Skip to main content

Posts

Merkið

Hvørt ár hátíðarhalda merkismenn flaggið. Tí eitur tað Merkið. Í eina øld ella so hava vit savnað okkum undir hesum flaggi, hóast eingin annar enn vit sjálv kendust við tað og góvu tí ans helvtina av tíðini.  Tá annar verðaldarbardagi brast á, hertóku nazistarnir Danmark við merkjum úr norrønum heraldikki.  Bretar gjørdust okkara bjarging, tí teir vildu eiga havið og siglingarleiðirnar á okkara høvum. Teir komu til Føroya og kravdu, at nýggj merki vórðu skapt, samtykt og sett á føroysk skip, so tey kendust aftur sum samsintir merkjavinir.  Tá flaggað verður, er umráðandi at røttu partarnir kenna seg aftur. Í so máta er einki sum næsta land sunnan fyri okkum, Norðurírland. Har verður flaggað og strikað av við øllum handa symbolum, so partarnir í passandi fjarstøðu kunnu gera sær greitt, um ein er katolikkur ella protestantur og um tú ert loysingarmaður, sum heldur við Írlandi, ella sambandsmaður, sum heldur við Bretlandi. Fyrri parturin, teir barnríkaru katolikkarnir, kenna seg haraftur

Einar litríkar páskir

Meðan vit hoyra um russar, sum við trettan líkbrenningarvognum fara um tann ganska bý í Mariupol at grava upp aftur tey lík, teir sjálvir hava pínt lívið úr, verða vit páskavælsignað við lokalari framleiðslu, sum í brúnasíða miðlagráanum megnar at seta nýggjan føroyskan lit á páskirnar. Nýggjasti sjónvarpspartur av tónleikasendingini Í luftini setti páskaprikkin yvir i’ið við framúr upptøkum úr Álakeri við einum gulum húsum í Hornabø í baksýni, sum góvu eitt livandi páskaperspektiv við teim báðum ljóst bláu og reyðu, Heiðriki og Sigmundi, í Kóboykex, sum høvdu eina visuelt og musikalskt vælskipaða studioframførslu, har maskumaðurin, haldi tað var Heðin, var hugtakandi multigittaristurin, og Unn var operasangarinnan í gulldress sum Annie Get Your Gun, ella jodlandi kúrekagentan Jessie í Toy Story. Eitt undirfundiga vælsamanskrúvað sett og sjov, perfekt til einar litfagrar páskir. Framúr nýbrot í øllum liðum! Hetta við yvirliti, at røkka út í hvønn krók, og ganga niðan á hvønn heygg, in

Promises to Break

Í Útvarpinum í dymbildagavikuni hevur ein sangur hjá ársins plátuskaldi, Martin Joensen, verið spældur - “Promises to Break” í A-rotatión. Fyrst hugsaði eg, at hendan sangin havi eg hoyrt fyrr, og meðan eg slotaði og murraði afturvið hesum fødda útvarpshitti, leitaði eg eftir, hvar tað var, eg fyrr havi hoyrt henda sangin hjá Martin.  Men fyrst - hvør mundi henda nýggja røddin vera? Ein egin, bleyt og karakterfylt rødd, leys av, men tó tætt slektað við krúnarastílin, tey stundum rópa smørtenorar, og tó ein púra egin eitt sindur sorgblíð rødd, ið minnir nógv um ta rødd, ið forsangarin í norska superbólkinum A-ha, Morten Harket, hevur útviklað gjøgnum árini, ella kanska hin nakað yngri landsmaðurin Paal Flaata, báðir við egnum frámerkjum í hvørjum tí einasta sangi, teir taka til sín at tulka og bera fram, sum í hesum føri krúddaðan við soul, blues og country og einum vibratodismi av Elvis, tá hann var bestur, afturvið. Hvør var hetta, ið av nýggjum sang hesa gloymdu perlu hjá Martini Joe

Ukraina og russiska fólkamorðið, sum Novosti lýsir tað

Sameindu Tjóðir samtyku í gjár at taka rættin frá limalandinum Russlandi at møta í Mannarættindaráðnum , The United Nations Human Rights Council. Úrslitið sæst omanfyri. Hetta er fyrsta altjóða avgerð, eg havi lagt til merkis, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri 44 døgum síðani, hin 24. februar í ár.  Altjóða samfelagið hevur sagt nógv, ja eygleitt og kommenterað upp í spannir, sum vóru tey boðberar av tí avmálda skriviborðsslagnum við síðuna av djørvum tíðindafólkum, sum longu vóru har frammanundan. Og í dag fer forsetin í Evropakommissiónini , Ursula von der Leyen, at vitja Volodymyr Zelenskyj í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv. Av trygdarávum er ikki upplýst nakað nærri um fundarstað og farleið.  Júst hetta er forstáiligt, tá vit lesa eitt himmalbræv, eina russiska koyriætlan um lebensraum og útrudding av øllum óynsktum elementum, sum 80 ára gamla Kremlkrámandi tíðindastovan, Novosti, sendi út í vikuni undir yvirskriftini ”Hvat skal Russland gera við Ukraina?” . Ja, hin reina fó

