Skip to main content

Orð skapa veruleika

Hóskvøldið var ellinta pecha kucha framløga í Føroyum. Hon var í høllini á Føroya Fólkaháskúla í Hornabø, har eg gjørdi fimleik fyri meir enn háltrýss árum síðan, tá henda høllin og smíðstovan í Kommunuskúlanum vóru partar av nýggja Venjingarskúlanum í Havn. Haldi ikki eg havi verið inni í høllini síðan. Tá var ein mynttelefon í gongini tað mest spennandi hjá okkum, sum høvdu størri og betri hug til telefonballadu enn fimleik, fyri ikki um at tala rokning. 

Sissal Kristiansen skipaði fyri kvøldinum á Háskúlanum, sum Eyðun Eliasen leiddi okkum trygt ígjøgnum. 


Heitið pecha kucha er úr Japan og merkir í besta føri chitchat í skapi av eini fokuseraðari elevatortalu í 20 x 20 sekund um eitt snøgt evni, tú velur, og í ringasta føri babble, ið orðabókin hjá Collins týður sum møsn. 

Átta framløgur skulu vera og á hálvari leið er beerbreak við práti millum tey møttu. 

Fyri fullsettari høll løgdu hesi átta fram: Annika Helgadóttir Davidsen, um sálarheilsi hjá ungum og fyrst av øllum um at orð skapa veruleika, sum eg tók til mín og gjørdi til yvirskrift, Benjamin Petersen um at ferðast í Nashville og uppliva egna dreymin um gittarbaseraðan tónleik fult út, Oddfríður Marni Rasmussen um at taka svarthvítar myndir, hvørja útgerð hann brúkar og hvussu hann viðgerð tiknu myndirnar inn tær koma út og verða til á pappíri, eg sjálvur, Birgir Kruse, um at hava skrivað 3500 bloggar á føroyskum í fimtan ár við dyggum stuðli frá VP, Uni Leitistein Hansen um bestu konsertir, hann hevur verið til, eisini saman við soninum, Harriet Olafsdóttir av Gørðum, sum skapar alternativar upplivingar og grafisk motiv við seyði í Æðuvík, Katrin Petersen um at velta og verða sjálvforsýnandi við grønari avgrøði, har tú býrt, og Sissal Kristiansen um føroyska ull við broddi í nútímans sniði, sum er gjørt til film. Tær báðar síðstnevndu mangla á myndini. Pecha kucha nummar ellivu var eitt stemningsmettað kvøld við 20 x 20 sekundum sum byrjaði klokkan 20:20. 

Jógvan Kruse, sum hevur gjørt logo til bloggin, tók myndirnar frá framløguni.