Í hesum krimprumpuendatíðum, nú einki ber til, hvørki í fótbólti ella journalistikki, er vert at hyggja í hinar heilagu skriftir um Jerúsalems oyðileggilsi, nú alt er um at fara upp í royk júst har, í heilaga landinum.
Hyggja vit í kirkjubíbliuna um Jerúsalems oyðileggilsi hjá Matteusi 24:7 , so síggja vit tað margháttliga, at seinastu dagar jarðarinnar skulu verða merktir av at "fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki", sum sæst omanfyri.
Victor'sa bíbliutýðing, sum verður brúkt í brøðrasamkomuni, brúkar ikki "fólkaflokkin" í sakralt eskatologiska tekstinum hjá Matteusi um hinar seinastu dagar, sum ganga út frá Jerúsalems oyðileggilsi og heilt út til enda jarðarinnar, men sigur í staðin, at stríðið verður "tjóð móti tjóð", sum sæst niðanfyri.
So er spennandi at frætta, um krimprumpuveldið, sum hevur hertikið landið, nú fer at krevja av bispi, at hann ikki skal lesa "fólkaflokkur", sum autoriseraði teksturin sigur, men gera sum brøðurnir og í staðin bróta breyð og næsar og lesa "tjóð", tá komið er at evsta degi og burturrykking er byrjað.
Livst, so spyrst.