Í vikuni gjørdi eg mítt fyrsta poddvarp á skeiði í Námi hjá Dorte Palle og Tor Arnbjørn, sum fyri tveimum árum síðan skrivaðu Podcastbogen, hina fyrstu í Danmark. Tað var ein evarska lítil bundin uppgáva í tveir minuttir, sum eg valdi at loysa við telefonini á gongubrúnni við Bukkevald í Havn eitt kvøldi við lítlum uppgangi.
Dorte hevur egið poddvarp, heimasíðu og Soundcloud, ið er ein ókeypis sýningargluggi, sigur hon. Bæði hava Rakkerpak Productions í Keypmannahavn, tey skipa fyri kveikjandi skeiðum, og við støði í kursistum, sum á okkara leiðum gera poddvarp, hava tey Nordic True Stories gangandi.
Magni Høgnesen, sum situr við mína lið, hevur eitt greitt undirvísingarligt sikti, tá hann sigur, at skeiðið í Námi er ein góð samanrenning millum ástøði og uppgávur.
- Tað gjørdi, at eg bleiv noyddur at fyrihalda meg til innihaldið, og slapp at royna meg við tí verkliga. Tað eru ótrúliga nógvir møguleikar við poddvarpi, fyri meg í skúlanum. Tað vildi verið upplagt hjá okkum á Miðnámi á Kambsdali at roynt okkum við einum poddvarpi, sigur Magni, sum vísir mær Zoom upptakaran, ið er teirra amboð.
Hóast mítt amboð er avmarkað til eina iPhone 6, sum longu var stuttlig at seta í kasettuspælaran í 2015, er gongdin frá blogg til podd byrjað. Ein og hvør broyting er góð, eisini um tað er ein konvergerandi transitión, ið leingi hevur verið ávegis, og sum eg hvørki havi fatað, ella bríggjað meg um fyrr enn nú, eg síggi at útvarpsmiðilin er um at anda út.
Í grundini er tað ikki so langt frá at skriva blogg til at rekorda podd. Tað er at lesa tínar tillagaðu tankar upp og leggja teir á ein pall, sum byggir á ljóð til oyra, heldur enn sjón til lestur.
At finna og siga søgur, seta tær í karm, so tær verða viðkomandi hjá øðrum, er í báðum førum støðið, viljin og ætlanin.
Tú flytir teg frá blanka pappírsarkinum til útvarpsljóðið, sum tú við sama slag av útgávuklikki, publish, einum play knappi, kanst gera atkomuligt hjá einum og hvørjum nær sum helst, treytað av at tú ikki krógvar teg aftanfyri ein gjaldsvegg. So steðgar alt, eisini hjá Amatøroyum. Eg lurti ikki eftir teimum longur, hvussu lítið teir so kosta. Fyri mær hava teir krógvað seg. Eitt opið Spotify er í løtuni helst tað rættasta. Podimo er ein annar møguleiki. Har hevur Eydis í Dali poddvarpsrøðina “Stalker - Mit fatale Tindermatch”.
Men hvussu kemst so langt, at tú kanst geva gott poddvarp frá tær, at síggja til fyri einki?
Gratismátin letur bert upp fyri grasrótum, sum ganga so svakliga høgt upp í sítt evni, at tey ikki eru til at halda út at hoyra uppá. Eitt spurnarevni á skeiðnum var, hvørt tað ber til, at leggja seg í kjalarvørrin á einum broadcastara, sum sær nyttuna í at leggja lunnar undir títt egna poddvarp, uttan at tú rættuliga visti av tí? At partarnir kundu nærkast hvør øðrum. Spurningurin er, hvussu finni eg ein sponsor, innan eg leggi árarnar inn og fari á landsliðið, við akkurát mínum valda temapoddi. Sum eina roynd havi eg valt at gera ein ullapodd við støði í nýggju bókini hjá Ásu Hátún “Søgur um ull”, sum verur løgd fram síðsta mánadag í mai. Intro til poddin er “We’re all alone” hjá Bob James. Tor leggur mær lag á, hvussu inngangurin kann verða catchy og tó rættur í mun til innihaldið. Námspoddurin verður arbeiðsheitið. Vælkomin í Námspoddin.
Á skeiðnum hoyra vit um, at í Danmark er hópin av grunnum, sum stuðla podvarpaðum tiltøkum, m.a. “På Tur med Susanna Sommer”, sum RealDania stuðlar, og er um menning av danska býarrúminum í arkitektoniskum høpi. Ein partur í hesi poddvarpsrøð er “Kulturtårnet på Knippelsbro”. Kendi verturin, Morten Resen, er eisini farin at gera “Startup”, ið er poddvarp um at gerast sjálvstøðugur.
- Villigheitin at keypa og rinda fyri hvørt poddvarp í eini avtalaðari røð er rættuliga stór í Danmark, sigur Tor.
