Skip to main content

Ljóð úr húsum


Hetta vikuskiftið hevur longu verið fjøltáttað. Fríggjadagin var arkitekta- og listatiltakið Millum Kongaminnið og kitsch í Norðurlandahúsinum. Seinni um dagin var fráfaringarsamkoma fyri Helga Fossadal í Listaskálanum og á sama staði legði Mikael Wivel fram bókina Sekel um føroyska myndlist í hundrað ár. At sodna allar hesar mentanarligu upplivingar rýmdi eg sjálvur fjórði til Klaksvíkar at eta vaflur og lata Havn vera Havn. Eina løtu í hvussu er. Men ein tanki bleiv við at spøkja. Ein tanki, sum eg ikki fekk bilbugt við fyrr enn langt um leingi. Meir um hann, henda illavorðna tanka, í endanum.


Fríggjadagurin byrjaði við at Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, við vælvaldum orðum setti ráðstevnuna Millum Kongaminnið og kitsch í Noðurlandahúsinum. Síðani helt danski arkitekturin Lars Gemzøe ein hugvekjandi fyrilestur um rúm í miðbýnum kring allan knøttin, fyrst og fremst fyri fólk sum ganga og súkkla. Her var veruliga nakað at læra fyri miðbýin í Havn og Klaksvík, sum í báðum førum er steindeyður. Gemzøe endaði við einum brævi frá Søren Kierkegaard, har hann minnir svigarinnuna á at ganga. Fyrst og femst at ganga.


Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn, helt ein eins hugvekjandi fyrilestur um Havnina og setti spurnaðartekin við at bilar skulu sleppa at taka alt plássið úti á Reyni, at Havnará enn ikki er opnað og at Vaglið er so deytt, so steindeytt. Tíanverri loftaði eingin úr Býráðnum hesum spurningum.



Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, greiddi frá, hvussu list er fastur partur av stórum bygningum í Havn, sum í skúlanum við Løgmannabreyt og á Hamrinum á Argjum. Hann fekk eisini nakrar kontantar spurningar frá listafólkum, til dømis Tróndi Patursson, um hvør gav faklig ráð, tá list bleiv keypt og sett upp á torgum og strætum. Gott kjak, sum gav góðar vónir um arkitektoniskt og listarligt samstarv í Havn.


Ole Wich hevði eina stuttliga og ikki sørt prikandi framløgu við trimum skotum, sum hann nevndi The Good, The Bad and the Ugly, har hann m.a. vísti fram eitt egið uppskot um Húkin í rundkoyringini í Klaksvík.


Ole Jensen legði til rættis bólkaarbeiði undir heitinum Frá hugmynd til mynd, har luttakararnir vóru settir í tíggju bólkar og skuldu finna dømi og síðani taka støðu til fyrisitingarlig og listarlig viðurskfti, tá ið list um ræður í almenna rúminum. Fyrireikararnir fara nú at savna skrivini frá bólkunum og seta tey í ein manual, ið kann greiða flest øll viðurskifti og ábyrgdir í hesum sambandi. Spennandi, um hetta fer at eydnast.


So fóru vit øll oman í Listaskálan at siga Helga Fossadal farvæl og keypa nýggju bókina hjá Mikael Wivel Sekel um føroyska list í hundrað ár. Bókin tykist eins áhugaverd og hon er drúgv. Ikki minst perman, sum er eftir Øssur Johannessen. Spennandi og óvæntað.


Men so er tað framløgan. Høvundurin gav vertinum í Refleksjón eina sovorðna skortfleingju, at eg mundi mist ondina, har eg stóð og lýddi á í meiri enn ein tíma við røðum og ringari inniluft. Høvundurin legði eftir Heina í Skorini fyri at vera eftir Helga Fossadal og javnmeta hansara starv í sjey ár við útlegdina hjá ísraelsfólki í Egyptalandi á sinni. Ein oyðimarkargongd. Eg má siga at eg skilji ikki orðini ella tilsipingina. So púra slettis ikki. Verturin fyri samkomuni gav við sama høvið fráfarandi stjóranum eina so dygga og treytaleysa álitisváttan, tí hann hevði ikki verið frammi í miðlunum um Listasavnið javnt og samt, sum onnur, øll hesi sjey árini. Javel, at gera tøgn til dygd. Kom í tankar um eina klummu í Sosialinum, sum min kæri starvsfelagi Dorit Hansen einaferð skrivaði Tøgnin rular. Tann, ið tegir mest hevur størstu maktina. Jú, her gekk sjón fyri søgn. Tøgn kemur á ting, tí tøgnin rular. Til tess at fáa hesa óunnuligu niðurstøða at sodna, rýmdi eg til Klaksvíkar at fáa vaflur frá Ige, Kristian Sigurd og Elsu. Vaflurnar í Klaksvík smakka betur enn listaumhvørvið í Havn.