Skip to main content

A Passion Called Salmon


Herfyri møtti eg systkinabarninum Jaspur Kruse til heimsfrumsýning av heimildarfilminum A Passion Called Salmon. Tað vóru Felagið Laksaskip, Aðalkunsulát Íslands, Listagluggin og North Atlantic Salmon Fund, sum bjóðaðu til film og ein bita í Norðurlandahúsinum. Jens Kristian Vang tók myndina av Jaspuri og mær.

Orri Vigfússon greiddi í talu frá, at tá hann fyri 20 árum síðani kom til Føroya at keypa rættindini at veiða atlantarhavs laks, var Jaspur formaður í felagnum Laksaskip. Orri er ein meistari at siga søgur og vit kundu bara sagt 'the rest is history' kring alt Norðuratlantshav.

Russarin Sasa Savic hevur tikið filmin, meðan hann í tvey ár hevur ferðast á Norðurkollinum. Við flugu, tráðu og myndatóli hevur hann leitað eftir villum atlantshavs laksi, wild Atlantic salmon. Bara fyri at kenna hann taka fluguna, halda í honum, viga hann og sleppa honum útí aftur. Ein uppliving uttan líka.

Áirnar, har Savic fiskar og sigur frá um í filminum eru Yokanga á Kola hálvoynni, Grand Cascapedia og Bonaventure í Kanada, Selá í Íslandi og Alta í Noregi.

Bretska blaðið Fish & Fly sigur í dag at nú verður filmurin sýndur í einum BAFTA biografi í Westend í London. Blaðstjórin gevur filminum besta skoðsmál.