Skip to main content

ET er lendur í Kvívík


Theodor Olsen er prestur í Kvívík og býr á Kirkjuteigi. Hesin prestagarður er helst bygdur um somu tíð sum fyrsta kirkjan í bygdini, miðskeiðis í 19. øld. Theodor vísti runt í kirkjuni, nú filmurin E.T. skuldi sýnast undir heitinum kirkjubio.




Umframt forvitnisliga standmynd av Stella Argus uttanfyri og urgu, altartalvur og ljós inn í kirkjuni, vísti prestur mær upp í tornið, har tvær klokkur eru. Størra og vanliga kirkjuklokkan er stoypt í 1974, men so er ein minni klokka, sum verður brúk til at kima við.


Í forskriftini, sum sæst omanfyri, stendur at kimað verður høgtíðsaftan kl 17 til 18. Byrjað og endað verður við nøkrum ringisløgum. Hetta verður gjørt hvítusunnuaftan, jólaaftan, nýggjársaftan og páskaaftan. Henda klokka, sum kimað verður við, verður stýrd av einum motori í eini gamlari vaskimaskinu, sum Eivind Vilhelm, bispur, átti. Maskinan sæst niðanfyri.



J. P. Gregoriussen, arkitektur, skrivar um núverandi kirkju í Kvívík í bókini Yngru Hválvkirkjurnar (1998), at “Petur í Mattalág í Havn varð biðin at tekna nýggju kirkjuna. Til hjálpar fekk hann sær Magnus á Kamarinum, sum hevði verið uttanlanda og fingið sær arkitekt-kunnleika, og Zakaris hjá Bøkjaranum, sum var kendur sum góður handverkari og húsasmiður. Áðrenn árið 1901 var av, vóru tekning og allar fyrireikingar lidnar. (...) Seinast í november 1903 stóð kirkjan liðug at taka í nýtslu. Kirkjan er øll laðað úr høgdum grótið, pussað uttan við sementi og kálkað við hvítum kálki. Takið var av jarn, málað reytt, somuleiðis eisini takið á torninum. Í 1990 var jarntekjan skift út við skifurtekju. Kirkjan er 30 x 15 alin til støddar uttan. Kirkjan varð vígd 3. sunnudag í advent, 13. desember 1903, av Fríðrikki Petersen, presti, á Nesi í Eysturoy.” Fyri stuttum er gjørdur tilbygningur, sum J. P. Gregoriusen sjálvur teknaði og er avmyndaður niðanfyri. Her varð filmurin um E.T. sýndur í kvøld.




Vælkomin til hesa kirkjubiosýning í føstu, við filminum E.T. The Extra Terrestrial. Ein av mest sæddu filmum yvirhøvur. Og ein filmur, sum ber í sær øll eyðkenni, ið ein góð søga hevur. Filmurin kann tulkast og útleggjast nógvar vegir, uttan at nakað fer av honum, ella bara upplivast fyri tað undirhald, sum natúrliga er í filmaðu søguni, so leingi hon varar.

Men vit kunnu lata nógvar skuffur upp, tá vit gera klárt at síggja henda filmin.

Eitt tað fyrst eg legði til merkis, tá filmurin var nýggjur, var, hvussu sviar og norðmenn kallaðu filmin. Í flestu londum er filmsheitið ikki umsett, ella tillagað heimamarknaðin, men í Svøríki og Noregi var filmurin sýndur undir heitinum Den utomjordiska, hin ikki-jarðiski, og á norskum Gjesten fra verdensrommet. Amerikanska arbeiðsheitið, meðan filmurin var í gerð, var hinvegin tað meiri jarðbundna og konstaterandi A Boy’s Life. Lívið hjá einum drongi.

Steven Spielberg hevur gjørt filmin í 1982. Hann er ein av stóru amerikansku leikstjórunum í okkara tíð. War Horse er nýggjasti filmurin, ikki ólíkur søguni um Rossini á Skoradali frá 1978.

Spielberg hevur tað fyri, at hann aloftast setir barnið í miðdepilin. Barnið verður so berarin í søguni, trygdini fyri framdrift og tann leiklutur, sum Spielberg er solidariskur við.

Í hesum filmi, E.T., er søgan søgd í barnahædd. Teir vaksnu vísu menninir leita og kanna við lyktum og lyklum, og mamman, ið er einsamøll, hevur nokk at gera við at fylla mat í køliskápið. Eingin teirra sær E.T.

Vit eru í einum amerikanskum forstaði, og vit skilja at pápin er burtur, helst í Meksiko við eini aðrari enn mammuni.

E.T. er ein rúmdarvera og rúmdarskipið er fari undan honum. Við bommum, fær høvuðspersónurin Elliott, samband við E.T. Teir verða vinir, Elliott tosar um teir báðar sum ‘we’, vit báðir,  og teir síggjast í fleiri førum at blíva eitt.

Og steðga vit á eina løtu og grunda yvir alfa og omega, síðsta og fyrsta, so finna vit stavirnar E og T í byrjanini og endanum á navninum Elliott. Á einum symbolskum plani kunnu vit siga at E.T. er verndareingilin hjá Elliott, tá á stendur.

Tá E.T. á einum konkretum plani verður sjúkur, verður Elliott tað sama og planturunar følna. Vísmaðurin, sum í leiklistanum kallast ‘Keys’, lyklar, kemur til Elliot og sigur hon frá, at sjálvur hevur hann eisini leitað eftir E.T., sum nú er komin til teirra.