Á poddvarpstænastuni, Podimo, er Anne Sofie Allarp, sum fyrr hevur gjørt turrisliga søguligt skúlapoddvarp, men nú hevur saftigu røðina “Skyggekvinder”, ið er samrøður við ungar vælútbúnar kvinnur, sum hóast tær eru giftar, hava fingið sær ein elskara. Tað vilja nógv hoyra um. Í somu temasjangru bjóðar Spotify “Den grå side”, sum er poddvarp við monnum, sum siga morreyðar søgur, lugarprát, ið eru beint fram, og altíð hevur ein sexuellan grundtóna. Tað vilja fólk helst hoyra, og stóru bløðini eru altíð áhugaði at keypa tílíkar røðir.
Á hampuligaru síðuni hevur Dorte Palle gjørt “Corona for børn”, og tveir fyrrverandi útvarpsvertir hava gjørt poddvarpsrøðina “Under nålen”, sum ikki er um gamlar plátur, men um tatoveringar.
Í øllum førum eru tað røðir, poddvarpsrøðir, og ikki einstakar sendingar, ið vertirnir gera við so stórum hepni, at onnur vilja keypa tær og gera tær atkomuligar fyri onnur at hoyra.
- Poddvarpið kann tá heldur lýsast sum navið, snældan og kjarnin, í einum størri tanka, áhuga ella virksemi, heldur enn at verða einasta inntøkukelda, tú burturav hevur tørv á, í forhold eitt til eitt. Tað er meira ein uppmerksamheitsgenerator, sigur Tor um poddvarpið sum miðil á danska arbeiðsmarknaðinum millum miðlafólk og journalistar.
Heiðurskrýnda bókaforlagið Gyldendal ger eisini poddvarp við dugnaligum fakformidlarum, og Ekstrablaðið ger “Bandeland”, sum er nýbrótandi poddvarp í true crime traditiónini. Tintin er eisini umboðaður í drúgvum nørdaligum poddvarpi, serliga útgávan um Kongo, sigur Tor, og nevnir so “Genstart” hjá Danmarks Radio, sum hvønn gerandisdag frá klokkan seks á morgni er fremsta public service tíðindapoddvarp um eitt úrvalt evni í tríogtjúgu minuttir. Bæði hava tey eina spennandi fakliga fortíð í Danmarks Radio, og hava seinni tikið leiðsluútbúgving í Berlin.
Í Danmarks Radio hevur Dorte verið við til at lyfta fram føroyska stakpoddin “Til Lindu”, sum eg heldur vil kalla montasju ella útvarpsbiograf, sum Linda Mortansdóttir gjørdi fyri Third Ear Podcast um tvíburðabeiggjan, Rasmus. Frumsýning, ella rættari hoyring, var í myrkri á Tjóðpallinum í Meiarínum í Havn í oktober 2015.
- Hinvegin er fótbóltsprát vælumtókt í øllum londum, tað er drúgt í forminum, ógvuliga drúgt, men altíð á blettinum, og lurtaraskarin er allastaðni stórur, tí søgan er sum onga aðra staðni drivin av passión, at vera við, og at kenna seg, sum at verða bodnan til borðs og sita væl, hóast tú ongan áhuga hevur fyri fótbólti, og tí av røttum hoyrir heima úti á trappuni. Men passiónin drívur verkið at gera fótbóltspoddvarp, sigur Tor.
Sama er føroyska eyðkennið í “Fótbóltsprátinum” í Útvarpinum mánadag eftir døgurða, og í “Vikuskiftissendingini” fríggjadag, treytað av, at teir eru tveir vertir, har frásøgugleðin er hin sama útvenda, og sum ongantíð líður av niðurgrónum táneglum. Tað er passiónin, ið drívur verkið og ger hesar siðbundnu sendingar til eitt útvarpsligt gullegg, sum vert er at ansa væl eftir, fyri at halda tulkingarfelagsskapinum og formatinum gangandi, hugsi eg fyri meg sjálvan í hesum kveikjandi danska poddvarpspráti við Hoyvíksvegin í Havn.
Sjálvur eri eg uppvaksin í einum medialum landslagi, sum í útvarpslandinum Føroyum hevur mist mest sum allar fastatøkur, tí eingin longur lurtar eftir tí, útvarpinum, uppá tann gamla mátan, sum tey nú royna at kalla flow. Ein ímynd av, at útvarpsmiðilin fyrr fleyt til tín, laiv, her og nú, so hann var ein maktfaktorur í samtíðini, sum tá var, tí øll lurtaðu eftir tí sama og tosaðu um tað sama eisini í kaffisteðginum morgunin eftir. Akkurát tann monolitiska útvarpstíðin, har klokkuslettið 12:20 var heilagt, er nú ein farin tíð. Útvarp er blivi ein kassi, sum stendur í einum horni og larmar til onkur sløkkir. Júst tí, at hann bara larmar.
