Skip to main content

Posts

Frá blogg til podd

Í vikuni gjørdi eg mítt fyrsta poddvarp á skeiði í Námi hjá Dorte Palle og Tor Arnbjørn, sum fyri tveimum árum síðan skrivaðu Podcastbogen , hina fyrstu í Danmark. Tað var ein evarska lítil bundin uppgáva í tveir minuttir, sum eg valdi at loysa við telefonini á gongubrúnni við Bukkevald í Havn eitt kvøldi við lítlum uppgangi.  Dorte hevur egið poddvarp, heimasíðu og Soundcloud, ið er ein ókeypis sýningargluggi, sigur hon. Bæði hava Rakkerpak Productions í Keypmannahavn, tey skipa fyri kveikjandi skeiðum, og við støði í kursistum, sum á okkara leiðum gera poddvarp, hava tey Nordic True Stories gangandi. Magni Høgnesen, sum situr við mína lið, hevur eitt greitt undirvísingarligt sikti, tá hann sigur, at skeiðið í Námi er ein góð samanrenning millum ástøði og uppgávur.  - Tað gjørdi, at eg bleiv noyddur at fyrihalda meg til innihaldið, og slapp at royna meg við tí verkliga. Tað eru ótrúliga nógvir møguleikar við poddvarpi, fyri meg í skúlanum. Tað vildi verið upplagt hjá okkum á Miðnámi á

Eg meldi pass!

Hetta er ikki ein bloggaður tanki um eina bypass operatión av hjartaliga slagnum í Ríkissjúkrahúsinum. Gudhjálpitúmær, nei. Heldur er hetta ein undrandi tanki um, hvussu tað man bera til, at meðan vit hava tveir føroyskt valdar fólkatingslimir, sum báðir eru slopnir so hundraðprosent at mynda formanasskapin í eini fjúrtanpersóna ríkisdelegatión við fimm tænastuskrivarum at ansa eftir Arktis, so eru vit Føroyar, vi Færøerne, aldri meira bypassed enn tað sama. Bypassed í týdninginum forbígingin og so púrasta sett út av spælinum. Umframt, hava vit eisini ein føroyskan fríyrkis journalist á sama útlendska tingi, at siga okkum frá gongdini í fjarlagda ríkinum. Ein undrast, hvar Føroyar eru í heimsmyndini nú, og fyri sovítt eisini seinastu mongu árini, har einki er gjørt við loftrúmið, sum kundi havt verið føroyskt fyri áratíggjum síðan, men enn hendir einki, og útlitini, hóast góðu umboðanina á fyrstu parkett, eru verri enn nakrantíð. Er eingin annar, ið undrast yvir ríkisleiklutin Føroya

Í Havn smakka tey ikki mun á bankatoski og øðrum fiski

Regin Winther Poulsen, sum er journalistur hjá Al Jazeera í New York, hevur í dag grein í heiðurskrýndu bretsku avísini The Guardian um føroyska bankatoskin, sum hvarv, og hvat føroyskir lyklapersónar halda um júst henda toskin, hvat hann var eyðkendur fyri, og hví hann mundi hvørva. Ein sjáldsama frálík grein, sum við nærlagni førir okkum út í markleysu verð við okkara bestu vøru, uttan at stranda í donskum jabbaríi úr koloniunum, sum vit altíð enda í, tá ein av móðurlandsins synum, helst nýútbúgvin, verður sendur at vitja og rapportera, sum var tað av einum hermóti, har bara reyvin av fimtu división var at finna.  Í so máta er faktamettaða og rapporterandi greinin í The Guardian eitt risa framstig. Flott! Á Facebook hava longu fleiri funnið yndissetningar í greinini. Sjálvur haldi eg, at mest áhugaverdi og avbjóðandi setningur okkum til innvortis tykt og læru, er setningurin frá skiparanum í Klaksvík:  “He says he is not bothered that the fish he used to catch in the Faroe Bank are

Krimprumputíðir

Í hesum krimprumpuendatíðum, nú einki ber til, hvørki í fótbólti ella journalistikki, er vert at hyggja í hinar heilagu skriftir um Jerúsalems oyðileggilsi, nú alt er um at fara upp í royk júst har, í heilaga landinum. Hyggja vit í kirkjubíbliuna um Jerúsalems oyðileggilsi hjá Matteusi 24:7 , so síggja vit tað margháttliga, at seinastu dagar jarðarinnar skulu verða merktir av at "fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki", sum sæst omanfyri. Victor'sa bíbliutýðing, sum verður brúkt í brøðrasamkomuni, brúkar ikki "fólkaflokkin" í sakralt eskatologiska tekstinum hjá Matteusi um hinar seinastu dagar, sum ganga út frá Jerúsalems oyðileggilsi og heilt út til enda jarðarinnar, men sigur í staðin, at stríðið verður "tjóð móti tjóð", sum sæst niðanfyri. So er spennandi at frætta, um krimprumpuveldið, sum hevur hertikið landið, nú fer at krevja av bispi, at hann ikki skal lesa "fólkaflokkur", sum autoriseraði teksturin sigur, men gera sum brøðurnir o

