2.3.08

HEIMLEYS VITAN

Tíðargrein, Sosialurin 29. januar 2008:

"Hvat skal eg gera?" sigur lærarin ráðaleysur. "Tey eru sekstan ára gomul, vita alt um internetið, men duga ikki at halda einum blýanti. Hvat skal eg gera?" tekur lærarin uppaftur og suffar.

Orðini fella í einari modernaðari skúlastovu fyri jól. Ein heilan fyrrapart hevur flokkurin við sjáldsamari fynd skift orð um teldutøkar miðlar, spøl og film. Næmingarnir eru sjáldsama væl fyri og duga at venda og snara hvørjum smáluti í filminum um Borat og telduspælinum World of Warcraft.

Men tíðindi lurta tey ikki eftir. Lesa ikki bløðini og luttaka ikki í bókligu mentan skúlans. Meðan frægari er við gentunum, eru dreingirnir bókliga ómælandi. Mált eftir skúlans alin eru hesi ungu virðisleys, outcasts. Uttan at seta orð á støðuna, eru tey fullgreið um teirra skúlaliga ódugnaskap.

Ávegis til vitanarsamfelagið, eru tey heimleys. Skúlin gevur teim ikki innivist, tí hann dugir ikki at máta teirra førleika. Hann er ikki á nakrari tímatalvu, førleikin. Kann ikki setast inn í ein fýrakantaðan kassa, sum ein lærari kann máta, meta og viga.

Innan tey hava slept tvungnu skúlagongdini, hava tey longu sannført seg sjálvan um, at tað er ókul at vera klók.

Útihýstir dreingir

Hyggja vit at dreingjum og teirra fragd at spæla ógvuslig telduspøl, síggja harðskapsfilm og lurta eftir heavy rokk, kunnu vit staðfesta at hesin dugnaskapur er útihýstur í dagsins skúla. Hóast tað er ásett við lóg, at skúlin skal taka støði í hinum einstaka næminginum.

Svenski granskarin Keith Roe vísir í bókini Våld från alla håll (Bokforlag Symposium1993) at eitt tætt samband er millum at síggja nógvan harðskapsfilm, at vera úr arbeiðarastættini og at fáa javnt vánalig støðumet í skúlanum. At verða við í einum vinarskara, ið summi kalla banda, sum javnan hyggur at harðskapsfilmi, kann tí skiljast sum ein sjálvsverja, tá sjálvvirðið verða hótt ikki bara heima, men eisini í skúla.

Roe sigur, at drengir úr arbeiðarastættini, sum saman við javnlíkum spæla nógv við teldu og hyggja nógv at filmi, sjáldan fáa høvi at vísa teirra førleika í skúlanum. Hetta tí, at skúlin byggir á miðalstættina og hennara avmarkaðu hugsan um dannilsi, har spæl og leikur ikki tænir persónliga mennandi endamálum og tí eru útihýst, sigur hann.

Lykilin til framtíðarsamfelagið

Undanfarna ár teknaðu PISA-fólkini eina vangamynd av føroyska skúlanum. Myndin avdúkaði so vánaligar førleikar, at vit kendu okkum sum sligin á nevið. Lukkutíð fór Skúlablaðið straks undir miðvísa tíðindatænastu og eydnaðist at seta skúlamál ovast á breddan í øllum miðlum.

Skúlin, har øll hava gingið og tískil altíð hava eina lógliga meining um, er sum aldri áður vorðin kjakevni. Rætt sum valutatíðindi, ið komu til, tá Sparikassin setti ein journalist í starv, so blivu skúlatíðindi ein natúrligur partur av almenna kjakinum, tá fólk varð sett at røkja hesa uppgávu. Men so hendi lítið meir. Uttan onkur smávegis játtan her og har, mest sum bara fyri at bøta um ringu samvitskuna hjá teim tinglimum, ið eisini eru lærarar og nú skulu hyggja foreldur í eyguni.

Tí børnini eru framtíðar politikkur og – kunnu vit illavorðin leggja afturat – púra opin fyri manipulasjón og inndoktrinering. Soleiðis eru korini fyri innlæring. Og ikki var tað uttan orsøk, at russar sum tað fyrsta eftir kollveltingina, løgdu seg eftir at hava ein góðan og væl skipaðan skúla. Tað var alt um at gera, tí har var lykilin til framtíðar samfelagið. Tilætlaðar samfelagsbroytingar eru bestar at fremja í uppælingini.

