Ein hin mest aktiva kommunan í landinum, Runavíkar kommuna, boðar nú frá, at hon heldur fram at avgreiða russisk skip og áhugamál sum fyrr, og sum um kríggið í Ukraina og staðfestu russisku krígsbrotsgerðirnar har eru aldri hendar, ella eru uttan týdning fyri føroysk vinnumál.
Kommunan upplýsur, at:
"Í vikuskiftinum kemur ”Kapitan Demidenko” á Runavík fyri at umskipa veiðuna umborð á farmaskipið “Silver Storm”. “Ester” sleipar “Baltiyskaya Kosa” til lands vegna maskinbrek og “Mekhanik Sergey Agapov” er eisini væntandi ein av fyrstu døgunum. Skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi eftir tvílandaavtaluni, sum hevur verið galdandi millum Sovjet/Russland og Føroyar síðan fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar 1. januar í 1977."
Kommunan, sum í dag er ein langur kaikantur, rættvísger framhaldandi samstarvið við krígstjóðina Russland við hesum orðum:
”Yvirhøvur hevur verið tøgn um málið síðan. Ikki eitt orð úr samgongu tíansheldur úr andstøðu og ikki eitt kis úr uttanríkisráðnum tíansheldur frá løgmansskrivstovuni. Harvið kann staðfestast, at Føroyar í løtuni ongan politikk hava hesum máli viðvíkjandi, og at støðan, sum er galdandi russiskum skipum viðvíkjandi, er hin sama í Føroyum í dag sum hon var fyri russisku innrásina í Ukraina.”
Samstundis sum eg síggi John Johannessen og Gest Lómstein fyri fyrstu ferð í føroyskari miðlasøgu stríðast fyri beinleiðis hands on upplýsing til føroysku tjóðina niðri á krígsherjaða meginlandinum kennist útmelding frá Runavíkar kommunu serstakliga ófrættakend.
Betri verður tað ikki, tá eg tendri útlendsku morgunsjónvørpini, har kjakevnið er sensurur í Russlandi, og hvussu einasta fría pressan har í landinum, Novaya Gazeta, er blivin ein eltibløðra, tí hon hevur lært seg aldri at brúka orðið kríggj, fyri at sleppa undan at verða stongd.
Men kemur tað út í altjóða pressu, at virknasta kommuna við russiskum sambondum í Føroyum púrasta avnoktar, letst ikki vita av, ella negligerar, at kríggj er á evropeiska meginlandinum, tí teirra fremsti havnakundi hevur gjørt innrás, drepur tað, sum fyri er, og er undir ákæru fyri fólkadráp og krígsbrotsverk í okkara heimsparti meðan vit drekka morgunkaffi og lesa Weekendavísina, so fer tað heilt vist at geva mær ein smakk í morgunmunnin, ið eg sum føroyingur aldri havi kent áður og faktisk ikki visti av var til.
Vit eiga at gera okkara til at steðga Russlandi, kvetta alt samstarv, vit sjálvi hava við landið, og steingja tað diplomatiska samband, sum undir donskum veingjabreiði er har í landinum.
Her eiga vit at gera mun.
Niðanfyri sæst “Ester”, sum sleipar “Baltiyskaya Kosa” á Runavík. Myndin er tikin í dag klokkan 13:45.