísini The Guardian um føroyska bankatoskin, sum hvarv, og hvat føroyskir lyklapersónar halda um júst henda toskin, hvat hann var eyðkendur fyri, og hví hann mundi hvørva. Ein sjáldsama frálík grein, sum við nærlagni førir okkum út í markleysu verð við okkara bestu vøru, uttan at stranda í donskum jabbaríi úr koloniunum, sum vit altíð enda í, tá ein av móðurlandsins synum, helst nýútbúgvin, verður sendur at vitja og rapportera, sum var tað av einum hermóti, har bara reyvin av fimtu división var at finna.  Í so máta er faktamettaða og rapporterandi greinin í The Guardian eitt risa framstig. Flott! Á Facebook hava longu fleiri funnið yndissetningar í greinini. Sjálvur haldi eg, at mest áhugaverdi og avbjóðandi setningur okkum til innvortis tykt og læru, er setningurin frá skiparanum í Klaksvík:  “He says he is not bothered that the fish he used to catch in the Faroe Bank are

Krimprumputíðir

Í hesum krimprumpuendatíðum, nú einki ber til, hvørki í fótbólti ella journalistikki, er vert at hyggja í hinar heilagu skriftir um Jerúsalems oyðileggilsi, nú alt er um at fara upp í royk júst har, í heilaga landinum. Hyggja vit í kirkjubíbliuna um Jerúsalems oyðileggilsi hjá Matteusi 24:7 , so síggja vit tað margháttliga, at seinastu dagar jarðarinnar skulu verða merktir av at "fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki", sum sæst omanfyri. Victor'sa bíbliutýðing, sum verður brúkt í brøðrasamkomuni, brúkar ikki "fólkaflokkin" í sakralt eskatologiska tekstinum hjá Matteusi um hinar seinastu dagar, sum ganga út frá Jerúsalems oyðileggilsi og heilt út til enda jarðarinnar, men sigur í staðin, at stríðið verður "tjóð móti tjóð", sum sæst niðanfyri. So er spennandi at frætta, um krimprumpuveldið, sum hevur hertikið landið, nú fer at krevja av bispi, at hann ikki skal lesa "fólkaflokkur", sum autoriseraði teksturin sigur, men gera sum brøðurnir o

Málríkur mánadagur

Hetta er Charles de Gaulle í nýggjum fronskum filmi. Bárður Højgaard, sum býr í Lamba, er Mentanar- og ítróttarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu. Hann hevur lisið Upplivingarbúskap á lærda háskúlanum í Aarhus, og er nú farin undir eina spennandi ætlan at vísa film í Løkshøll. Men kravið til filmsúrvalið er heilt serstakt. Heitið er Málríkur mánadagur , sum skal skiljast heilt bókstaviliga, og ikki hevur nakað sum helst við fótbólt at gera.  Annan mánadag í hvørjum mánaði verða úrvaldir arthouse filmar, sum Bárður og Filmsfelagið eru samd um at seta á skrá, vístir almenninginum í Løkshøll. - Flestu filmar, ið koma á føroysku løriftini, eru á enskum ella donskum máli, kann henda øðrum skandinaviskum málum, sigur Bárður.  - Undir heitinum Málríkur mánadagur ynskja vit at ríka um filmsupplivingarnar í Føroyum við at vísa filmar á øðrum máli enn á høvuðsfilmsmálunum um okkara leiðir. Avtala er fingin í lag við útlendskan veitara, ið hevur slíkar filmar sum sergrein, eins og flestu veitarar

