10.6.12

Blues og Country í Sørvági


Í fagrasta veðri og í teim best hugsandi kørmum var fyrsti Country- og Bluesfestivalur hildin í Sørvági um vikuskiftið. Hóast tiltakið er krevjandi fyri so lítla bygd, her búgva bara túsund fólk, vóru altíð stundir til eitt bros og eitt prát á festivaløkinum, har heitið ikki var innantómt, men livdi upp til tað, sum lovað var, frá country til blues, sum hesir báðir, Sámal og Hallur, borga fyri.

Tað var Ólavur í Beiti, ið rekur Vágaportalin, sum hevði bjóðað okkum vestur. Vit gistu í frálíku íbúðini í hjallaranum í Traðarbrekku 20, har redaktiónin, við øskibikari, Niemeyer og bláari bók, er á loftinum.

Tá vit komu hevði Ólavur borðreitt við smurdum breyði úti í garðinum og leygardagin kókaði hann súpan úr bíggjarkjøti og setti á borðið í stovuni, haðani besta sýni er yvir bygdina og fjørðin.

So fóru vit oman í bygdina at hyggja eftir festivaløkinum og kunna okkum um skránna og øll tey tilboð, sum har eru til børn og vaksin, inni og úti. Niðanfyri hevur Terje avmyndað Ólav og meg, framman fyri Løðuhandlinum niðri í bygdini, har dótturin arbeiðir.


Sólin skein oman og niðan meðan tey gjørdu klárt á Dungasandi og har í nánd. Skilligt var at oyggin stóð saman um tiltakið í Sørvági, tí bygdaráðslimir úr allar oynni sóust aftur millum tey, ið arbeiddu.

Sum í flestu bygdum eru fleiri sjáldsom staðarnøvn og nøvn á gøtum, so sum Blindtarmurin, Strætið og gøtunavnið Í Bygdini, sum sæst ovast. Ferðamálið Mykines er eisini sjónligt í Sørvági, har náttúruperlur sum Bøur og Gásadalur eisini eru partar av kommununi. Umframt tey túsund í Sørvági, búgva 14 fólk í Mykinesi, 18 í Gásadali og 75 í Bø.

Hjalmar Hvítklett og hansara fólk stóðu fyri ljósi og ljóði á báðum pallunum á Dungasandi, har alt gekk væl í hond, bæði á tí stóra og tí lítla pallinum.

Ikki minst væleydnaður var sangurin hjá Jørgen Niclasen fríggjakvøldið um teir fimm tindarnar í Tindhólmi Ytsti, Arni, Lítli, Breiði og Boygdi. Tá sungu øll við og fóru at dansa, sum var tað square dance uppi í Appalakkunum ella har á leið. Jørgen var undir hatti og kundi verið fastur fúsur í Texas swing orkestrinum hjá Bob Wills fyri kríggið. Ein larger than life persónur, fyri at vera í tí amerikanska.

Á kampingplássinum, har Selvík stendur í bønum, bjóðaði Kristian Olsen okkum innar í nýggja Fiat húsvognin. Eitt rullandi hotell, við góðum plássi til fýra búfólk, men sum er smidligur og ikki krevur stóra koyrikortið.

Gestablídni var allastaðnu stórt í bygdini og tað galt ikki minst, tá vit vóru á gátt hjá Gittu av Kák á Kelduni 6. Maðurin, Jákup, hevur gjørt navnasteinin, sum stendur á terrassuni, har tey grillaðu í summarlotinum. Sjálv er Gitta við í fyrireikandi arbeiðinum kring festivalin.

So fóru vit oman aftur á sandin og møttu kendum og fyri okkum ókendum fólki, tveimum brosandi countrydámum, Ragnari í Vík, Halli , Remi, og Kristinu Bærentsen, ið prógvaði, at reytt er nýggi liturin á føroyska countrypallinum.


Tó so, gult var eisini ein av kláru nýggju litunum á føroyska countrypallinum í Sørvági. Tað prógvaði Evi Tausen úr Porkeri, sum við góðum fylgispæli, millum annað frá Jens Marna á elgittar og unga svágrinum á kassagittara, sang úr fyrstu fløguni, hon hevur givið út.

So kom kvøldið, bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, og fólk hugnaðu sær óført kring báðar pallarnar á sandinum. Á tjaldingarøkinum kyndu tey bál og grillaðu, og í Suf disk og countrygøtuni fingu fólk sær eitt glas og ein bita. Serliga hesin partur undirstrikið, hvussu væl eydnað tiltakið var.

Umframt Jørgen og Jákup, var eg mest bilsin av teimum seks suðringunum, ið kalla seg Froðbiar Sóknar Blues Orkestur. Væl upplagdir, serliga hin eini gittarleikarin, longst til vinstru á myndini, ið eg ikki fekk navnið á. Hann var so lítillátin tá eg rósti honum, at hann rýmdi. Kom aftur, sigi eg bara. Lyklaorðini hjá teimu seks úr Froðbiar sókn eru humor og karisma.

Hallur Joensen hevði dóttrina, Jessica, við á pall og tað svingaði heilt væl við Jákupi Zachariasen á steel gittar og allari hinari manningini. Her sæst veteranurin Godtfred Joensen á bassgittar mitt fyri, og enn ein multiinstrumentalistur longst til høgru. Tað er Eyðun Johannesen, sum á fyrsta sinni spælir mandolin í bluegrasshevdini.

Kvinnurnar standa sterkar á føroyska countrypallinum. Her eru Kristina Bærendsen og Rannvá Vesturklett. Hóast avgjørdar countrysangarinnur, kann Kristina onkuntíð snúgva sær soul-vegin, meðan Rannvá er meiri rokkut. Eins og Evi, frálíkar sangarinnur við stórum møguleikum.

Høvuðsnavnið á festivalinum var Henning Stærk úr Jútlandi. Eitt gott navn, sum knýtir saman country og blues, júst so sum heitið á stevnuni er. Frálikt, og aftur ein farri av tí góða sambandi við áhoyrararnar, sum eyðkendi framførsluna hjá Froðbiar Sóknar Blues Orkestri. Tónleikur, sum røkkur út um pallkantin og verður floygdur í hugaðum oyrum. Nú er bara at vóna at hesin fyrsti Country- og Blues festivalur spælir væl av og at tað stendur upp og niður hjá bókhaldinum. Tónleikinum bilti so einki. Tað var júst tað, vit komu eftir. Country og blues, einki roks. Takk til fyrireikarar, blíða vertin hjá okkum og øll tey, sum bjóðaðu á gátt í Sørvági. Fyrsta royndin er staðin og tað til ug!