Kinna Poulsen við nýggju bókini Listin 2010. Inger Smærup avmynda á Heystframsýningini fyrr í ár. Carl Jóhan Jensen við ørkum úr Skjaldraveldinum. Bárður Jákupsson, Sakaris Stóra og Kinna Poulsen. Bárður hugsunarsamur við Listabókini (Myndir: Birgir Kruse)
Eitt gosfjall av upplivingum. Soleiðis plagdu tey at selja ferðir til íslendska høvuðsstaðin. Í dag hóskaðu orðin til Havnina. Hvørt hús í miðbýnum er opið, mangt er at síggja og meir at keypa. Rabarbuglas í Bajanstovu, Brylcreme hjá Katrinu og ullavørur hjá Andriasi í Vágsbotni, har italska gólvið enn er líka spennandi at traðka á.
Úti á Skálatrøð, í hølunum hjá Steinprenti, løgdu John Dalsgarð, Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen fram bókina Listin 2010. Bókin byggir á tekstir, sum hava verið á blogginum Listin í ár.
Eg havi áður sagt mína meining um blogg og prent, til dømis í tekstinum Kann mann blogga uttan blogg 2. juli í ár. Tí hevði eg mínar betonkiligheitir við hesari bók, sum endurprentaði tekstir úr einum bloggi, tað vil siga tvær hevdir og tvey sløg av tøkni, sum verða sett í eitt samband, sum eg ikki helt vera til.
Men tá eg tók bókina upp í hondina, sá eg, hvussu væl John Dalsgarð hevur skipað tilfarið og hvussu stóra og góða rúmd hann gevur myndlistini. Eg eti allan kritikk í meg og fegnist um hesa bók, sum gevur talgilda Listablogginum eina nýggja estetiska dimensjón, sum bara riggar í bók. Ein sublimering av blogginum.
Inger Smærup helt ein hugvekjandi og hvassan fyrilestur um mentanarpolitikk í ljósinum av stevnuskráunum hjá politisku flokkunum. At tosa um ljós, er kanska skeivt. Tá fyrilesturin var liðugur, helt Inger speiandi fyri, at eftir hesi niðurbrótandi orð, kundi verða gott við uppbyggiligum orðum frá áhoyrarum. Men eingin hevði hug at kjakast.
Kinna Poulsen hugleiddi um listina hjá fjøllistamanninum Tóroddi Poulsen og vísti til framhaldandi lesnað í bókini.
So fór Carl Jóhan Jensen at læsa úr Skjaldraveldinum, millum annað um Telefonærina. Ein frálík løta, mitt í livandi søguligu Havnini, eisini við gløggari list.