Gott er, sum er

Nú er væl fráliðið síðani undankanning og hin veruliga PISA-kanningin komu fram. Men hvar eru politikaranir? Hví er eingin ætlan komin fram, hvussu vit bjarga okkum úr hesi óunnuligu støðu, har eingin bati hómast, men bara eitt illa útborðið barna- og ungdómslið? Hvør skal laga framtíðarsamfelagið, og leggja lunnar undir Visjón 2015? Her hómast eingin ætlan, bert innantóm herðróp.

Grundandi yvir hesar spurningar, gerist eg meir og meir sannførdur um, at júst hetta er støðan, okkara fólkavaldu politikarar, har av nógvir eru lærarar, vilja hava okkum at støðast í og vera fegin um.

Eftir sum fólkavaldu løgtingslimirnir ikki vilja játta skúlanum tað, sum hann skjalpógvað hevur brúk fyri, so mugu vit ásanna at støðan, politiskt betraktað, er í fínasta lagi. Politiski viljin er at halda skúlan, har sum hann er. Ikki eitt vet betri, annarleiðis ella hægri. Men júst so sum hann er.

Tí skúlin staðfestir stættarsamfelagið. Tann førleika hevur eingin annar stovnur ella intriv, alment ella privat, í okkara samfelagi. Og við PISA-kanningini hevur Mentamálaráðið givið politisku skipanini ein leist at skera skúlan eftir.

Í øllum einfeldni, og sum um tað var ein vinnulig fyritøka, verður úrslitið í PISA sett sum nýtt ýti hjá politikarum. Boðskapurin skal vera einfaldur. Men teir gloyma, at tað er skúli ongantíð. Og við síni einfaldu hugsan um skúla, verður stættarbýti meitlað í forniskan stein. Soleiðis skal skúlin virka. Hann skal verða eitt amboð at varðveita stættarsamfelagið til ævigar tíðir.

Og so kunnu politikarar kropp á kroppi siga, at skúlin er sum ein supertankari, ið tekur drúgva tíð at venda. Drúgvari enn eitt valskeið. Tann tankin kostar so einki. Men ímeðan gongur tíðin. Og valskeið dettur av valskeiði.

Klók børn klók foreldur

Øll varnaðust vit stóru yvirskriftina, at klók børn hava klók foreldur. Hetta er ein av stóru staðfestingunum í aktuellu PISA-kanningini. Restin av kanningini eru smámunir.

Felagsskapurin Heim og Skúli staðfesti longu á heysti 2006, at foreldur hava ein avgerandi leiklut fyri læringina hjá barninum. Men samstundis vísti felagsskapurin á nýggja gransking, sum staðfestir, at foreldranna týdningur sum lærarar fyri børnini, hvørvur ikki, tá tey byrja í skúla.

Umframt at samanhangur er millum dugnaligar næmingar og vælútbúgvin foreldur, vísir felagsskapurin eisini á ein størri samanhang, ið er millum dugnasemi hjá næminginum og møguleikarnar hjá barninum at samrøða við áhugað vaksin í heiminum.

Foreldrini – sum áður hava verið gjøgnum skúlaskipanina – hava altso størri týdning fyri læringina enn sjálvur skúlin. Og her er týdningarmikið at gera sær greitt, at næmingaavrik og dugnaskapur ganga báðar vegir. Bæði upp og niður. Sosiali arvurin er tungur at bera og verri at bróta.

Bleyt virði, WTF?

Ofta verður sagt at skúli og uppfostran eru tey bleytu virðini. Tey virði, sum kvinnur og kventlar fáast við. Hin virðini eru tey týdningarmeiru, tey, sum rættir menn við stirðili fáast við á Tingi og úti millum manna.

Í veruleikanum er tað beint øvut. Samfelagsbroytingar verða bara framdar í uppælingini. Tí har er lykilin til framtíðar samfelagið. Innan Tinggátt og úti í føroyska veiðmannasamfelagnum, hava menn ikki fangað hetta.

Men longu annan dagin í nýggja árinum eru tvær kvinnur, sum á skilagóðum støði viðgera skúlaviðurskifti í bløðunumi. Til fánýtis ætlaðu tær sær inn á Ting. Og komu tær inn hevði verið trupult hjá teimum at sannført allar floksformenn, at eitt stættarstríð yvirhøvur er til. Tí við støði í nýggjársrøðu løgmans, tileinkisger eini floksformaðurin í sama blaði alla hugsan um stættarstríð. Tað verður stríðið so ikki minni av.

Sløkk og kvett!

Hvat skal ráðaleysi lærarin gera og hvussu eigur skúlin at lofta hesum bleiku, svartklæddu dreingjum og gentum, sum bert tykjast finna fragd í sigarettroyki, dundrandi heavy rokki, telduspæli og blóðdryppandi filmi?