Sum ein desperat roynd, ein deyðskrampi, hevur verið sagt, at um gomlu útvarpssendingarnar, sum enn eru á skránni, bara fáa ein playknapp í reversið, eftir at tær hava verið sendar í Útvarpinum, og so kunnu takast fram á heimasíðuni hjá stovninum, tá tú sum brúkari hevur hug og stundir at lurta, ja so er gamla goymda útvarpssendingin transformerað til poddvarp. Knappurin ger tað. Knappurin er tað.
Nústani havi eg fatað hesa drúgvu og kompleksu tilgongd at bjarga útvarpsmiðilinum. Harragud, tað snýr seg ikki um annað enn at gera gott útvarp, sum í fyrndini, og samstundis tryggja sær ein pall, ið vil vita av einum. Tað er tað, sum poddvarp er, einki annað enn gott útvarp, ein ljóðmyndalig montasja, har kýnt verður fyri hvørjum ljóði, tí hetta er ljóðbiografur til títt innara oyra, meðan tú kanst sløkkja ljósið og kenna teg, sum vart tú í heimsins størsta biografi, einsamallur í tínum egna blinda oyra. Tað er dagsins poddvarp fyri tey, sum ikki eru vaksin upp við larmandi útvarpskassanum, sum fyrr vildi náa øll við øllum uppá eingang við repeterandi morgunlesturi og løgum øllum dáma til eina og hvørja tíð.
Poddvarp fer inn í títt egna oyra. Tað verður ein persónlig tilognan, tá tað passar tær.
Mest umráðandi er, at framleiðslumøguleikarnir eru á okkara egna máli og til okkara egna marknað, verða so góðir og lagaligir, sum til ber, á føroyskum, sum vit duga, og so at vit finna ein pall, kanska Kringvarpið, at leggja føroyskar poddvarpsrøðir á, siga royndu donsku skeiðshaldararnir. Tað eru bestu ráðini. Og so duga tit eisini at skifta til onnur mál, enn bara føroyskt.
- Jeres redskab skal frisætte jer til at komme igennem til brugeren, siga Dorte og Tor í skeiðshølunum í Námi, og senda okkum at venja inni og úti.
- Spælið við rytmu, tempo, støðgum, sigur Dorte.
- Tað snýr seg um at lata eyguni aftur og hoyra úrslitið, siga tey terapeutiskt.
- Hvussu ljóðar tað, tá tú so trínir eitt fet burturfrá, eru tit trúverdig, eru tit ektað, hava tit eina passión og vil lurtarin vera saman við tykkum?
- Brúkið tykkara mál, tykkara orð, tykkar máta at tosa uppá. Brúkið nýggjar orðamyndir. Ansið eftir slitnum klisjéum, eisini teim úr fótbóltsverðini. Tað eru aðrir lutir at seta fótin á, og halda eygað við, enn bólturin og bara bólturin. Brúkið nýggjar orðamyndir, sum ikki bara eru úr einum og sama høpi. Gerið tykkara egnu orðamyndir. Ansið eftir teimum og goymið tær. Spælið við orðunum. Fremst av øllum - spælið við orðunum.
- Bylgjan við poddvarpi er akkurát byrjað, og alt bendir á ein stóran vøkstur, bæði í lurtaratali og poddvarpum tey komandi árini, sigur Tor. Hann leggur afturat, at poddvarp hóskar væl inn í eina nútímans tilveru, tí tú kanst gera okkurt annað meðan tú lurtar.
- Vit eru eisini sannførd um, at hesin miðil hevur stórar møguleikar í Føroyum. Er man ikki longu farin at gera poddvarp, so er upplagt at byrja at lurta nú, sigur Tor.
Dorte vísur á, at poddvarp er gott í nisjunum, í tí smala og nørduta.
- Tað er ein stórur diversitetur og eitt satt margfeldi í øllum evnunum. Og vit vórðu ógvuliga inspirerað meðan vit vóru í Føroyum. Tit eiga so nógvar fjaldar, ella í minsta lagi ósagdar, søgur, sum bara bíða eftir at verða fortaldar, sigur Dorte eftir kveikjandi skeiðið í Námi.
Takk, Dorte og Tor, fyri hugkveiking og eina styrkta sannføring um, at góði gamli útvarpsmiðilin enn er støðið og álitið í miðvísari føroyskari miðling, eisini um prísurin er at kalla hann poddvarp. Tað skal ikki standa á. Spurningurin er bara, hvør vil framleiða og hýsa eini røð av varpsprettandi føroyskum poddum, so teir fáa eitt lív í almenna rúminum.
Magni Arge, sum arbeiðir við poddvarpi úr stóra reportasjusavninum hjá pápanum, Niels Juel, tók myndina av bloggaranum frammanfyri poddarunum, Tor og Dorte, við eini reyðari hurð ímillum. Hurðin er eingin forðing.