Skip to main content

Cat Stevens um brendar býir

Cat Stevens, sum í dag er 73 ára gamal, eigur nakrar av kendastu sangum á plátu. Myndina omanfyri hevur hann sjálvur lagt út á Facebook við hesum orðum: 

Loved my time in London town. Picked up this wonderful walking cane from James Smiths & Sons umbrella shop. It's around the corner from where I grew up and was there when I was a boy - comforting to know that some things stay the same!

Eina viku undan skrivar hann á sama stað:

No Buddha, no chocolates - that leaves just me and the blossoms of Hyde Park

Eyðkennið við sangum hjá Cat Stevens er ein íbygdur boðskapur um fríð, semju og sáttargerð. 

Á profilinum skrivar hann: I’ve always stood for the elimination of conflict and wars, and any of those causes that ignite them.

Millum kendastu sangirnar eru Morning has broken, Peace Train, Wild World, Father and Son, Moonshadow og The First Cut is the Deepest, sum fleiri onnur eisini hava sungið. 

Fyri jól í 1977 vendi Cat Stevens við til islam og kallaði seg nú Yusuf.

Eftir russisku innrásina í Ukraina hevur Cat Stevens latið hoyra frá sær á fremstu sosialu miðlunum, sum hjá okkum er Facebook, undir sangnavninum Peace Train, har hann undir yvirskriftini Ruins vísir myndir frá brendum býum í okkara tíð.

Afturvið myndunum skrivar Cat Stevens hesi orð:

It’s so quiet in the ruins, walking though the old town

Stones crumbling under my feet I see smoke for miles around

Oh it’s enough to make you weep, all that remains of the main street