Hetta er útsýnið úr køksvindeyganum beint áðrenn klokkan ellivu í morgun.
- Tað tekur leyst, sum eg hoyrdi Ivan úr Nólsoy siga nakað herfyri, tá sýnið yvir fjørðin var tað sama við glaðum, ella sum orðabókin sigur: guva á sjónum, ið hvirlast upp av kastivindi.
Onnur orð um veðurfyribrigdið eru meldurglaða og meldurhvirla.
Sagt verður í orðabókini, at fjørðurin kann standa í einari glaðu, ella hann leggur ikki glaðuna niður, hann glaðar alla tíðina.
Hann, sum sagt verður um guddómin, ið er identiskur við veðrið, ljósið og myrkrið.
Men longu á middegi dróg hann frá, einar tveir tímar fyrr, enn eg eftir veðurforsøgnunum hevði gjørt meg út til. Nú er illveðrið við Norrakystina, sum teir gomlu søgdu, tá teir lógu úti á redini.
Myndirnar omanfyri og niðanfyri tók eg við 35 mm linsu. Trýst á, og tær verða størri.