Føroya mest forkunnuga whiskysmakking nakrantíð, soleiðis ljóðar innbjóðandi yvirskriftin til Klaksvíksútferðina hjá EinMalt úr Havn fríggjadagin. Koronastongsilin er av og nú er aftur opið fyri tiltøkum úti um landið. Legst tú við krími, so er tað tað tað er. Krím.
Og nú undirstøðukervið er ment við tunnlinum undir Tangafjørð, so tú ert leysur av tí langleitta Sundalagnum, er lagamanni at fara eitt legg út um bæði ringveg og bøgarð og so langt norð, sum slepst.
Whiskyfelagið, sum varð stovnað í 2008, og hevur hildið til í Hornahúsinum, hevur leitað sær norður til Norðmalt í gomlu Seglhúsunum í Klaksvík, har eisini myndlistaframsýningar eru, og reklamuvirkið Grafia heldur til. Frálíkt umhvørvi. Í løtuni er myndlistaframsýning við Torbirni Olsen, Anker Mortensen, Bárði Jákupsson og Eyðuni av Reyni. Gott at hava ein listarligan glugga út í heim.
Sebastian Eriksen úr Vestmanna er formaður, og nú eisini sjaførur við fullum bussi norður og suður. So tænastusinnaður Sebastian er, man hann vera størsta aktiv hjá Einari Waag, sum nú er eitt navn á altjóða whisky marknaðinum. Tað er sligið fast við sjey ymsum útgávum, batch tey rópa, hvør við sínum liti á etikettini, eisini eini bláskjórutari við einum farra av gulli niðast, tí rúm er eisini fyri lokalari storytelling um fótbólt. Nýggjasta etikettin, hin sjeynda, er ein heilsan til Einar sjálvan, sum júst er farin um tey 75.
Ein húsprofilur hómast, siga kennararnir kring borðið, og eitt nýtt orðafelli er sett í verðina: Tað er einarstandandi!
Dreymur kennarans er, at smakka allar sjey útgávurnar av Einar’s whisky, eina konsentreraða løtu á heimavølli dygst við dropavunnu kelduna. Tað havi eg aldri roynt áður. Og miðlarnir hava verið óførir at fortelja okkum um børsing, og at fløskurnar verða rivnar burtur, so skjótt tær koma á einastu lógligu brennivínshillar í landinum, so eg havi aldri so mikið sum hildið á einari av teim sjey. Nú er høvið á fyrsta sinni. Og at hugsa sær at brennivín í øldir hevur elvt til samfelagsligan framburð og nýbrot, sum at hýsa smuglarum, ið umskipaðu í Vágsbotni, at fáa fólk at betala skatt og nú í almennum dagsljósi at selja brennivín, skapa umsetning og at forvinna nógvar pengar í Landskassan, sum eisini fer til fyribyrgjandi arbeiði, tí skuggasíður eru eisini.
- Tað er púra ógjørligt at fáa fatur á fløskunum, um man altso ikki megnar at rinda tað sum eitt meðalstórt nótaskip kostar at byggja, siga fyrireikararnir í innbjóðingini. Og maritimt stórskreytandi tosingarlag passar bara væl, nú vit sita til borðs í Seglhúsinum í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum nú eisini er blivin whiskyhøvuðsstaðurin í Føroyum.
- Í hesum tíðum, har fløskurnar vera skræddar vekk uppá onga tíð, og tær flestu verða seldar víðari til okursprís sama dag, er hetta ein einastandandi møguleiki at sleppa at smakka allar útgávurnar, uttan at skula seta á samlingina. Og hetta er samstundis einasta høvið hjá teimum, sum onga fløsku hava fingið, at smakka tær allar. Alt hetta kann fáast til ein prís, sum er undir tað ein einstøk Einar’s whisky kostar í Rúsuni, sigur lokkandi innbjóðingin. Túsund krónur er prísurin fyri at smakka teir sjey eingladrammarnar í Klaksvík.
Fyrrárið var fyrsta batch sent á marknaðin eftir fimm árum við “tasting, nurturing and waiting”. Tað varð lýst við hesum fagnaðarfilmi:
Umframt at hava verið formaður í EinMalt síðan í summar, er Sebastian Eriksen lagursjefur, blendari og cask manager hjá Einar’s Distillery. Sjálvspeiandi sigur hann, at einasta útbúgving, hann hevur, er fangavørður, tá hann fer at greiða frá um føt, tunnur, stórar og smáar, nýggjar og gamlar, úr ymsum herðashornum og smakktraditiónum.