Løtur á bygd

Kokkurin á Brimborg, Michael Bjørkær, framman fyri sekkjunum, sum Eirikur á Húsamørk útflytir turkaði toskarhøvd í til Nigeria í Afrika. Sekkirnir eru veggjaprýði uppiá í útbygdu matstovuni við Gøtugjógv, har útsýnið er frítt yvir alla víkina. Dagurin byrjaði við hosuleysum morgunmati á terassuni heima í Tórsbyrgi við útsýni beint á Eystnes og inn í Eysturoynna, har kavi er í fjøllunum. Gott, vit hava tunnil. Saman við góðum vinfólki gekk leiðin í dag til Brimborg við Gøtugjógv.  Brúkarastýrda ummælaratænastan á netinum, Tripadvisor , hevur funnið matstovuna, men enn er einki ummæli, uttan tíggju góðar myndir av rættum, staðseting í Gøtu og hvørji støð, hotell, matstovur og vitjunarverd støð, eru nærindis Brimborg.  Fyrru ferðina, eg vitjaði í matstovuni við Gøtugjógv var fyri tveimum mánaðum síðan, tá eg gav kokkinum, Michael Bjørkær, yvirskriftsheilsanina Karismatisk dynamo í Gøtu . Tá byrjaði eg bloggin rættuliga ovfarin og bilsin av at síggja matstovuna í Gøtu, við hesum orðum: &qu

Miðbýarhundar

Í dag var heitur hundur at fáa í litføgru Deli kioskini hjá Astu í Tinghúsgarðinum, sum er niðanfyri Sparikassagarðin, mitt í g-punktinum, sum onkur hevur kallað fólksliga talarstólin, sum er í havanum hjá G. Her, millum tingið og býráðið, møtist miðbýarfólkið eina fríløtu at fáa sær miðmála. Við heitum hundi í hondini møtast høg og lág at skifta orð um miðbýin, hin gamla, hin verandi og hin komandi, um útistøð, sitipláss og opnar áir, uttan at tosa tað minsta um bilar og parkeringspláss, sum taka tað mesta, nú hann grønkar á vøllinum kring okkum. Miðbýurin er herligur. Fyri fólkið. Heilsufrøðiliga starvsstovan var á vitjan og upplatingin varð nakað seinkað. So varð reytt merki sett á røstu pylsuna, sum eg hevði glett meg mest til. Tí valdi eg mær eina lambspylsu við øllum. Men ikki so nógvan sinnop, tí í veruleikanum dámar mær ikki sinnop, men sum smakklig undirskorð í eini grýtu við stórhvalabúffi við ribs, á glaseraðum svínaryggi ella í heitum hundi, tá dámar mær serstakliga væl ein

Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, um filmin Minari

Foto: Ole Wich Tá Filmsfelagið sýndi virðislønta filmin Minari mikudagin hin 5. mai, innleiddi Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, sýningina við hesum orðum:  Filmurin Minari varð herfyri stóri vinnarin til Oscar-handanina, og hevur hann vunnið 105 altjóða filmsvirðislønir og er í uppskoti at vinna 211 aðrar.  Áhugavert er, at sjálvt navnið á filminum ”Minari” lýsir væl filmin sjálvan, ið snýr seg um ”at flyta”.  ”Minari” er eitt koreanskt orð og merkir persilla, verður sett í nýggja amerikanska jørð, og byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung, ið hevur røtur úr Suðurkorea.  ​Somuleiðis er áhugavert, at ferðandi, flóttafólk ella ”tilflytari” ikki er nýtt fyribrigdi og kanska ongantíð betur kent enn júst í okkara tíð – 2021, og upp gjøgnum søguna hevur menniskjað verið og er framvegis á ferð.  Eisini í ymisku frásagnunum í Halgubók eru flyting, ferðing, útlegd ella hetta at fara í útlegd afturvendani evni.  Ymiskar orsøkir og vónin um eina betri og bjartari framtíð

Nú kemur Skál!

