Ja, spurt verður í nútið, tí loyniliga vinkonan, Kitty, hevur stolið heimsins kendastu dagbók, hana um Onnu Frank, á minnissavninum í Amsterdam.
Ein filmur, sum verður frumsýndur í Cannes í hesum døgum, er gjørdur um balstýrnu Kitty, sum 70 ár seinni vaknar upp á savninum, har hon hevur brotið inn. Sannførd um at Anna Frank er á lívi, fer hon út í verðina at spyrja flóttar, um tey hava sæð Onnu Frank.
Filmurin er hin fyrsti, sum Anne Frank Fonds í Basel hava stuðlað.
Hvar er Anna Frank er ein annarleiðis og meira hugdjúp missión, enn hon hjá Charles Bronson og Rambo, sum eisini leita, oftast eftir einoygdari hevnd.
Í heimsins kendastu dagbók lesa vit um Onnu Frank, ið varð send til Auschwitz. Minni kend er søgan um foreldrini hjá ísraelska filmsleikstjóranum, Ari Folman, sum sama dag vórðu send í somu týningarlegu.
Folman hevur gjørt ein nútíðar animatiónsfilm um Kitty, hugsaðu vinkonuna hjá Onnu Frank, har hon heldur dagbókina upp móti flóttafólkum og teira støðu í heiminum í dag.
- Hvar er Anna Frank í øllum hesum meldrinum, spyr Kitty, sannførd um, at finna vinkonuna.
Hvar er Anna Frank er ein familjufilmur við 9 ára aldursmarki, sum varir 90 minttir, við enskari, franskari og niðurlendskari talu.
Ari Fohlman hevur fyrr gjørt nógv rósta animatiónsfilmin Vals Im Bashir, har hann fyri vaksnum áskoðarum minnist aftur á tíðina, hann var hermaður í Libanon í 1982.
Hvørt ár kemur nýtt tilfar um Holocaust og onnur fólkadráp.
Danska forlagið Lindemann og Ringhof gav um dagarnar út bókina Skibet fra Helvede við ósagdu søguni um 345 kz flóttar úr Stutthof, sum eftir krígslok reka inn á Møn.
Netflix vísir í hesum døgum Oscarvirðislønta heimildarfilmin frá 1998 The Last Days.
At fólkatýning ikki bara er knýtt at einum fólki, verða vit mint á mest sum hvønn dag.
Serj Tankian, sum spælir bass í System of a Down, hevur lovað abbanum aldri at gloyma fólkamorðið í Armenia. Herfyri helt hann lyftið í sendingini Hard Talk í BBC.
Á undirvísingarportalinum Snar er temasíða um holocaust, sum støðugt verður dagførd við nýggjum tilfari.
Nám skipar hvørt ár fyri Holocaust degi hin 27. januar. Í ár var Skúlin við Streymin vertur fyri einum stroymdum tiltaki, sumsæst á temasíðuni, og næsta ár verður Skúlin á Tvøroyri vertur fyri Holocaust degnum, ið verður stroymt úr Salt til skúlarnar hin 27. januar í 2022.