Í gomlum kovboyfilmum kom orðið watering hole fyri. Ein hylur, sum hestarnir kundu drekka úr. Í dag verður orðið brúkt um skeinkistøð í býnum. Eitt tílíkt er Sirkus í Vágsbotni í Havn. Har hevur Sunneva Háberg Eysturstein í langa tíð skipað fyri opnum plátuspælara og mikrofon. Undir heitinum Vinylgripir spældi eg hóskvøldið úr 50 ára gomlu plátuni Grievous Angel hjá Gram Parsons.
Sum ein disclaimer innleiddi eg við at siga, at sagt verður, at tá tú ert 33, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki. Eg eri tvær ferðir tann aldur og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki. Nýggjasta, er Lena Anderssen, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum á nýggju plátuni, Good to be kind, sum við piano í miðdeplinum kundi verið ein tíðarleys Caren Carpenter, sum sang í einum hugsaðum Rodgers og Hammerstein leiki, men hetta er føroyskt frá Lenu og Niclas Johannesen okkara millum í dag. Ein hugtakandi referansa, sum ber ein framúr sang gjøgnum nógvar tíðarlummar.
Men onkuntíð dámar mær at lata ferðing og tónleik ganga saman og verða eitt. Tað gjørdi eg í 2003, 30 ár eftir at Gram Parsons doyði, 26 ára gamal í rúmi nummar 8 á Joshua Tree Inn við Mojave Oyðimørkina.
Skrivaði meg inn á rúm nummar 8, og fann í bíbilska oyðimarkarhitanum uppá at skriva eina minnisgrein um Gram Parsons til Sosialin.
Eirikur Lindenskov, sum eigur húsini hjá Jóan Jakku, har Sirkus er í dag, hevði funnið mær upprunagreinina, sum sæst niðanfyri.
Til hetta analoga kvøldið hevði eg eisini funnið framkallaðar pappírsmyndir úr rúmi nummar 8, og myndir úr Mojave oyðimørkini, har Parsons varð brendur og spjaddur fyri allar vindar undir Kap Rock. Ja, brendur og spjaddur fyri allar vindar.
Eftir at hava spælt fyrsta sangin á plátuni, Return of the Grievous Angel, las Petur Rouch yvirskriftina og undiryvirskriftina. Síðan las eg greinina og endaði við at spæla seinasta sangin á plátuni, In My Hour of Darkness.
Heri Dam tók myndirnar inni í og uttanfyri Sirkus.
Ein hugvekjandi løta at møta vinum, og at sleppa at halda á nýggjastu posthumu plátuni hjá Gram Parsons, sum dótturin Polly og plátuhandilin Amoeba hava givið undir heitinum The Last Roundup: Live from the Bijou Café in Philadelphia 3/16/1973 (Gram Parsons and the Fallen Angels). John Dam hevur fingið fatur á hesi sjáldsomu plátu.
Og ikki minst at møta ungum fólki, sum Óla Jákup Müller, ið dyrkaði Parsons og visti alt um hansara sangir og plátur, Cosmic American Music, og enntá visti, at tað var Chris Hillman, ið fortaldi Parsons um Emmylou Harris. Tað visti eg ikki.
Takk fyri tiltakið, og møguleikan at lata ferð og tónleik renna saman, Sunneva.