Skip to main content

Promises to Break

Í Útvarpinum í dymbildagavikuni hevur ein sangur hjá ársins plátuskaldi, Martin Joensen, verið spældur - “Promises to Break” í A-rotatión. Fyrst hugsaði eg, at hendan sangin havi eg hoyrt fyrr, og meðan eg slotaði og murraði afturvið hesum fødda útvarpshitti, leitaði eg eftir, hvar tað var, eg fyrr havi hoyrt henda sangin hjá Martin. 

Men fyrst - hvør mundi henda nýggja røddin vera? Ein egin, bleyt og karakterfylt rødd, leys av, men tó tætt slektað við krúnarastílin, tey stundum rópa smørtenorar, og tó ein púra egin eitt sindur sorgblíð rødd, ið minnir nógv um ta rødd, ið forsangarin í norska superbólkinum A-ha, Morten Harket, hevur útviklað gjøgnum árini, ella kanska hin nakað yngri landsmaðurin Paal Flaata, báðir við egnum frámerkjum í hvørjum tí einasta sangi, teir taka til sín at tulka og bera fram, sum í hesum føri krúddaðan við soul, blues og country og einum vibratodismi av Elvis, tá hann var bestur, afturvið. Hvør var hetta, ið av nýggjum sang hesa gloymdu perlu hjá Martini Joensen í Útvarpinum?

Í 2008, tá Hallur Joensen gav út ”Pickin’ Time in Nashville”, sum setti øll sølumet hetta árið, skrivaði eg ein blogg um countryskaldskap við støði í Hank Williams, Tom T. Hall, Harlan Howard, Guy Clark og David Olney. Inn í hesa kongarekkju av yrkjarum á plátu setti eg tá uttan at himprast hin føroyska Martin Joensen, hóast høvið í hesum føri var ein sangur á enskum - ”Promises to Break”. Sangurin er á fløguni hjá Ólavi Høgaard ”Úr Vestmanna til Nashville”, har hann syngur 12 sangir, har Martin er við meir ella minni allan vegin. Ólavur endar við júst hesum sangi, sum eisini er á ensktmæltu útgávuni ”When I’m Dreaming” frá 2008. 

Undir yvirskriftini ”Country fær innivist í Mentanartíðindunum”, varð m.a. skrivað soleiðis í fjúrtan ára gamla blogginum: 

- Og so eru tað sangirnir um drykkjuskap, cry in your beer songs. Og her hava vit eina perlu hjá Martini Joensen á enskum “Promises to break”. Ein sangur, sum gongur í ring og bítur seg sjálvan í halan, tí nú eru allar umberingar uppi og “No promises left to break”. Hesin sangurin kundi gjørt seg galdandi, altjóða. So countryskaldskapur er ein avbjóðing, vilt tú leita inn í hann…

Her ber til at lesa meir um countryskaldskap í sama gamla bloggi frá 2008.

Nú er sangurin so komin á leiðina hjá einum framúr útlendskum sangara - bretska Tom Hannay, sum býr í Íslandi, og eg aldri havi hoyrt áður, hóast røddin gevur mær ein djúpan og nærum kjøtfyltan resonans, ið er klárur at seta føstutennirnar í. Ikki bara afturljóð, men karakterfyltur resonansur. Óvæntað frálíkt, fyri ikki at siga fantastiskt!

Á Facebook verður sagt um sangaran: Tom is a unique artist who lives and breathes music, quite literally as he was inspired to go on the road and start to reach audiences in the most organic way possible, armed only with his motorhome and guitar.

Húsvognurin, hann býr í, er ein Talbot Compass Express frá 90’unum.

Hannay hevur verið í Føroyum í 2019 og spælt á G! Festivalinum og í Sirkus sum partur av Bodypaint, har hinir báðir vóru Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum er sonur Martin Joensen. Soleiðis gongur alt í ring. Eisini ein góður sangur.

- I live in Reykjavik and work very closely and am great friends with Martin’s son Sakaris - we share a studio, are in the band Boncyan and work on many projects together, sigur Tom. 

- One day he asked me if I could come into the studio to sing a song that his dad had written so of course I said I’d be happy to do it. We went into the studio and recorded around two/three takes of this lovely song and that was that. It was lovely to sing and suited my voice perfectly, which is I guess why he asked me. I really enjoyed doing it but forgot all about it until recently when Sakaris said it was about to be released. I’m really glad you enjoy the song and like my voice, it means a lot, sigur Tom Hannay úr Reykjavík.