Skip to main content

Posts

Arthouse á Netflix

Hevur tú hug at síggja arthouse filmar, ella í minsta lagi eitt sindur óvanligar filmar, heima hjá tær sjálvum, so eru hetta trý góð boð. Fyrsti filmurin, "Certain Women", er frá 2016, og byggir á søgur hjá einum kvinnuligum rithøvunda úr Helena í Montana, Maile Meloy, har tær tríggjar søgurnar, ið bera filmin, eisini fara fram. Huglagið og søgugongdin eru so stillfør, at eg vil í summum førum siga beint fram avbjóðandi, tí gongdin krevur tolinmóð. Júst hetta ger filmin spennandi at síggja, tí tað ósagda, heldur enn tað sagda, ber filmin. Hóast tvístøður og avbjóðingar royna kvinnuligu høvuðspersónarnir at klára seg gjøgnum gerandisdagin, í einum føri á hesti sum alternativ til bil, og við Guy Clark og ”Boats to build” á ljóðsporinum. Framúr, um tú ert til vegjaðarafilmar av bygd í USA. Kelly Reichard er fødd í Florida í 1964. Annar filmurin er spildurnýggjur og gjørdur til Netflix. Heimildarfilmurin sigur søguna um Anna Nicole Smith, sum í veruleikanum eitir nakað heilt anna

Hvar parkerar tú orðið parkering

Fyri árum síðan var ein viðfevnd og glæsilig frílendisætlan gjørd í Havnini, frá Hvítasandi, har tyrlan lendir, út á Boðanes og allan vegin niðan við Hoydalsá og gjøgnum dalin og grøna økið, sum har er. Vakurt og visjonért, serliga tá gongugøturnar styrkja og styðja upp undir ætlanina, sum ikki bara er ein abstrakt skriviborðstekning, men til borgarans besta at brúka.  Og hvat er sjálvsagdari enn tað.  Borgarin hevur jú sjálvur betalt heila gildið. Tað ger hann altíð. Eisini tá rembingar eru í kommunalinum, har fólk hava sín fulla rætt at stilla upp, hóast avrikini ikki altíð hava verið so burðardygg og framtíðartryggjað, heldur ikki tá umsitingarligu avrikini, móti betrivitandi, ætlaðu at forfjóna søguligar varðveitingar, sum til dømis Skansan. Nú fer kommunalið at gera broytingar í hesi somu frílendisætlan uppi í Hoydølum. Ikki tí, eingin aktivitetur er har, men tað er hitt, tú veit, sum kommunalið elskar og altíð hevur elskað. Tað byrjar við P og er so væl fjalt í fundarfrágreiðing

Innpakkaður býur

Meðan Havnin ger seg summarklára, tita turistar úr hvørjum króki, at fáa eina mynd úr hesum eksotiska miðbýi. Haldi meg síggja, at okkurt myndafólk heldur, at tað munnu vera lokaltlistaligir eftirkomarar hjá bulgarska Christo, ið gera um seg. Tað var hann, sum pakkaði brúgvar og hús inn, so leingi hann livdi.  Pont Neuf í París, ríkisdagsbygningin í Berlin, the Gates í Central Park og Triumfbogan í París, sum øll vórðu pakkað inn, wrapped , sum sermerktu listaverkini hjá Christo vórðu kallað í býarrúminum. Á sama hátt eru bygningarnir í Havn í dag pakkaðir inn í krympiplast, og arbeiðsuppgávur í miðbýnum eru enn fjaldar av kulissum, sum var tað í Hollywood.  Nú er leingi bíðað, at fáa eina fatan av, hvat kommunan skal fáa hetta skattafíggjaða trivnaðarátak at blíva til. Sigst, at í summar verður alt á Vaglinum klárt og liðugt. Í hvussu er á ólavsøku. Livst so spyrst.  Men úti á Bacalao liggja teir báðir russararnir, Melkart 4 og 5, og fáa olju, kanska hina síðstu, frá Magn. Tað velst u

Tummas Jákup við øðrum eygum í Hæddini

Hvar hann so er, er tað altíð nakað fjálgt at vera til framsýning hjá Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, sum sæst longst til høgru. Hini, sum síggjast á myndini, sum Ole Wich tók, eins og allar niðureftir, eru Tóta, Paula og Meinhard. Tummas Jákup er aktivt eygleiðandi, og systrarnar eru altíð har, at minna meg á, at vit eru tríðmenningar, og annars um øll ættarbondini úr Gøtu.  Framsýningin, sum í hædd og breidd fer um flestu høli hjá arbeiðsmannafelagnum í Saltangará - í Hæddini er tað ikki til at finna útav, um vit eru í Heiðunum, Saltangará ella Runavík - telur í framsýningarskránni 192 talmerkt verk.  Tá er Fjepparsalonin hjá Tótu Árnadóttir, Paulu Gaard og Meinhardi Jensen ikki tald við. Tað eru tey trý, sum síggjast ovast, ið hava skipað fyri framsýningini við dyggum stuðli frá øðrum. Gjøgnum árini hava tey trý trúliga keypt verk frá Tummas Jákupi, sum síggjast í Fjepparasalonini, verkini. Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og fleiri hava stuðlað, og tað er ein fragd at koma inn