Nú fara biografarnir í gongd aftur og Filmsfelagið bjóðar nýggjan feskan film. Mest áhugaverdur er helst hin føroyski Skál , sum Filmsfelagið frumsýnir týsdagin 25. mai. Fulla heitið á filminum er Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Tað eru Maria Tórgarð og Cecilie Debell, ið hava gjørt filmin, sum er um Daniu O Tausen. Í samrøðu við Birkblog sigur høvuðspersónurin, Dania O. Tausen, hví hon valdi at geva yrkingasavninum hetta heitið, sum so aftur bleiv heitið á filminum: - Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Mari

Klubbin og Tórshøll eru best

Kendi danski ølbryggjarin, Mikkel Bjergsø, hevur aftur verið í Føroyum, hesuferð við nýggju bjórini Iskold Mikkeller Classic, sum hann sæst við á tekjuni á Havnar Klubba. Mikkel er maðurin, ið er upphavið til heimskenda bjórnavnið Mikkeller, ið ferðast um allan heim, og samnevndu barrina í Dandastovu í Havn, har Gullhornið var fyrr , eins og handilin í Gongini. Enn stendur ein vælumtókt bjór á føroysku hillunum við áskriftini Gullhornið, kanska hin besta í landinum, um tær dámar bretska India Pale Ale og beiska smakkin, sum fer móti sitrus.  Nú er ein nýggj bjór komin, Iskold Mikkeller Classic, sum Mikkel nýtti høvið at bjóða fólki í Havn leygarkvøldið, tá hann bleiv limur í Havnar Klubba. Ein munin reyðbrúnari og mjúkari Viennalager við hunangssmakki, uttan at pásetligi beiskleikin hvørvir. Av øllum teim barrum, sum Mikkel og hansara fólk hava vitjað úti í heimi, eru nú tvær í Havn, sum hava hugtikið hann og hansara bjórtoymi, tí tær eru ein heilt serstakur tíðarlummi. Barrirnar eru T

Offurgerð við kúlu

Frálíki myndamaðurin hjá Portalinum, Sverri Egholm, lænti mær í morgun hesa nærmynd av eini grindakúlu, sum eftir drápið í Hvannasundi í gjár, er sett á húkin við innkonumvegin til Klaksvíkar.  Myndin er makthevjandi djevulsk og sipar beint til gamla høvdingasiðin í okkara upprunamentan, har høvdið á tí, sum var við undirlutan, var sett á eitt spjót at flagga, sum aðrar mentanir, ið ikki hava upplivað miðøld, enn praktisera á okkara døgum, og fáa fría atgongd til tess, tí almannagagnligar sjónvarpsstøðir hava skyldu til tess. Siga tær, redaktiónirnar. Sama helt Bjørn Nørgaard, sum í 1970 vildi geva pressuni ein undir vangan við at ofra eina tólv ára gamla ryssu, Røde Fane, úti á frosttaktu fløtuni hjá einum bónda í Hornsherred. Síðan legði hann alt í krukkur, sum vóru tað menniskjalutir klárir at gjøgnumlýsa í einum kanningarrúmi. Konserveraðu lutirnir av separeraðu og aldeilis fremmandgjørdu donsku sláturryssuni, sum einki, og hann endurtók ertandi, aldeilis einki, høvdu við napalmdre

Integratiónsprestur innleiðir Minari í Filmsfelagnum

Mikukvøldið 5. mai fer Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, at innleiða sýningina við Minari í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Oscarvirðislønti filmurin Minari er um eitt koreanskt húski, sum flytir til USA í 1980’unum. Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í USA. Eftir at hava arbeitt hart í California í nøkur ár, flyta tey nú til Arkansas, har Jacob vil verða bóndi og fara undir egið landbrúk. Monica er ikki so fegin um avgerðina, og aftur at byrja eina nýggja tilveru á berum úr einum gomlum húsvogni. Men hon uggar seg við at mamman, Soonja, skjótt kemur at ganga teimum til handa og at vera um børnini. Men hjá húskinum úr Korea er tilveran á bygd í USA ein mangan avbóðandi tilvera, sum tó eisini hevur gleðistundir við sær, treyðugt so.  Minari, sum er koreanskt orð og merkir persilla, sett í nýggja amerikanska jørð, byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung.  Í høvuðsleiklutinum sæst Steven Yeun, sum er kendur úr Burning og sjónvarps røðini The Wal