Skip to main content

Hálva millión til film



Sakaris Stórá og Anton Petersen avmyndaðir tá Anton fekk Gávugóðs í hølunum hjá Öström. Nú verða teir báðir nevndir í viðmerkingunum í sambandi við at tinglimir í Tjóðveldi seta fram uppskot um at hækka Mentanargrunn landsins við hálvari millión til filmslist


Úr dagskránni fyri Løgtingsárið 2011, sum enn er í gongd, kunnu vit lesa, at í morgin, mikudag 14. mars 2012 klokkan 11:00, er fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 145/2011 við heitinum Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins.

Málið snýr seg um at marka halva millión til filmslist. Hálva filmsmilliónin skal fara til verandi Mentanargrunn landsins at umsita.

Framman undan hevur Norðurlandahúsið gjørt av at lata 200.000 krónur til filmsgerð í trý ár og í seinastuni hava tveir ungir filmsleikastjórar, Sakaris Stórá og Anton Petersen, fingið virðislønir. Nám hevur keypti filmarnar hjá teimum báðum til skúlabrúks.

Tað eru andstøðupolitikararnir Gunvør Balle, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg, sum fyri Tjóðveldi leggja uppskotið, sum er dagfest 28. februar 2012, fram.

Sagt verður soleiðis um uppskotið at lata føroyska filmslist fáa hálva millión:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins

§ 1

Í løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn landsins verður gjørd henda broyting:

1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska filmslist, myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:

Endamálið við hesum lógaruppskoti er at tryggja betri kor fyri føroyska filmslist. Filmslistin hevur av álvara tikið seg upp sum ein vaksandi listagrein í Føroyum seinastu árini. Nýliga eru tvey av okkara ungu gávuríku filmslistafólkum heiðrað við peningagávu fyri teirra avrik á hesum øki, og vit vita, at fleiri føroyingar eru undir útbúgving innan filmslist.

Ongin ivi er um, at vit her hava eina listagrein, sum hevur góðar møguleikar at røkka út í heim og gerast enn ein týdningarmikil táttur í okkara mentanarlívi. Ein fortreyt fyri, at henda listagrein kann fáa fótin fyri seg, er, at møguleiki er fyri at søkja stuðul til filmsgerð. Tað hevur víst seg at vera torført hjá filmslistini at fáa stuðul úr Mentanargrunninum, tí har eru longu nógv um trogið. Tí verður eisini skotið upp, at hækka játtanina til Mentanargrunn landsins við 500.000,- kr., soleiðis at tað frameftir betur skal verða gjørligt, at stuðla føroyskari filmslist.

Filmsgerð er kostnaðarmikil listagrein, men mett verður, at 500.000 kr. kunnu gera nógvan mun, tí við eitt sindur av stuðli heimanífrá gerst tað møguligt at fáa atgongd til stuðul úr útlendskum grunnum. Sum er, er atgongd til útlendskar filmsgrunnar ógjørlig, tí eingin markaðarstuðul er til føroyskan film. Tí er heimligur stuðul ein fortreyt fyri at stimbra føroyskari filmslist.

Uppskotið forðar ikki fyri, at Mentanargrunnurin kann samstarva við aðrar filmsgrunnar.

Serligar viðmerkingar:

Í § 1, stk. 2 verður orðið filmslist sett inn.

Sum ein heilt serlig viðmerking skal endaliga verða staðfest, at birkblog stórfegnast. Tað er so vist og satt.