Hóast vit liva í og stuðugt byggja upp eitt bókstavasamfelag, har rættarskipanin slær teg í høvdið við lógarinnar bókstavi, tá tú ikki skilir veruleikan, so er einki, ið hevur kraft sum filmur.
Í nátt varð dyggasta kapping um film varpað til allan heimin úr Hollywood, nú við verti, ikki færri enn trimum, eftir nøkur rakár uttan vert yvirhøvur.
Oscartiltakið er eftir øllum at døma enn trilvandi eftir at hava havt fæstu hyggjaratøl í eitt skeið. Tí sendingin og lýsingar skulu seljast, skal henni verða lív lagað, og skal hon náa tey hundrað umførini.
Kanska er transition lyklaorðið, tillagandi broytingartíðir, nú stroymingartænastur hava lagt seg í oddin við Roma og The Power Of the Dog hjá Netflix og vinnarin í ár, Coda hjá Apple.
Vit kunnu spyrja, hvussu Oscarakademiið vil síggja seg sjálvt og endaliga filmsúrvalið, so alt fellir uppá pláss og øll eru nøgd og í tíðarinnar rætta anda við passandi afterparty.
Og kanska var tað eitt kalkulerað og avtalað reklamustunt, tá Will Smith, sum spælir King Richard, pápi tennisstjørnurnar Venus og Serenu Williams, gav uppistandsvertinum, Chris Rock, ein flatan lúsing, a Grand Slam, at síggja til beint undir vangan. At síggja til.
Uttan at lesa ein stav, hava øll í okkara parti av heiminum nú registrerað, hvat filmurin er um, og hvønn leiklut Will Smith hevur, stórislemm í King Richard.
Eftir stendur, at orðsinsins egni ósvitaligi bókstavatýdningur kann verða yvirrulaður av fiktiva universinum, vit møta í biografmyrkrinum. Meir enn so.
Men um tað veruliga er so, kann eg ikki á nakran hátt pástanda próvfast.
Men Grand Slam til eina tennisstjørnu, sum gevur vertinum ein undir vangan í einum fiktum sjovi, tað er líkasum eitt sindur upplagt, ha?