E.T. doyr, men reisir upp aftur. Sama gera plantur og høvuðspersónurin Elliott. E.T. far samband við rúmdina og rúmdarskipið kemur eftir honum. Nú er húskið hjá Elliot savnað og við liðina á mammuni stendur maðurin, Keys, granskarin, hann sum tosaði við Elliott.

Innan søgan endar, fer E.T. til drongin og peikar við lekjandi fingurinum við orðunum “Be good” og “I’ll be right there.” Og so kunnu vit hugsa um tað er nakar munur, um peikað verður á hjartað ella pannuna.

Sum skilst eru her nógvir frásøgulutir, sum vísa beint til Nýggja testamenti. Vit kunn lættliga siga at hetta er ein science fiction versión av Nýggja testamenti, har rúmdarfarið er heilagi andin og E.T. er ímyndin av Jesusi, sum bara børnini síggja. Teir vísu menninir leita eftir honum, hann doyr, reisir uppaftur og rúmdarskipið, heilagi andin, kemur aftur eftir honum.

Men Steven Spielberg, sum hevur gjørt filmin, er jødi og grínur, tá hann hoyrir hesar samanberingar. “Hvat heldur tú at mamma mín, sum selur kosher mat, hevði sagt, um eg gjørdi ein Jesus film?”

So hóast útleggingin er uppløgd og stendur frítt fyri, so fáa vit ikki samtykki frá leikstjóranum um hesa vinkling. Og aftur her nema vit við eyðkennið í ein góðari søgu. Hin góða søgan tolur tíðarinnar tonn og at verða løgd út á ymsan hátt, uttan at nakað fer av henni. Vit kunnu siga at søgan fær sítt egna lív, blívir næstan mytologisk, so alment viðkomandi er hon.

Flyta vit okkum yvir á eitt samfelagsligt og realistiskt plan, so er greitt at Elliott er í kreppu, tí pápin er rýmdur. Hjúnarskilnaður og at vera einsamallur er eitt greitt tema í filminum. At seta orð á hesar nýggju og óunniligu royndir, uppfinnur Elliot ein vin, ein Pætur loyniliga, sum vit hoyra um í søguni hjá Ebbu Hentze um Antoniu og Morgunstjørnuna í 1981. Eitt frásøgusnildi sum vit eisini finna í klassisku yrkingini The Unseen Playmate um barnaárini hjá skotska høvundanum Robert Louis Stevenson í 1885. 

So tá filmurin endar sum eitt stjørnuskot, kunnu vit eins væl gita okkum til at hetta er søgan um Elliott, sum fekk loyniliga vinin, við fyrsta og seinasta bókstavinum í hansara egna navni, at hjálpa sær í kreppuni, nú familian syndraðist. Pontifex, sum lærarinnan í kristni á læraraskúlanum segði. At byggja brúgv yvir kreppu.

Og hyggja vit í lívssøguna hjá leikstjóranum Spielberg, so síggja vit at í 1960 fóru foreldur hansara hvør til sítt.

Og tá vit hyggja at filmsplakatini, eyðkenda lýsandi og lekjandi fingrinum hjá E.T. og barnafingrinum hjá Elliott, er hetta ein greið tilsiping til kanska mest kenda og umrødda málningin í øllum heiminum, tann hjá Michelangelo frá 1511 undir hválvinum á Sixtinska kapellinum í Vatikaninum í Rom.

Har avmyndar Michelangelo Gud, skaparan, og Ádam, fyrstu mennniskjuna. Annar er hægri og hin lægri. Annar er eldri og hin er yngri. Annar er gevari og hin er móttakari. Og á klassiska málninginum, sum í fjør fylti 500, nema fingrarnir ikki hvør annan. Eitt glopp er ímillum. Kanska eitt Ginnungagap sum Norrøna gudalæran lærdi um, ella The Great Divide, sum orkestrið The Band sang um í 1969. Umráðandi er at síggja at opið er millum guddómliga og menniskjansliga fingurin, ið definerar skapanina, soleiðis sum vit lesa um hana í fyrstu Mósebók. Í hesum gloppi er trúgvin ella vantrugvin. Valið er okkara, tí viljin er fríur.

Men hetta eru alt spekulatiónir og viðurskifti, ið eru fortaldu søguni um E.T. óviðkomandi. Tí søgan er í roynd og veru okkara. Tað velst bara um, hvørja skuffu vit lat upp, at skilja søguna við.

Eins og mannligi høvuðspersónurin, sum í leiklistanum kallast Keys, lyklar, hóast navn hansara aldri verður nevnt, so eru tað bara vit, ið sita við lyklinum at skilja søguna og lata hana styðja seg til viðurskifti, vit dagliga hugsa um, ella sum geva meining hjá okkum, tá vit síggja ein tílíkan film sum E.T.

Antin vit skoða filmin í guddómligum ella samfelagsligum ljósi, so er hetta ein filmur, sum setur kenslulívið hjá børnum á breddan. Serliga tá tey eru í kreppu. Tá er gott at hava ein lítlan hjálpara, loyniligur ella sjónligur. Og so klára vit nokk ikki at bora longur inn at kjarnuni á hesum filmi í føstu.

Hetta var tað eg hevði hug at siga um henda filmin, sum er so upplagdur at síggja í kirkju.

Gerið so væl, nú er E.T. lendur í Kvívíkar kirkju.