Í nevndini eru eisini Dánial Hoydal, sum stovnaði Faer Isles Distillery í Kvívík, og tí er ein greiður konkurrentur, og Rúni Nielsen, cruisarin úr Náttarravnssendingunum, Føroya størsti og ídnasti whiskysavnari og -vitari. Fantastiskt at síggja, hvussu harmoniskt og fyrimyndarliga professionelt nevndarsamstarvið í EinMalt er.
- Eg havi altíð verið bevístur um, hvat eg taki í munnin, og tað vant uppá seg, tá eg flutti niður, sigur Sebastian. Hann varð biðin at koma við í eina danska nevnd, sum arbeiddi við whiskysmakking, og í 2012 møtti hann Einari Waag. - Hann fortaldi mær um dreymin at gera whisky. Nýggj útgerð kom í gamla bryggjaríið, og gert tú eina góða sterka øl, so er whisky í eygsjón, sigur Sebastian.
Vanliga verður sagt, at tað tekur trý ár og ein dag at gera whisky.
- Trý ár er so eitt, men um tunnurnar eru útbrendar, so verður búningin ikki eftir vild, sigur Sebastian, og greiðir frá, hvussu teir fóru eftir oloroso sherry og quarter casks tunnum. Tunnur komu úr Spania, akkurát tá korona tók seg upp. So fóru vit at umstoyta, og nógv hendi, tí nú vóru tunurnar góðar, sigur Sebastian í einari persónligari innleiðing til at smakka whisky á ein hátt, sum gevur meining fyri teg. Tunnukontakt er stuttliga orðið í hesari gongd.
- Outstanding, a whisky of superior character and style. Hugely impressed. If only more whiskies in Scotland were of this quality! Hearty congratulations on out-Scottishing the Scots! Soleiðis sigur Jim Murray, sum á hvørjum árið smakkar og skrivar The Whisky Bible, ið er ein av keldunum til heimsins whisky. Í útgávuni í fjør fær fimta batch frá Einari 94 stig av 100 møguligum. Whiskybíblian hjá Jim Murray er komin út í 19 ár og hægsta virðismeting hevur verið 97,5.
Hóast spíraða byggkornið, maltið, sum er turkað, er úr Skotlandi, so fái eg mær upp í nevan, ikki bara fyri eitt smakkbrot, sum var tað nýbakað brotabreyð, men fyri at minnast Ukraina, evropeiska kornkamarið og kornmarkirnar.
Kann ikki siga meg frían fyri at hava livað í skugganum av útlendsku krígsreportasjunum hagani. Nú hevur John, fremsti føroyski avrikandi journalistur í løtuni, verið við ukrainska markið, at siga okkum føroyskar søgur í føroyska miðlinum.
Eg taki upp í lógvan, smakki og svølgi. Müsli, Kornmo og Weetabix millum skeinkirnar frá Einars, støðugt havandi Ukraina í tonkunum. Tað er gott og gevur løtuni og smakkingini - nose, taste og finish - eitt perspektiv, sum altíð er ilt at fyrihalda seg til, tí eg veit ov lítið um whiskysmakking og akkurát, hvat tað er, ið eg skal registrera og hvussu, so munur merkist á hesum og hasum smakknotunum og -variantinum.
Elsta whisky frá Einar’s Distillery verður seks ár í oktober. Eri eitt sindur í iva, um mær dámdi best hina fjórðu ella fimtu, tí tær líktust og responderaðu mest til mínar sansir og smakkleykir við hetta borðið hesa løtu millum kennarar.
Sum ein frelsandi eingil, bjóðar Rúni Nielsen, ið situr við næsta borð, seg til at lýsa allar tær sjey útgávurnar, batches, higartil:
- Hóast eg havi smakkað allar Einar’s Whisky bæði eina og fleiri ferð, gjørdist eg sum vera man spentur, tá ið vit í Einmalt bjóðaðu fólki henda møguleika at smakka allar 7, sum higartil eru komnar út, fríggjakvøldið 4. mars. Ein serstøk hending sum er allarflestum forkunnug og serliga teimum, ið hava ein tokka til hesar gyltu dropar, sigur Rúni.
