Meðan tað á hásumri verður arbeitt av grimd í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll einaferð stóð, og út eftir smala kantinum undir Bryggjubakka, er Skinnarasker byrgt av - tí ternurnar eiga.
Tað má vera besta burturbragd, avleiðingsmanøvra, í Havnar søgu.
Ikki tí, átakið er framúr, og er ikki sæð fyrr. Í so máta má mann siga, at allur bati bøtur, hóast skeltingin er nakað improviserað.
Men borgarstjórin skal eiga, at hann enn er sami action maður sum fyrr. Framúr fyri Havnina, tí eingin annar arbeiðir fyri hana, Havnina, sum øll elska at hata og eingin verjir, uttan hann.
Men tankin um at verja ternuna, sum reiðrast á ytsta tanga, beint uttanfyri elsta bryggjukantin í býnum, er nú gróðursettur og má førast víðari. Eitt nú við at seta okkum sjálvi, havnarborgaran, í ternunnar stað, so vit verða vard fyri bilum. Heilt av Skinnaraskeri, inn í Vágsbotn og út á Skáltrøð.
Hugsa tær, at borgarin varð vardur fyri bilum á hesi miðhavnsku farleið við kaffistovum, bátum, sølufólkum við fiski og fugli, ókeypis býtisbókum - og ongum bilum!
Hugsa tær, at borgarstjórin í Havn nú hevði dirvið til at seta ikki bara ternuna, men eisini menniskjað í sentrum í framtíðar býarmenning eftir smølu álini fram við bryggjukantinum í hesum parti av Havnini.
Teknistovan hjá Henning Larsen, ið leingi hevur havt føroyskar medeigarar, hevur langt síðan hugsað tankan um, hvussu menniskjað kann taka aftur tey virðismiklu miðbýarpláss, sum bilurin hevur tikið og lagt undir seg hesi farnu hundrað árini og meir. Í besta lagi bara til at parkera, annars bara til at osa og forstýra øll onnur, enn tann eina, sum situr við rattið og tross devilin skal fram, heilt út til Skinnarasker, har ikki slepst longur, er hann í Havn. Hvat sjafførurin skal har úti, er mær enn ein gáta.
Now how about that, Mister Mayor?