Skip to main content

Koloni Box





Í morgun tók eg hesar myndirnar av Jóhan Martini Christiansen, 21, sum arbeiðir við instalasjónslist í Müllers Pakkhúsi.

Hann hevur smíðað seks kassar, Koloni Boxir, sum fylla stóra rúmið í gamla pakkhúsinum við vágna í Havn.

Almenna ferniseringin er fríggjadagin 3. juli 2009 kl 16:00. Ein hálvan tíma seinni er Mrs. Duplo dj í somu hølum.

Jóhan Martin Christiansen sigur soleiðis um framsýningina:

“Í sambandi við at Tórshavnar kommuna hevur verið demokratisk vald kommuna í 100 ár, ætlaði eg at skipa fyri einari verkætlan, sum er eini framsýning í Müllers Pakkhúsi, har ið framsýningin skal endurspegla ella viðmerkja, tað at liva í einum fólkaræði, sum samstundis er eitt ræði, ið hevur støðu sum koloni. Hetta er eitt paradoks. Alt, ið rørir seg í samfelagnum, verður á ein ella annan hátt definerað og skilt út frá hesum – tað at vera ein koloni. Tó er øllum greitt, at Føroyar eru ikki ein vanlig koloni, har Danmark virkar sum kúgandi vald. Tað er ikki so, at danski státurin beinleiðis vinnur pening, vørður og so framvegis burturúr Føroyum, í øllum førum ikki soleiðis, sum vanligt er fyri eina søguliga koloni, sum til dømi donsku Vesturindisku oyggjarnar.

Hetta ger paradoksið enn meiri torskilt og trupult at seta seg upp ímóti. Tí hvat skal mann seta seg upp ímóti? Til hvørja nyttu? Hvat er so málið at náa aftaná? Hvørji virði verða eftir og hvat verður skilt frá? Og hvat kemur so ístaðin? Hví vil mann búgva í Føroyum? Hví flyta summi av landinum? Og hvat velur ein, sum flytur, at hava við sær í kuffertinum? Hvar standa Føroyar og føroyingar í dag? Hví verður skipað fyri hálvsmartum tiltøkum við New York og Sex and the City sum fyrimynd fyri kvinnur? Hvar er føroyski maðurin? Kann hann identifisera seg við mannin, ið er til skips, luttekur í grindadrápi, hevur stóran bil og hús, eina fitta konu? Eksisterar ein queer-mentan í Føroyum? Kanska enntá ein serstøk føroysk queer-mentan? Og hví hevur David Bowie ikki havt konsert í Føroyum?

Slíkir spurningar koma undan kavi, tá ið hugt verður nærri at hugtakinum Føroyar sum koloni úr einum mannfrøðiligum sjónarhorni, heldur enn einum politiskum horni. Allíkavæl hongur hetta tó alt saman.

Eg vil við verkætlanini Koloni Box spyrja, hvat er í hesi box’ini, sum vit kalla Føroyar, og hvussu alt hetta virkar í mun til heimin kring okkum.

Verkætlanin er at visualisera spurningin við at byggja nakrar ymist littar kassar, sýnisgluggar ella rúm, ið eg velji at kalla Koloni Box’ir.

Í hvørjum kassa verður eitt evni, sum er ein tvørskurður gjøgnum søguna. Støðið verður tikið í ymiskum føroyskum viðurskiftum, ið siga nakað um hugburð og virði í Føroyum, bæði í dag og fyrr.”