- Eg tók nógvar notur hetta kvøldið, og havi samanlíknað tær við notur, ið eg havi tikið fyrr, tá ið eg havi smakkað hesar fløskur hvørja í sínum lagi. Eg kann nikka í eyðkennissemju við nógvar notur, og nýggjar notur daga eisini fram. Huglag og verskapur ávirkar tev og smakk.
#1:
Nøsin ber brá av sjóroki og anganum frá nýturkaðum dadlum. Surkið, ið drívir berjalyngin í haga, ber eisini boð um várligar blómur.
Smakkurin minnir um saltað søtmeti og myrka sjókulátu afturvið nýmaltaðum kaffi. Ein drammur av turrum sherry hómast eisini aftanfyri smakkin av búnari mango.
Eftirsmakkurin hongur við og ber brá av karamell, tungum turrum Amarone víni og søltum mandlum. Ótrúligt margfeldi fyri so unga whisky.
#2:
Undir tungu sherry nøsini býr ein ørskapur, ið minnir meg á bláar flammur og gaslekar. Men skjótt tekur angin av nývoksaðum saðili og nýggjum leðuri yvir.
Eg smakki dadlur, nøtir, kanel og kardemummu. Súrligi angin av gomlum enskum gummidropsum rekur fyri nevið. Kanska hómi eg eisini nakað av brendum marengs ella crème brûlée, ið verður flamberað. Muscovado-sukur er eisini klárt til staðar.
Eftirsmakkurin bjóðar uppá sterkt kaffi, Bailey’s og søtaðan róma.
#3:
Hómi beinanvegin hvítt pipar og citrón í tevinum. Nakað av brendum karamell og turkaðari papaya.
Smakkurin hevur nógva fyllu. Ein eksplosión av myrkari beiskari appelsinsjokulátu, brendum mandlum og akasiuhunangi. Ein farri av abrikos og ananas eru eisini til staðar.
Langan eftirsmakk av umami og góðum tungum malti. Fazermint og turkaðar myrkar fruktir.
#4:
Rosinur og portvín raka nøsina. Ein skuldi trúð, at tað vóru jól. Muscovado og piparmint. Valnøtir vendar í hunangi, og síðani stoktar á pannu við mandlum.
Gløgg! Smakkur av sherrymalti er ein fragd. Rosinur og marsipan.
Drúgvur eftirsmakkur av malti og kirsuberjum.
#5:
Angin minnir meg á grillað síl og súrhoyggj uppá tann góða mátan. Ein farri av saltaðum søtmeti og brendum karamell.
Smakkurin minnir meg um Tomahawk-steak yvir grúgvu. Nakað av royktari skinku afturvið turkaðari papaya og brendum mandlum.
Eftirsmakkur av malti og myrkari sjokulátu. Nakað av beiskum appelsinskali hómast eisini.
#6
Nú er kanel á skránni, og angin av brennandi kakao-bønum hongur í nasagluggunum. Kransakøkubakstur og sukat eru eisini við.
Baksturin heldur fram í smakkinum. Maltutar havragrýnskøkur við sera blíðum mongdum av mandludropum. Ein veitsla av saltaðum nøtum og rosinum.
Eftirsmakkurin minni meg allarmest á smáu lakresini, ið kundu keypast á Apotekinum fyrr.
#Einar’s Special
Turt kjøt og vanilja í einari perfektari blanding. Nýupplatið blikk av Quality Street. Maltaður bakstur.
Smakkar av søtari konfekt og innkókaðum berum.
Eftirsmakkur av súltaðum blommum og appelsinsjokulátu.
Hesi vóru orðini frá Føroya fremsta whiskysavnara og -kennara, Rúna Nielsen, nevndarlimi í EinMalt fríggjakvøldið í Klaksvík. Hóast eg við hesum vegleiðandi førningi kundi hugsað mær at smakka alt umaftur, er tað sum útgangasorðini hjá danska uppistands skemtaranum Amin Jensen tala sítt egna definitiva mál: ”Vit vóna, at tit hava notið tað, tí vit kunnu ikki gera tað umaftur!”