Her er Føroyabilurin til øll tálghøvdini mitt fyri ovast í tilboðsúrvalinum í Havn. Hann er umhvørvisvinarligur og koyrir bara uppá litir.
Landelskarin Tóroddur úr kajkioskini á havnarlagnum í Havn er ein støðug inspiratión, hóast hann hevur búð í Keypmannahavn næstan alt tað eg minnist. Eftir nærum hálvthundrað bøkur er hann enn ein ótømandi orkukelda við nýggjum orðum og mjúktsatiriskum sipingum til fyribrigdi í føroyska gerandisdegnum.
Við inngangsorðunum Júst her byrjar dreymurin eru fjøruti spennandi verk at síggja á improviseraðu veggjaplátunum í Perluni, prent, vantlitir og oljupastell. Opið er til og við 18. juni.
Bilisman fyllir mest í løtuni og er ein góður avloysari, ella bara ískoyti til súklurnar, sum mólu í ring. Eitt áminnandi grafiskt mynstur. Ein mantra, kanska lík tí stevi, sum kvøðarar koma í, tá teir eina heila ólavsøkunátt hava dansað í ring og okkurt uttanjarðiskt setur í oyrað.
Men skipini við konteynarum eru nýtt myndaevni, knossandi av dekkinum og heilt til himmals í øllum forbrúkslitum, eitt sindur møðsamt markantari kvadratiskir enn rundleittu bilarnir, ið organiskt skriva seg inn í popp art fatanina av hópframleiddum bilum, sum uttan annað frábrigdi enn litir, og føroyska Merkið, mind you, eru fulkomuliga reindyrkaðir, sum vóru tað eplaprent fyri børn, reindyrkað til júst hetta høvið. Framúr fullgjørt.
Men hølið í Perluni er en undarligur staður. Við síðuna av funktionelt restaureraða og akustiskt góða Reinsaríinum, er Perlan tað bera Fyribilsni, fyri at brúka heitið á nýggjastu útgávuni hjá Tóroddi. Perlan er so fyribils í øllum framtóningum, at hon er trupul at brúka til framsýning við myndlist, sum er í siðbundnari rammu at seta á veggin. Tá eru hølini hjá Steinprenti á Skálatrøð av øðrum slag. Elegant og estetiskt hvílandi í sær sjálvum, uttan at órógva, men við einum ljóskastara, sum henda dag kundi verið bendur rættari á høvuðsmyndina hjá Bárði.
Miðbýurin er spennandi við hesum báðum listaframsýningum, har Tóroddur í míni fatan er avgjørt leiðandi navnið, hóast onnur eru við í Steinprenti. Og gongur tú millum støðini, skalt tú gjøgnum Vágsbotn, har kommunan buldrar og byggir, nú bryggjukanturin fram við sølutorginum undir Bryggjubakka skal víðkast. Men borgarstjórin lovar, at innan ein mánað, í seinasta lagi hin 12. juli, er alt arbeiðið liðugt. Tá valdar aftur friður í Vágsbotni, og fólk kunnu hugna sær, lovar borgarstjórin. Og, sigur hann, nú er bummur settur upp, so bilar uttan ørindi, sleppa ikki at koyra tað absurdu leið úr Vágsbotni og út móti Skinnaraskeri á fýra hjólum longur. Sig so tað.
Eg loyvi mær tann tanka, at framsýningin hjá Tóroddi, har hann so greitt setur brúkaratvungnu føroysku bilismuna ovast á satiriska breddan, ger mun. Eitt mark er fyri, hvussu langt bilisman skal sleppa at ota seg fram í tálghøvdaoyggjum. Hvør í sínum lagi tykjast bæði listamaðurin Tóroddur og borgarstjórin Heðin at verða samdir um júst tað í Vágsbotni í dag. List í Havn ger mun.