Skip to main content

Posts

Orð skapa veruleika

Hóskvøldið var ellinta pecha kucha framløga í Føroyum. Hon var í høllini á Føroya Fólkaháskúla í Hornabø, har eg gjørdi fimleik fyri meir enn háltrýss árum síðan, tá henda høllin og smíðstovan í Kommunuskúlanum vóru partar av nýggja Venjingarskúlanum í Havn. Haldi ikki eg havi verið inni í høllini síðan. Tá var ein mynttelefon í gongini tað mest spennandi hjá okkum, sum høvdu størri og betri hug til telefonballadu enn fimleik, fyri ikki um at tala rokning.  Sissal Kristiansen skipaði fyri kvøldinum á Háskúlanum, sum Eyðun Eliasen leiddi okkum trygt ígjøgnum.  Heitið pecha kucha er úr Japan og merkir í besta føri chitchat í skapi av eini fokuseraðari elevatortalu í 20 x 20 sekund um eitt snøgt evni, tú velur, og í ringasta føri babble, ið orðabókin hjá Collins týður sum møsn.  Átta framløgur skulu vera og á hálvari leið er beerbreak við práti millum tey møttu.  Fyri fullsettari høll løgdu hesi átta fram: Annika Helgadóttir Davidsen, um sálarheilsi hjá ungum og fyrst av øllum um at orð s

Ravlitt í Perluni

Um vikuskiftið verður elektronisk sansan og dansan í Perluni niðast í mentanargøtuni í Havn. Dámdi tær stórbara ljóðið frá Jens L. Thomsen við Tjóðsanginum á FMA, so er høvið at hoyra hann aftur í Ravlitt leygarkvøldið. - Ravlitt hevur verid í menning í eina tíð, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Fyrstu Ravlitt-tiltøkini vóru í Sirkus í november, við nøvnum sum Konsørn, EMP og Lasse T. Jæger, sigur Sunneva og útgreinar tankan um tiltakið. - Ravlitt er ein platformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking. Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar uppá at dansa, men eisini tann, sum fokuserar uppá at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, so tað meira perifirera eisini kann koma í fokus. Fríggjakvøldið verður presenterað av Órógv , hvørs mál er ”at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga”, siga fyrireikararnir. Fríggjakvøldsskráin

ListaMeldur

Eftir Jackson Pollock'skari fyrimynd hava berføttir næmingar á Føroya Fólkaháskúla dansað føroyskan dans á einum risastórum gólvlørifti við litpigmentum undir iljunum, og tilsamans gjørt eitt listaverk, sum er hongt upp, og nú fer um allan veggin sum eitt óendaligt áttatal inn í gongina í Námi við Hoyvíksvegin 72, har ListaMeldur er málið. Bárður Dal Christiansen, sum hevur verið lærari, sæst her saman við Hedvig Westerlund-Kapnas, sum er stjóri á Háskúlanum, tá framsýningin varð sett í dag. Dagurin í dag er ikki tilvildarliga valdur, tá umræður myndlist í livandi skúlum. Í dag, mikudag 16. mars, fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum. Háskúlin letur upp framsýning í Námi og ætlanin er, at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendsku skúlunum. Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum

Orsaka, at eg havi logið um kríggið!

Russiski sjónvarpsjournalisturin, Marina Ovsyannikova , sum higartil hevur starvast á Pervyj kanal, Kanal Eitt, sum er hin størsta og fevnir um alt landið, megnaði at skriva við tusj á eitt pappstykki: ”Steðga krígnum. Trúgv ikki propaganda. Tey lúgva fyri tær”. Við boðunum fram fyri seg, eydnaðist henni at koma beint inn í sendistovuna hjá Kanal Eitt, sum akkurát tá sendi tíðindi.  Nú fer myndin um allan heim. Eg deili hana eisini, einføldu myndina. Sama skuldi tú gjørt.  Marina er fødd í Odessa í 1978, mamman er russisk og pápin er úr Ukraina. Á undirvísingarportalinum  Snar  royna tey at skilja gongdina í Ukraina, so støðan kann takast upp í undirvísing og skúlahøpi. Djarvi russiski sjónvarpsjournalisturin heldur fram, og sigur soleiðis í einum bandaðum boðum til altjóða samfelagið: ”Tað, sum fer fram í Ukraina er eitt brotsverk. Russland er eitt aggressivt álopsríki. Ábyrgdin fyri hesum ágangi hvílur á einum persóni: Vladimir Putin. Pápi mín er ukraini og mamma mín er russisk. Tey

FMA er aftur á flogi!

