Skip to main content

Konfekt til vikuskiftið


Alt bendir á, at nú grør aftur um gangandi fót í einum av mongu vakstraløgunum, miðlunum, í Føroyum. Sosialurin er størri enn eg minnist hann at hava verið hesi seinastu árini, fyrsta Dimma er komin út aftur eftur húsagangin í fjør, Kringvarpið gav okkum ein frálíkan heimildarfilm úr Skopun í gjárkvøldið, í kvøld fara Konfekt-fýrarnir, sum eru í dekadentgyltum Elvisklædningum at spæla aftur við Gekkinum, og sunnukvøldið lovar Heini í Skorini, at vit fáa nakað gott at síggja í Sjá, sum er nýggja sjónvarpssendingin við trimum stavum, Sjá, sunnukvøld, aftur úr sama húsi. "Søgurnar eru her", sum heitið var á róligu og vælskipaðu sendingini hjá Suna Merkistein og Halli Thomsen.


Kringvarpið tykist hava fatur á nøkrum nýggjum vælfunderaðum og produktiónsrættaðum, sum eg ikki havi varnast í áratíggju. Akkurát sum fyrr, at fokusera róliga inn á eitt viðkomandi øki ella persónssøgu. At hava tunguna mitt í munninum. At skapa eitt format. Tó eri eg ikki fegin um allar lagnusøgurnar av vinnulívsslagnum, sum útvið ein tíma eru ókeypis reklama fyri til dømis eina møbilfyritøku, sum er signað við starvsfólkum, jú soleiðis varð sagt uttan mótspurning, og eg fór beinan vegin at kanna, hvat fakfelag, signaði starvsfólk eru í og um tey fáa viðbót fyri at ver(ð)a signað, men til fánýtis. Alt gott um navnan, men sæð frá einum miðlasjónarmiði hvørki tænir ella klæðir tílík ótamd samrøða einum public service miðili.


Meðan Kringvarpið bjóðar sannførandi vikuskiftiskonfekt úr okkara egna veruleika, har søgurnar sleppa at spretta, tí tað er har tær eru, er verri stætt við nýkomnu Dimmu. Longu á síðu tvey bjóðar Dimma tvey sløg av blaðgreinum: Kronikk og Tíðargrein. Kronos kemur av tíð og júst tað er orsøkin til at vit á føroyskum siga tíðargrein. Hetta gevur mær í fyrstu atløgu orsøk til at halda, at redaktiónin heldur mun vera á tíðargrein og kronikki. Hinvegin haldi eg tað vera í so generøst, at hava tvær greinar av hesum slag í sama blaði. Tíðargreinar, á fremmandum máli eisini kallaðar kronikk, er rollsroycejournalistikkur og eigur at verða drýggjaður. Bæði fyri blaðið, sum skal honorera bestu skribentum, og lesaran, sum skal orka at brúka tíð uppá tvær tíðargreinir í somu útgávu. Knappar snarspurningar til kend fólk, hava vit longu í ordiliga Vikublaðnum, sum er ókeypis, tað er Dimma ikki. Verri er, at Dimma ikki kann honorera einum rættlesara einaferð um vikuna, at bøta um mansjetttekstin í greinini, sum forsíðan vísir til. Hvat er ein kvívur í høvuðssøguni, sum vit hava bíðað so leingi eftir, og sum manningin hevur havt eina viku at arbeiða við? Trúvirði hongur eisini uppi við orðalagi og rættstaving.


Í dag haldi eg fyri vist, at Sosialurin hevði munin við fleiri broadsheet longdum. Ikki minst við einum livandi, litríkum og rúgvusmiklum mentanarískoyti, sum Inger Smærup ritstjórnar. Forsíðan á Sosialinum er ikki ein tugd og útbrend persónssøga, men ein yvirskipað grein, sum er eitt statement yvir gongdina viðvíkjandi felagsskapinum Sea Shepherd, sum nú er farin av landinum. Eitt-null til forsíðuna hjá Sosialinum. Eitt-null til Sosialin fyri innihald. Eitt-null til Sosialin fyri grafikk og lay-out. Men eg sakni klummuna hjá Høgna Djurhuus. Hana vil eg kroniskt hava hvønn fríggjadag. Gult kort fyri tað.