Nú kom áttanda umfar við nýggjum pørtum av Klovn á donsku gjaldsrásini TV2 play. Átta ferðir ein hálvan tíma. Í hesum sjálvsmakkandi fótbóltstíðum havi eg sæð tríggjar teirra. Meðan vit í Føroyum eru nýbyrjarar við sjónvarpsrøðum, seks partar av Trom, sum eingin hevur sæð enn, eru tiknir upp, so eru danir vælsignaðir við elsta filmsframleiðslufelag í verðini - Nordisk Film - sum hevur 115 ár á baki og enn er í gongd uppá gott og ilt. Tað allar ringasta at hava við í tjóðskaparliga filmsferðagóðsinum har í landunum eru fólkakomediurnar, sum óbodnar gera innrás í alt ov nógvum filmum, sum harvið blíva komiskir, uttan at vilja ella vita av tí. Tað er ein filmsk plága í okkara biografum, fólkakomedian. Klovn er altíð á markinum, men hepnast ofta at verða stuttligaru megin eina fólkakommediala roynd at bróta upp úr nýggjum, heilt frá byrjan fyri sekstan árum síðan, og enn halda stílin, hóast stjørnurar í ungdómsdyrkandi realitetinum eldast við somu ferð sum áskoðarin. Røðin er ein situati