Skip to main content

Orsaka, at eg havi logið um kríggið!

Russiski sjónvarpsjournalisturin, Marina Ovsyannikova, sum higartil hevur starvast á Pervyj kanal, Kanal Eitt, sum er hin størsta og fevnir um alt landið, megnaði at skriva við tusj á eitt pappstykki: ”Steðga krígnum. Trúgv ikki propaganda. Tey lúgva fyri tær”. Við boðunum fram fyri seg, eydnaðist henni at koma beint inn í sendistovuna hjá Kanal Eitt, sum akkurát tá sendi tíðindi. 

Nú fer myndin um allan heim. Eg deili hana eisini, einføldu myndina. Sama skuldi tú gjørt. 

Marina er fødd í Odessa í 1978, mamman er russisk og pápin er úr Ukraina.

Á undirvísingarportalinum Snar royna tey at skilja gongdina í Ukraina, so støðan kann takast upp í undirvísing og skúlahøpi.

Djarvi russiski sjónvarpsjournalisturin heldur fram, og sigur soleiðis í einum bandaðum boðum til altjóða samfelagið:

”Tað, sum fer fram í Ukraina er eitt brotsverk. Russland er eitt aggressivt álopsríki. Ábyrgdin fyri hesum ágangi hvílur á einum persóni: Vladimir Putin. Pápi mín er ukraini og mamma mín er russisk. Tey vóru ongantíð fíggindar. Tíanverri havi eg arbeitt fyri Kanal 1 og á tann hátt hjálpt til at spreiða propaganda úr Kreml. Tað fær meg at skammast. Eg skammist, at eg loyvdi lygnunum at verða miðlaðar úr sjónvarpinum, og at eg medvirkaði í at gera russiska fólkið til ómælandi zombies. Vit tagdu, tá henda gongd tók seg upp í 2014. Vit fóru ikki út á gøturnar at mótmæla, tá Kreml eitraði Navalnyj. Vit hildu fram í tøgn, eygleiðandi hetta ómenniskjansliga stýrið. Nú hevur allur heimurin vent sær móti okkum. Tíggju ættarlið av okkara eftirkomarum fara ikki at megna at vaska burtur skommina av hesum brøðrakríggi.”

Í gjár varð Marina fongslað. Soleiðis er mentatjóðin Russland blivin. Evropiski felagsskapurin av journalistum, European Federation of Journalist stuðlar Marinu Ovsyannikva fult út, og krevur, at hon verður leyslatin í stundini.