Skip to main content

Posts

Good to be kind

Hóskvøldið í farnu viku var eg í Sirkus og spældi úr eini hálvtrýss ára gamlari plátu. Sum ein diskleymari, og váttan um, at eg ikki bara spældi retarderaðan gamlamanstónleik, innleiddi eg við at vísa á afturvendandi kanningar, sum siga, at tá tú ert trýogtredivu, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki.  Eg eri akkurát tvær ferðir tann aldurin, og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki.  Og so kom diskleymarin. Nýggjasta er plátan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum, Good to be kind . Í mínum oyrum ein avbjóðandi titulreferansa til Cruel to be kind hjá Nick Lowe, sum einaferð skrivaði The Beast in Me til verfaðirin, Johnny Cash. Nú er tað Good to be kind.  Við avsetti í eini murrumjúkari munnhørpu, sum kundi verið Toots Thielemans, og einum varisliga bleytum klaveri í miðdeplinum, innan trumma og melodiskt markerandi basslinjur koma við - sum vóru vit onga aðrastaðni enn í Abbey Road, tí her smildrast eingin ljóðmynd - tá støk

Putin og Tucker í Copilot

Í ongum av skúlunum, eg kenni til, hvørt teir so itu realskuli, studentaskúli, læraraskúli, ella danmarks pædagogiske universitet, høvdu vit møguleika at spyrja ein loyniligan, men tó fult lógligan, korrespondent, hvør meinigin er, um ikki við tí heila, so samtíðarhendingum, sum nógv tosa um, men bert fá hava innlit í. Nú hava vit vitlíki.  Higartil er tað trároynt á fleiri miðum við versiónini hjá OpenAI, ChatGPT, sum Microsoft so ruddiliga nú hevur yvirhálað við Copilot. Dagsins spurnarevni við Copilot er meir enn tveir tímar drúgva samrøðan, sum ídnasti trumpistur í USA, sjónvarpsmaðurin, Tucker Carlson, gjørdi í Moskva hin 6. februar, og sendi á egnari rás, Tucker Carlson Network. Innan eg fari í dialog við Copilot um samrøðuna, leiti eg á heimasíðuni hjá Tucker at kanna, hví hann fór frá Fox og byrjaði fyri seg sjálvan. Hann sigur:   News coverage in the West has become a tool of repression and control. Reporters no longer reveal essential information to the public; they work to h

Gram undir nálini í Sirkus

Í gomlum kovboyfilmum kom orðið watering hole fyri. Ein hylur, sum hestarnir kundu drekka úr. Í dag verður orðið brúkt um skeinkistøð í býnum. Eitt tílíkt er Sirkus í Vágsbotni í Havn. Har hevur Sunneva Háberg Eysturstein í langa tíð skipað fyri opnum plátuspælara og mikrofon. Undir heitinum Vinylgripir spældi eg hóskvøldið úr 50 ára gomlu plátuni Grievous Angel hjá Gram Parsons. Sum ein disclaimer innleiddi eg við at siga, at sagt verður, at tá tú ert 33, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki. Eg eri tvær ferðir tann aldur og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki. Nýggjasta, er Lena Anderssen, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum á nýggju plátuni, Good to be kind, sum við piano í miðdeplinum kundi verið ein tíðarleys Caren Carpenter, sum sang í einum hugsaðum Rodgers og Hammerstein leiki, men hetta er føroyskt frá Lenu og Niclas Johannesen okkara millum í dag. Ein hugtakandi referansa, sum ber ein framúr sang gjøgnum nógvar tíðarlummar. Men onkuntíð dámar mær at l

Facebook fyllir tjúgu

Í dag fyllir Facebook tjúgu ár og hevur fleiri enn tríggjar milliardir brúkarar. Tað hevur eingin líknandi fyritøka ella tænasta. Ikki nær námindi. Í Føroyum eru so nógv á Facebook, at tað er ikki óvanligt at hoyra marknaðarfólk siga, at Føroyar er eitt Facebookland. Tað er har, fólk kunngera hvat tey halda, gera og ætla. Facebook er boðmiðilin og uppslagstalvan burturav.   Og so er tað hatta við ættargransking, at finna út av, hvør er hvør. Har er einki sum Facebook. Javnan hoyrast tó miðlafólk, serliga í morgunsendingini í Útvarpinum, brúka anonymiseraðu vendingina sosialu miðlarnir, tí tey ikki vilja taka ein miðil fram um annan, ella tí tey halda so lítið um Facebook, at tey ikki vilja taka tað í sín munn.  Men tað broytir einki við, at dyggasti fólksligi lýsingamiðil í Føroyum er Facebook, vilt tú siga øðrum frá um eitt tiltak, har tú ikki hevur pening til lýsingar.  Enn eru í hvussu er mest sum øll í Føroyum á Facebook, fyri ikki um at tala á Messenger, sum altíð hevur verið teng

