Hetta er ikki ein bloggaður tanki um eina bypass operatión av hjartaliga slagnum í Ríkissjúkrahúsinum. Gudhjálpitúmær, nei. Heldur er hetta ein undrandi tanki um, hvussu tað man bera til, at meðan vit hava tveir føroyskt valdar fólkatingslimir, sum báðir eru slopnir so hundraðprosent at mynda formanasskapin í eini fjúrtanpersóna ríkisdelegatión við fimm tænastuskrivarum at ansa eftir Arktis, so eru vit Føroyar, vi Færøerne, aldri meira bypassed enn tað sama. Bypassed í týdninginum forbígingin og so púrasta sett út av spælinum. Umframt, hava vit eisini ein føroyskan fríyrkis journalist á sama útlendska tingi, at siga okkum frá gongdini í fjarlagda ríkinum. Ein undrast, hvar Føroyar eru í heimsmyndini nú, og fyri sovítt eisini seinastu mongu árini, har einki er gjørt við loftrúmið, sum kundi havt verið føroyskt fyri áratíggjum síðan, men enn hendir einki, og útlitini, hóast góðu umboðanina á fyrstu parkett, eru verri enn nakrantíð. Er eingin annar, ið undrast yvir ríkisleiklutin Føroyar í dag?