Tá babtistar fylla fjúrtan

  Gjøgnum mítt fýra og trýss ára langa lív havi eg upp í saman hoyrt, at tá babtistar fylla fjúrtan, so hava tey eina giga stóra veitslu við fermentering og øllum. Ja, ein visti um eina heilt spesifikka, sum hevði verið á eini babtistamatstovu, har pengafólkini, sum ivaleyst vóru gardinpimparar, fóru ropandi frá borðinum - av sitrónsodavatni! Hvørja ferð eg hoyri hetta uppáhald, tað var aftur at hoyra í dag, geri eg vart við, at eg aldri havi verið í fjúrtanárafermingarveitslu hjá babsum. Hvørki ein- ella tveyboppaðum babsum. Aldri hoyrt um slíkt vesin.  Er høvið til tað, so spyrji eg nærri, men enn veit eigin at siga akkurát, hvat etnografiska ritualið er, og hvussu tað er skipað, tá hin nýinnvígdi babsalimurin skal fjúrtast ella hvussu hetta eksistentielt lívsbroytandi skiftisritual á lívsleiðini skal kallast í føroyska samfelagnum, tá ein babsur ella babsa fyllir fjúrtan. Eingin veit, hvat tað kallast, tí eingin veit, hvat tað er. Í hvussu er ikki nakar eg havi spurt. Skal ikki útil

Ukraina bankar á dyrnar

Ken Lindenskov Olsen og Mariia Shvets Olsen avmyndaði uttanfyri húsini í Varðagøtu 18 í Rituvík leygardagin, tá tey bjóðaðu til kaffi og ukrainskar hunangssøtar pinjukjarnur á heitum hornum frá mammuni Gunn. Tað er sjáldsamt í føroyskum miðlum at síggja tekst, sum er skrivaður á so fremmandum máli, sum ukrainskum. Tað hendi í farnu viku, tá boð vóru frá Námi til ukrainskar flóttar í Føroyum um, at nú vóru skúlabøkur á teirra móðurmáli tøkar á opna føroyska pallinum Snar.  Samstundis upplýsti Býarbókasavnið í Havn, at lánarar nú kunnu lesa ukrainskar barnabøkur, sum talgilt eru samsagdar á enskum og ukrainskum. Flóttar á Sandi fingu gávubræv frá Lions, og fríggjakvøldið vóru tíðindi í Degi og Viku um, hvussu væl ukrainsk børn kláraðu seg í skúlanum á Tvøroyri. Hetta er ein púra nýggj støða, har vit á fyrsta sinni fingu annað beinið beint í altjóða samfelagið. Okkara egnu politikarar hava nevnt, at vit kunnu væntað so mikið sum 200 ukrainsk flóttafólk. 150 teirra eru longu komin sum ferð

Cat Stevens um brendar býir

Cat Stevens, sum í dag er 73 ára gamal, eigur nakrar av kendastu sangum á plátu. Myndina omanfyri hevur hann sjálvur lagt út á Facebook við hesum orðum:  Loved my time in London town. Picked up this wonderful walking cane from James Smiths & Sons umbrella shop. It's around the corner from where I grew up and was there when I was a boy - comforting to know that some things stay the same! Eina viku undan skrivar hann á sama stað: No Buddha, no chocolates - that leaves just me and the blossoms of Hyde Park Eyðkennið við sangum hjá Cat Stevens er ein íbygdur boðskapur um fríð, semju og sáttargerð.  Á profilinum skrivar hann: I’ve always stood for the elimination of conflict and wars, and any of those causes that ignite them. Millum kendastu sangirnar eru Morning has broken, Peace Train, Wild World, Father and Son, Moonshadow og The First Cut is the Deepest, sum fleiri onnur eisini hava sungið.  Fyri jól í 1977 vendi Cat Stevens við til islam og kallaði seg nú Yusuf. Eftir russisku

Grand Slam

Hóast vit liva í og stuðugt byggja upp eitt bókstavasamfelag, har rættarskipanin slær teg í høvdið við lógarinnar bókstavi, tá tú ikki skilir veruleikan, so er einki, ið hevur kraft sum filmur.  Í nátt varð dyggasta kapping um film varpað til allan heimin úr Hollywood, nú við verti, ikki færri enn trimum, eftir nøkur rakár uttan vert yvirhøvur.  Oscartiltakið er eftir øllum at døma enn trilvandi eftir at hava havt fæstu hyggjaratøl í eitt skeið. Tí sendingin og lýsingar skulu seljast, skal henni verða lív lagað, og skal hon náa tey hundrað umførini. Kanska er transition lyklaorðið, tillagandi broytingartíðir, nú stroymingartænastur hava lagt seg í oddin við Roma og   The Power Of the Dog hjá Netflix og vinnarin í ár,  Coda hjá Apple.  Vit kunnu spyrja, hvussu Oscarakademiið vil síggja seg sjálvt og endaliga filmsúrvalið, so alt fellir uppá pláss og øll eru nøgd og í tíðarinnar rætta anda við passandi afterparty. Og kanska var tað eitt kalkulerað og avtalað reklamustunt, tá Will S