Tonk - ein dag standi sjálvur eg har

  Tonk - ein dag standi sjálvur eg har. Soleiðis syngja vit í Mær er sagt um ein stað . Uppafturtøkan í teim trimum ørindinum ger, at orðini fara sum ísur niður eftir aldrandi rygginum. Tað var ikki fyrsti setningur, tú steðgaði við og skifti orð um á tínum arbeiðsplássi. Men - tonk - sum tíðin gongur, so ert tú har, við tí russiska klokkuklangi og øllum tí, sum dómadagslagið leggur seg upp at, skal hann syngjast. Einsamallur, tí eingin er at tosa við. Tann næstelsti er farin. Marginaliseringin og polariseringin, sum tú aldri áður hevur varnast, er ein veruleiki, sum tú nú ert mitt í. Tú verður ein paria í tí frambrúsandi samfelag, ið siglir fram yvir lívsins hav, og týðuliga hevur aðrar tilbiðjandi fyrimyndir enn tær, vit vanligu kenna ella skilja. Júst hesa støðu lýsir danska sjónvarpið TV2 í morgun. Aldrandi menn, men eisini kvinnur, sum kanska eru enn verri fyri, tá tær missa sambandið við arbeiðsmarknaðin, tá aldurin leggur sína køldu hond á gerandisdagin, og tú uppdagar, at tað e

Til lukku, Noreg

Christian Berg Gravningen hevur málað norska tjóðardagin, Syttende Mai . Hann er sonur systkinabarnið í Notodden, Sissel, og útbúgvin á Kunsthøgskolen í Oslo. Myndina niðast hevur mamman tikið av altanini í dag. Tað var í einum klippi við lívskátum fuglum úr eini summarsligari heimaheilsan frá Jonas Gahr Støre, at Sigrún Brend í morgun minti meg á, at í dag er norskur tjóðardagur.  Tøkk fái hon fyri tað.  Tí í okkara dansktstýrda gerandisveruleika er tað eingin sjálvfylgja at fáa eitt orð til dagin og vegin, sum ikki er úr Danmark, ella frá einum danskttalandi skeiðshaldara, sum skal læra okkum at samskifta í eygnahædd á heimrustini, so alt heimasegmentið forstendur tað.  Og so gera vit sum Ingrið, tá Jette í 1983 legði fram Børn før TV í nýggja Norðurlandahúsinum. Seta ein einfaldan spurning á føroyskum, bara fyri at fáa lærda framløgufólkið at siga: ”Undskyld, kan du lige genta’, så jeg kan forstå spørgsmålet?”  Nú tað sama hendir í Fólkatinginum, haldi eg, at henda snildisliga hand

Tá tónleikur er bestur

Her er dømi um styrkina í sangi og tónleiki. When all is said and done, sum Grand Prix vinnararnir í 1974, Abba, seinni sungu, kom niðurlendski vinnarin í 2019, Duncan Laurence, á pallin í Liverpool í gjárkvøldið og savnaði øll tey medvirkandi í felagssanginum hjá fótbóltsbýnum - You’ll never walk alone.  Akkurát sum The Band gjørdu, tá teir savnaðu fólk til The Last Waltz í 1976.  Fólk vórðu so rørd, at BBC segði, at hetta var fyrstu ferð í 67 ára søguni, at vertirnir máttu fáa pausu at turka tárini.  Í okkara maktfulkomnu gernadishugsan, har eingin annar enn vit sjálvi eru harrar í egnum lívi, húsi og arbeiðsplássi, mugu vit í okkara heimadyrkaðu mentan og atferð yvirgeva okkum og sanna, at sangur og tónleikur er størsta og sterkasta styrkin, tá vit samkenna við teim órættaðu, tí eitt kúgað fólk hevur altíð rætt. Aldri áður hevur sangur og tónleikur staðið so unisont sterkur, sum hesa løtu, har ukrainski vertskapurin var fluttur til Liverpool.  Man fær næstan hug at fara hagar ein tú

Fer Kroatia at vinna við einum subversivum friðarsangi?

Besti sangur í Eurovision sjovinum í ár er úr Kroatia. Orsøkin til at eg haldi tað, er fyrst vavið og útbreiðslan, sum hetta sjov hevur fingið í blinkstrandi heiminum og síðan, hvussu væl provokatørar duga at finna afturundirgerð og íðukálvar, og síðan leggja seg væl fyri í kjalarvørrinum á mainstream og sleppa upp á borgarliga familjupallin, at sníkja subversivan boðaskap út til allan heimin í prime time. Hetta er kjarnin í Grand Prix, sum vit fyrr søgdu, og Eurovision Song Contest, sum tað nú kallast, og Føroyar vilja eiga ein lut í.  Kroatiski bólkurin eitir Let 3 og hevur seinastu fjórðingsøldina givið út tíggju plátur, í summum førum so ónærisligar, at teir av forstáiligum orsøkum hava verið sensureraðir. Teir hava roynt listaliga tónleikaformin punk heilt í mark. Júst tí haldi eg, at teir í ár eru so áhugaverdir við einum agitatoriskum eysturevropeiskum friðarsangi, har teir enda við at ríða á reyðum bumbum og ganga í berum undirbuksum. Samstundis eru teir so tilvitaðir um sjangr