Ikki havi eg varnast fyrr, at politikarar brúka veður og vind sum taburett at standa á, nú teir hava tørv á at skapa sjónligheit, tí hann lotaði. Men tað hendi í dag.
Fyrsti var Bjarni K. Petersen í Framsókn, sum er landstýrismaður í lógarmálum, ið lovprísaði so mongum veljarum sum løgreglu, átaksleiðarum, sjúkraflutningi, sløkkiliði, bjargingarfeløgum, og mong onnur, sum hann sigur í eini politiskari tøkk, nú ódnin brast á um alt landið og útvarpið sendi allan dagin.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum er úr Javnaðarflokkinum, vil ikki standa aftanfyri. Til miðlarnar sendir hann eina heilsan, í stíli sum nýggjársheilsan, har hann takkar enn fleiri fólkum, hópum og veljarum, enn Framsóknarmaðurin fyrr um dagin.
Eftir ódnina í dag, sendir hann ódnartøkkir og -heilsanir til "bjargingarfeløg, sløkkilið, løgreglu, Landsverk, Veðurstovu Føroya, KVF, aðrar miðlar, sjálvboðin og nógv onnur, sum vóru klár um alt landið" og ikki minst øll tey, sum vóru til arbeiðis.
Nú manglar bara, at enn ein politikari, sum er enn meira ósmæðin og framfýsin, enn teir báðir rættuliga hóvligu omanfyrnevndu, fer at vitja ein skaðastað, eini hús, har alt er blást burtur, ella eitt høsnarhús, ið er farið um koll.
Eftir at Føroyar gjørdust eitt valdømi, er mangt broytt í marknaðarføring av verandi og komandi valevnum og í politiskum retorikki, fyri ikki um at tala lokala knýtið, sum ynskið var at fáa burtur, men er blivið verri enn nakrantíð, og sum skapar størri spenningar og avbjóðingar millum økini, har til dømis sjúkrahús verða brúkt í orrustuni, sum púra ópolitiskir pengamenn nú standa fram við og leggja rygg til.
Broyting býr í øllum. Eisini føroyskum politikki.