Vitlíki - skúlin á vegamóti

Vitlíki, sum er ársins orð, hevur sett skúlan á eitt heilt nýtt og kanska kollveltandi vegamót. Ikki tí, tað er í skúlans nattúru og mergi, altíð at vera á vegamóti, men vitlíki er við serligari styrki komið inn á okkum, um vit vilja tað ella ei.  Í gjár kunngjørdu tey 27 ES limalondini úr Brússel, at tey eru samd um bindandi lóg fyri vitlíki, The Artificial Intelligence Act.  Politico skrivar í dag, at "The law would ban some applications of AI technology, impose strict limits on use cases considered high-risk, and hem in the most advanced software models with obligations of transparency and stress-testing. The EU is the first out of the blocks in laying down binding rules for fast-moving AI  technology. Even if many countries and international clubs - from the OECD to the G7 - have spent the past few years pondering how to regulate AI, most have stuck to voluntary guidelines or codes of practice."  Verksmiðjurobottar og bilar úr Kina, sum koyra sjálvir, hava vit hoyrt um í

Ódnin bleiv politisk

Ikki havi eg varnast fyrr, at politikarar brúka veður og vind sum taburett at standa á, nú teir hava tørv á at skapa sjónligheit, tí hann lotaði. Men tað hendi í dag.  Fyrsti var Bjarni K. Petersen í Framsókn, sum er landstýrismaður í lógarmálum, ið lovprísaði so mongum veljarum sum løgreglu, átaksleiðarum, sjúkraflutningi, sløkkiliði, bjargingarfeløgum, og mong onnur, sum hann sigur í eini politiskari tøkk, nú ódnin brast á um alt landið og útvarpið sendi allan dagin.  Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum er úr Javnaðarflokkinum, vil ikki standa aftanfyri. Til miðlarnar sendir hann eina heilsan, í stíli sum nýggjársheilsan, har hann takkar enn fleiri fólkum, hópum og veljarum, enn Framsóknarmaðurin fyrr um dagin.  Eftir ódnina í dag, sendir hann ódnartøkkir og -heilsanir til "bjargingarfeløg, sløkkilið, løgreglu, Landsverk, Veðurstovu Føroya, KVF, aðrar miðlar, sjálvboðin og nógv onnur, sum vóru klár um alt landið" og ikki minst øll tey, sum vóru til arbeiðis. Nú manglar bara,

Tað tekur leyst

Hetta er útsýnið úr køksvindeyganum beint áðrenn klokkan ellivu í morgun.  - Tað tekur leyst, sum eg hoyrdi Ivan úr Nólsoy siga nakað herfyri, tá sýnið yvir fjørðin var tað sama við glaðum, ella sum orðabókin sigur: guva á sjónum, ið hvirlast upp av kastivindi.  Onnur orð um veðurfyribrigdið eru meldurglaða og meldurhvirla.  Sagt verður í orðabókini, at fjørðurin kann standa í einari glaðu, ella hann leggur ikki glaðuna niður, hann glaðar alla tíðina.  Hann, sum sagt verður um guddómin, ið er identiskur við veðrið, ljósið og myrkrið.  Men longu á middegi dróg hann frá, einar tveir tímar fyrr, enn eg eftir veðurforsøgnunum hevði gjørt meg út til. Nú er illveðrið við Norrakystina, sum teir gomlu søgdu, tá teir lógu úti á redini. Myndirnar omanfyri og niðanfyri tók eg við 35 mm linsu. Trýst á, og tær verða størri.

Tá Finnbogi var í hvørjari stovu

Nú vísti Finnur Koba okkum tvær framúr og stuttliga kliptar sjónvarpssendingar um dagarnar fyri fjøruti árum síðan, tá Sjónvarp Føroya bleiv til, heilt nágreiniliga hin fyrsta apríl í 1984, tá vit fingu henda nýggja miðil inn á okkum, í almennum og lógligum líki.  Ikki tí, tey, sum fyrr búðu í Danmark, høvdu bæði sjónvarpskassa og videobandupptakara við sær, tá tey komu aftur til úthavsoynna Føroyar, har vit onnur vuksu upp uttan sjónvarp, mitt í Vesturevropa. Her var heilagi monolitturin Útvarpið hjá Niels Juel. Síðstu árini í 70’unum arbeiddi eg á Bryggjubakka, har eg saman við Elini Heinesen skrásetti spolabandsupptøkur við Símuni Nónklett, sum Janus Mohr hevði fyriskipað við klaverspæli hjá Rigmor inni í Eysturoynni.  Einuferðina varð eg sendur út í Læraraskúlahøllina við einum Studer Revox bandupptakara og eini Sennheiser MD421 mikrofon, henni, sum líktist barbermaskinuni.  Við høvuðtelefonunum uppiá, varnaðist eg fyrstu ferð tann mikla trega, sum ljóðfólk fáa, tá onkur hostar, ei