3.9.10

Americana í Føroyum

Dickie Lee Erwin og Stanley Samuelsen í Irish Pub fríggjakvøldið. Umframt trúfastar countryfjepparar var eisini familjan hjá Stanley møtt (Myndir: Birgir Kruse)

Um miðan august fekk eg meyl frá einum vágbingi, um at ein amerikanari skuldi hava konsert har í bygdini. Kannaði leinkið, sum fylgdi við meylinum og svaraði aftur: 'Hesin maður er alt ov góður til Vág!'

Nú havi eg hoyrt hann live, saman við Stanley Samuelsen. Saman, spældu teir í Irish Pub á Skálatrøð í Havn. Og tá eg sigi saman, meini eg veruliga saman. Samanspælið var so tætt og vælklingandi at ein skuldi trúð teir vóru barndómsvinir.

Fyri fullum húsum rullaðu teir seg út við sangum hjá Dickie Lee og einstøkum klassikarum inn í millum. Óansæð, hvør sangurin var, so ljóðaði gittarspælið hjá Stanley sum eitt heilt orkestur, pluss Chet Atkins, mind you! Ein fragd at hoyra vælskipaða fylgi- og undirspælið, eina løtu fingerpicking bluegrass, sum sótu vit á The Station Inn í Nashville, og so ein klassikari hjá Lefty Frizzell, ein hjá Carter Family frá 20'unum og so aftur í Americana umhvørvið hjá Dickie Lee úr Austin, Texas. Stanley lyfti og bar konsertina við bravour.

Ein heil sangbók av Americana heiðini. Allir sangir við fynd og onkur eisini smittandi felagssangur, ikki ólíkur Hundinum Brúna. Tað var sangurin um hann, ið ynskti sær eitt nýtt, stórt sjónvarp Big Screen Color TV. Sarkasma í spontanum felagssangi, praktfult. Og so kom ein røð av sangum um bóndalívið í Texas og longsulin eftir California.

Ein sindur av Robbie Fulks og Robert Earl Keane hómast í sangunum hjá Dickie Lee og tað er ikki eitt vána skoðsmál, tá talan er um Americana, sum søkir hitt revolterandi, heldur enn ljósareyða sólsetrið og jodlandi lassokastaran. Fantastiskt at hoyra so nógvar og so góðar sangir, sum eg slettis ikki kendi áður.

Og so er tað Stanley. Eitt heilt einmansorkestur. Var amerikanarin óvæntað góður, so var eg púra paff av Stanley. - Hann eigur showið, segði síðumaðurin um Stanley. Ja, eg eri ikki ósamdur. Stanley trúnaði fram í nýggjum líki, ella í hvussu er annarleiðis enn eg havi hoyrt hann áður. Ein sannur tónlistamaður. Frá Silly Boys í Fuglafirði, til Janus Djurhuus og Trio Acustica, og nú - Americana við Dickie Lee Ewing.

Vágbingar kunnu gleða seg, nú Stanley og ein amerikanari, sum býr so langt frá havi, sum slepst, eru farnir umborð á Smyril og sigla suður. Góða konsert, øll tit í Vági!