Sannleikin er at hesi ungu eru millum tey fáu, ið vísa vegin til vitanarsamfelagið. Men tey eru so marginaliseraði í okkara samfelagi at lívæðrin, internetveitarar, vilja ikki vita av teimum. Bløðini upplýsa at lógliga flat-rate haldið hjá teimum fyri túsund krónur um mánaðin verður ógildað, tí tey taka so nógv til sín. Eg meini tað.

"Veruleikin er tann, at við bert at læra ungdómin hesi (red: bókligu) tingini, so læra vit tey at gerast borgarar í einum samfelag, sum var til fyri nógvum árum síðani," segði eitt skilagott, ungt valevni. Sjálvur er hann skúlanæmingur á trettanda ári.

"Vit læra tey ikki at gerast virknar borgarar í samfelagnum, sum tey koma út í aftaná loknan lesnað. Orsøkin er sera einføld. Generella hugsanin er, at margmiðlar eru nakað tvætl, og teir skulu beinast burtur, so skjótt komið er inn um skúladyr. Sløkk fartelefonina, lat fartelduna aftur og fylg við og so framvegis," sigur unga valevnið um dagligu skúlagongdina í 2008. Heldur ikki hetta valevnið kom á Ting.

Svensk kanning


Svenska Ungdómsráðið kunngjørdi fyri jól eina kanning av 2900 ungum svium millum 16 og 25 ár. Heitið er Unga och netvärkskulturar – mellan moralpanikk och teknikromatik.*)

At spæla á teldu er nýggj atferð, íkomin seinastu fjórðingsøld. Sjey av tíggju svenskum ungdómum siga seg spæla telduspøl. Trý av tíggju gera tað hvørja viku ella oftari, og dreingir spæla meir enn gentur. "I kanningini síggja vit, at ung, sum spæla telduspøl, drekka minni rúsdrekka, kenna seg ikki so strongd og dyrka írótt á sama støði sum onnur javnaldrandi," sigur Per Nilsson, stjóri í Ungdómsráðnum.

Kanningin avdúkar eisini at tað eru ikki bara børn og tannáringar, ið spæla á teldu. Fimti hvør 25 ára gamal svii spælir teldu minst eina ferð um vikuna.

Í eina kapitlinum Datorspelande som bildning och kultur skrivar Carin Falkner, doktari á lærda háskúlanum í Örebro, um teir námsfrøðiligu møguleikarnar í spæli. Eftir at hava kannað ung og teirra telduspæl í tvey ár, endar hon greinina við hesum skaldabornu orðum:

"Í telduspæli síggi eg tað nælandi fræið, ið verður til ein heimsborgara, ella eina mentaða cyborg. Men at fáa hetta fræið at standa í vøkstri, krevst ein námsfrøðiligur samanhangur, ið bæði tekur subjektivu og objektivu útbúgvingina við, og sum megnar at skoða út um hesi bæði, við í fyrsta lagi at brúka royndirnar hjá teim, sum brúka telduspøl og í øðrum lagi at geva hesum førleikanum fremmandar avbjóðingar. At lærarar og næmingar í felag lata upp fyri tí, sum tykist hvørjum øðrum fremmant og á henda hátt fáa høvi at tulka og læra seg betur at skilja. At lata sum einki og enntá vísa telduspæli burtur úr skúlanum er at køva nælandi fræið." (bls. 45).

Rannsókn í gaddajørð?

Ofta verður sagt, at Føroyar eru ein rannsóknarstova, tað verði seg innan veður og vind, máliskur ella arvaeginleikar.

Hyggja vit í aðalmálini í Visjón 2015, síggja vit bjartar vónir um at Føroyar verða fyrimynd í alheimssamfelagnum, at vit fara at eiga vælvirkandi skipanir, ið borga fyri dygd og nýskipan og at mentan og list verða týðandi partar av okkara samfelagsbúskapi.

Ungdómurin, ið skapar framtíðina, er so ikki tikin við uppá ráð. Tað ungdómliga fræðið, ið fær vitanarsamfelagið at næla, er fallið í gaddajørð. Men vón er fyri framman. Nýggjasti landstýrismaður okkara segði fyri jól, at "Vit mugu flyta okkum sum fólk og land nógv nærri einum vitanarsamfelagi." So satt, so satt. Men hann hevur longu lagt frá sær.

*) Svenska frágreiðingin kann takast ókeypis niður av heimasíðuni www.ungdomsstyrelsen.se

Tíðargrein, Sosialurin 29. januar 2008