Málríkur mánadagur

Hetta er Charles de Gaulle í nýggjum fronskum filmi. Bárður Højgaard, sum býr í Lamba, er Mentanar- og ítróttarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu. Hann hevur lisið Upplivingarbúskap á lærda háskúlanum í Aarhus, og er nú farin undir eina spennandi ætlan at vísa film í Løkshøll. Men kravið til filmsúrvalið er heilt serstakt. Heitið er Málríkur mánadagur , sum skal skiljast heilt bókstaviliga, og ikki hevur nakað sum helst við fótbólt at gera.  Annan mánadag í hvørjum mánaði verða úrvaldir arthouse filmar, sum Bárður og Filmsfelagið eru samd um at seta á skrá, vístir almenninginum í Løkshøll. - Flestu filmar, ið koma á føroysku løriftini, eru á enskum ella donskum máli, kann henda øðrum skandinaviskum málum, sigur Bárður.  - Undir heitinum Málríkur mánadagur ynskja vit at ríka um filmsupplivingarnar í Føroyum við at vísa filmar á øðrum máli enn á høvuðsfilmsmálunum um okkara leiðir. Avtala er fingin í lag við útlendskan veitara, ið hevur slíkar filmar sum sergrein, eins og flestu veitarar

Løtur á bygd

Kokkurin á Brimborg, Michael Bjørkær, framman fyri sekkjunum, sum Eirikur á Húsamørk útflytir turkaði toskarhøvd í til Nigeria í Afrika. Sekkirnir eru veggjaprýði uppiá í útbygdu matstovuni við Gøtugjógv, har útsýnið er frítt yvir alla víkina. Dagurin byrjaði við hosuleysum morgunmati á terassuni heima í Tórsbyrgi við útsýni beint á Eystnes og inn í Eysturoynna, har kavi er í fjøllunum. Gott, vit hava tunnil. Saman við góðum vinfólki gekk leiðin í dag til Brimborg við Gøtugjógv.  Brúkarastýrda ummælaratænastan á netinum, Tripadvisor , hevur funnið matstovuna, men enn er einki ummæli, uttan tíggju góðar myndir av rættum, staðseting í Gøtu og hvørji støð, hotell, matstovur og vitjunarverd støð, eru nærindis Brimborg.  Fyrru ferðina, eg vitjaði í matstovuni við Gøtugjógv var fyri tveimum mánaðum síðan, tá eg gav kokkinum, Michael Bjørkær, yvirskriftsheilsanina Karismatisk dynamo í Gøtu . Tá byrjaði eg bloggin rættuliga ovfarin og bilsin av at síggja matstovuna í Gøtu, við hesum orðum: &qu

Miðbýarhundar

Í dag var heitur hundur at fáa í litføgru Deli kioskini hjá Astu í Tinghúsgarðinum, sum er niðanfyri Sparikassagarðin, mitt í g-punktinum, sum onkur hevur kallað fólksliga talarstólin, sum er í havanum hjá G. Her, millum tingið og býráðið, møtist miðbýarfólkið eina fríløtu at fáa sær miðmála. Við heitum hundi í hondini møtast høg og lág at skifta orð um miðbýin, hin gamla, hin verandi og hin komandi, um útistøð, sitipláss og opnar áir, uttan at tosa tað minsta um bilar og parkeringspláss, sum taka tað mesta, nú hann grønkar á vøllinum kring okkum. Miðbýurin er herligur. Fyri fólkið. Heilsufrøðiliga starvsstovan var á vitjan og upplatingin varð nakað seinkað. So varð reytt merki sett á røstu pylsuna, sum eg hevði glett meg mest til. Tí valdi eg mær eina lambspylsu við øllum. Men ikki so nógvan sinnop, tí í veruleikanum dámar mær ikki sinnop, men sum smakklig undirskorð í eini grýtu við stórhvalabúffi við ribs, á glaseraðum svínaryggi ella í heitum hundi, tá dámar mær serstakliga væl ein

Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, um filmin Minari

Foto: Ole Wich Tá Filmsfelagið sýndi virðislønta filmin Minari mikudagin hin 5. mai, innleiddi Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, sýningina við hesum orðum:  Filmurin Minari varð herfyri stóri vinnarin til Oscar-handanina, og hevur hann vunnið 105 altjóða filmsvirðislønir og er í uppskoti at vinna 211 aðrar.  Áhugavert er, at sjálvt navnið á filminum ”Minari” lýsir væl filmin sjálvan, ið snýr seg um ”at flyta”.  ”Minari” er eitt koreanskt orð og merkir persilla, verður sett í nýggja amerikanska jørð, og byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung, ið hevur røtur úr Suðurkorea.  ​Somuleiðis er áhugavert, at ferðandi, flóttafólk ella ”tilflytari” ikki er nýtt fyribrigdi og kanska ongantíð betur kent enn júst í okkara tíð – 2021, og upp gjøgnum søguna hevur menniskjað verið og er framvegis á ferð.  Eisini í ymisku frásagnunum í Halgubók eru flyting, ferðing, útlegd ella hetta at fara í útlegd afturvendani evni.  Ymiskar orsøkir og vónin um eina betri og bjartari framtíð

Nú kemur Skál!

Nú fara biografarnir í gongd aftur og Filmsfelagið bjóðar nýggjan feskan film. Mest áhugaverdur er helst hin føroyski Skál , sum Filmsfelagið frumsýnir týsdagin 25. mai. Fulla heitið á filminum er Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Tað eru Maria Tórgarð og Cecilie Debell, ið hava gjørt filmin, sum er um Daniu O Tausen. Í samrøðu við Birkblog sigur høvuðspersónurin, Dania O. Tausen, hví hon valdi at geva yrkingasavninum hetta heitið, sum so aftur bleiv heitið á filminum: - Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Mari