David Dushman, hin seinasti av hermonnunum, sum fríaðu fangarnar í týningarleguni Auschwitz 27. januar í 1945, er deyður í München, 98 ára gamal. Tað sigur Israelitische Kultusgemeinde München und Oberbayern, har Dushman var heiðurslimur.
Týski Dushman var av jødiskari ætt og frívilligur hermaður í russiska reyða herinum. Hann visti einki um Auschwitz týningarleguna, tá hann sum 21 ára gamal Panzerfahrer kom til hana í hernaðarvogninum og stýrdi beint á elektriska hegnið.
- Der Mann, der den Zaun von Auschwitz niederwalzte, skrivaðu týsku bløðini, tá tey høvdu samrøðu við hann. Dushman var ein av 69 hermonnum, sum komu livandi gjøgnum kríggið. Hansara herdeild taldi 12.000 menn.
Síðan henda dag hevur minningardagur fyri fólkamorð verið hildin í øllum heiminum.
Dushman, sum eisini var í bardøgunum um Stalingrad og Kursk, fekk fleiri enn fjøruti heiðursmerki fyri avrik í krígnum, sum í Russlandi verður nevnt Stóra Fedralandskríggið.
Seinni í lívinum bleiv hann fremsti olympiski fiktari og venjari fyri Russland, og varð eygnavitni í München í 1972, tá palestinski yvirgangsbólkurin, Svarti September, tók níggju ítróttafólk úr ísraelsku olympisku leguni og drupu tvey. Pápi David Dushman, sum var hernaðarlækni, varð í 1938 burturvístur til eina av mongu sovjettisku arbeiðslegurnar í Sibir, sum Lenin hevði sett á stovn og Stalin brúkti at týna fíggindar. Tíggju ár seinni doyði Dushman eldri í leguni.
Minningardagur fyri Holocaust og onnur fólkamorð verður hvørt ár hildin í Føroyum 27. januar.
Í ár var Skúlin við Streymin vertur fyri tiltakinum, sum varð stroymt til allar skúlar í landinum. Komandi ár verður Skúlin á Tvøroyri vertur fyri tiltakinum, sum verður stroymt av pallinum í Salt.
Tað eru Nám og Amnesty International, sum skipa fyri minningardegnum um Holocaust og onnur fólkamorð, sum er á ársdegnum fyri at Auschwitz varð fríað.