Hesar vóru tær, ið eg varð fegnastur um at síggja sum vinnarar á árliga tiltakinum Faroese Music Awards, sum var í Norðurlandahusinum í gjárkvøldið. Maria Tórgarð og Dania Tausen við ársins video. Tær duga sítt kramm og vita, hvat tær vilja, hóast tær altíð tykjast leitandi, okkara og mentanarbrúkarans vegna. Tá kann tað ikki verða betri. Altíð á ferð og altíð við førningi. Seytjan virðislønir á níggjunda ári. Tað var FMA 2022, enn sum áður undir leiðslu av fryntliga Rólanti Waag Dam. Hátíðarligasta og hjartarøtursnemandi djúpasta løta var tá Jens L. Thomsen teknifiseraði tjóðsangin ”Sublima løtan” ytst úr rúmdini, sum var tað ”An der Schönen Blauen Donau” í samanførandi Rúmdarferðini 2002, sum í einum skurrandi valsi, stig fyri stig, leiddi okkum heimaftur í ljóði og myndaviðspæli, so situatiónsstørt, at tú hvørja løtu væntaði, at hann fór til ukrainska tjóðsangin ella at geva eitt gult-blátt frámerki. Men tað varð við løtuna her hjá okkum og ”Operation Valentine”. Sterkt og nemandi i

Einki kríggj við havnakantin í Runavík

Ein hin mest aktiva kommunan í landinum, Runavíkar kommuna, boðar nú frá, at hon heldur fram at avgreiða russisk skip og áhugamál sum fyrr, og sum um kríggið í Ukraina og staðfestu russisku krígsbrotsgerðirnar har eru aldri hendar, ella eru uttan týdning fyri føroysk vinnumál.  Kommunan upplýsur , at: "Í vikuskiftinum kemur ”Kapitan Demidenko” á Runavík fyri at umskipa veiðuna umborð á farmaskipið “Silver Storm”. “Ester” sleipar “Baltiyskaya Kosa” til lands vegna maskinbrek og “Mekhanik Sergey Agapov” er eisini væntandi ein av fyrstu døgunum. Skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi eftir tvílandaavtaluni, sum hevur verið galdandi millum Sovjet/Russland og Føroyar síðan fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar 1. januar í 1977." Kommunan, sum í dag er ein langur kaikantur, rættvísger framhaldandi samstarvið við krígstjóðina Russland við hesum orðum: ”Yvirhøvur hevur verið tøgn um málið síðan. Ikki eitt orð úr samgongu tíansheldur úr andstøðu og ikki eitt kis úr uttanríkisráðn

Arktis á filmi

Tað er ísur og áhaldni, tá menn verða filmaðir í Arktis. Nýggjasta søgan er Netflixfilmurin Against the Ice (Peter Flinth 2022), sum byggir á sonnu søguna um pólfararan Ejnar Mikkelsen (1880-1971) í egnu bókini Farlig tomandsfærd (1955), og Iver Iversen (1884-1968), sum báðir vóru danskir, og í 1909 fóru til Grønlands við skipinum Alabama at fullføra Danmarks-ekspeditiónina hjá Ludvig Mylius-Erichsen tey bæði árini undan. Fullfiggjandi ørindini eru nú endaliga at prógva, at Landnyrðingsgrønland er ikki skift sundir í tvey, so siglast kann gjøgnum eitt sund, sum er millum fastlandið, ið Danmark eigur, og sokallaða Peary Land, sum amerikumenn vilja taka. Vit eru í fyritaksomum emperiubyggjandi tíðum stutt eftir frambrúsandi aldarskiftið. Í sjónvarpi er upp í leypar av sjónvarpsformatum um at búgva, har eingin skuldi trúð, og um at yvirliva í oyðuni, um hon so er køld ella heit. Náttúran, og at berjast móti henni, er hot, ikki minst í kulda. Heroisku filmarnir, sum í eina góða øld hava

Annika Olsen - Ársins Brita

Raclip hevði eina fína sending úr Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld við heitinum "Konubrot og Britubrim." Høvuðspunktið var, at Annika Olsen varð kosin Ársins Brita , sum er ein nýggjur heiður á kvinnudegnum 8. mars.  Forkvinnan í javnstøðunevndini, Mai Laksáfoss, greiddi frá um gamla týdningin í heitinum brita, og tann týdning, sum nú verður lagdur í tað. At undirstrika nýggja týdningin, varð tað landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Sólvit E. Nolsøe, sum handaði Anniku heiðurin.  Anniku fotograferaði eg á ólavsøku í 2017, tá hon varð heiðrað við borgarstjóraketu, seinni sama ár, tá hon setti ísraelskar filmsdagar í Filmsfelagnum, fyri jól tá matstovan Tarv lat upp í Vágsbotni og í januar 2018, tá hon saman við Grindamannafelagnum møtti borgarstjóranum í Taiji í Japan, Kazutaka Sangen. Við øll hesi høvi var Annika borgarstjóri í Havn.  Við tiknu myndunum fari eg at ynskja tær til lukku við nýggja kvinnuheiðrinum, Annika! Mín meining er, at Annika burdi verið kosin forkvinn

Nær kemur tú á botn í ekkókamarinum?

Føroyar eru eitt Facebookland. So púrasta. Gamaní eru fólk, sum ikki vilja vita av ovurhondshenta Facebook sum torg á heimrustini at deila nútíðarhugsanir. Tað er sum tá Gutenberg í fyrndini uppfann prentkynstrið og inkluderaði tey minnimentu. Tað var ikki uttan stríð, at tey skriftlærdu máttu finna seg í, at nú fóru eisini onnur at lesa og hava ráð at keypa bøkur. Men í samtíðini, okkara samtíð, eru tað ofta tílíkir íðukálvar, ið skapa framtíðina og serlig rák, ið vit ikki varnast beinanvegin. Vit pakka tað niður í orðið afturundirgerð. Gott at taka fram seinni. Nú føroysk spælivika er í Útvarpinum, og tey hava megnað at senda ein journalist út í heim, so vit sleppa undan at uppliva heimin á fremmandamáli, varnaðist eg kvinnumorgunin ein Facebookfyrispurning um banniorð til kvinnudagin, sum hevur móðurmálsgóðkenda navnið Beata.  Mannligi spyrjarin var í uppisetri fyri banniorð.  Píkarill, óreinskusettur og dekansfari.  Tað var ein sannkenning, sum vildi nakað. Á Facebook at koma til t

Seven Klaksvík Angels

Føroya mest forkunnuga whiskysmakking nakrantíð, soleiðis ljóðar innbjóðandi yvirskriftin til Klaksvíksútferðina hjá EinMalt úr Havn fríggjadagin. Koronastongsilin er av og nú er aftur opið fyri tiltøkum úti um landið. Legst tú við krími, so er tað tað tað er. Krím. Og nú undirstøðukervið er ment við tunnlinum undir Tangafjørð, so tú ert leysur av tí langleitta Sundalagnum, er lagamanni at fara eitt legg út um bæði ringveg og bøgarð og so langt norð, sum slepst. Whiskyfelagið, sum varð stovnað í 2008, og hevur hildið til í Hornahúsinum, hevur leitað sær norður til Norðmalt í gomlu Seglhúsunum í Klaksvík, har eisini myndlistaframsýningar eru, og reklamuvirkið Grafia heldur til. Frálíkt umhvørvi. Í løtuni er myndlistaframsýning við Torbirni Olsen, Anker Mortensen, Bárði Jákupsson og Eyðuni av Reyni. Gott at hava ein listarligan glugga út í heim. Sebastian Eriksen úr Vestmanna er formaður, og nú eisini sjaførur við fullum bussi norður og suður. So tænastusinnaður Sebastian er, man hann ve

Børn í kríggi

Hesa mynd av eini rýmingi, desertøri, úr russiska herinum, hepnaðist eg í friði og náðum at taka í Sankta Pætursborg fyri tjúgu árum síðan. Hann segði mær navnið, men eg vildi ikki brúka tað. Helt, tað kundi bara koma honum aftur um brekku, brúkti eg tað. Tí eftir at verða læknakannaður í næsta rúmi fyri sár og blá merki eftir tortur í herinum, livdi hann nú undir jørð í Putinbýnum, ið zarurin Pætur Mikli bygdi fyri trýhundrað árum síðan sum eitt vindeyga móti vesturi. Í dag er hann størsti milliónabýur á norðurklótuni. Men hann vildi ikki til Kekenia, rýmingurin. Tí varð hann bukaður og skuldi rinda pengar til næsta fyrisetta. Spurdi meg sjálvan, um eg varð drigin uppá tráð við eini fyrigykling av sápuleysum russaradrama, ið týðuliga livir sítt egna lív, akkurát sum vesturlendaskar sitcoms og soap operas gera tað allan hin sjónliga sólarringin í public service sjónvarpi. Knappliga broytist senan og søgan. Eitt løgreglulið lameterar úti í gongini og vil hava at vita, hvør tað er, sum e