1.6.17

Sgt Pepper 50 ár í dag


Í dag eru 50 ár liðin síðan mest sermerkta Beatlesplátan, Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band, kom út í Bretlandi. Í USA kom hon út dagin eftir.

Tað verður hátíðarhildið næstan uppá dagin við einum nýggjum heimildarfilmi hjá Alan G. Parker, sum mikið hóskandi hevur heitið IT WAS FIFTY YEARS AGO TODAY!

Frá Miracle Films hevur Filmsfelagið keypt eina sýning, ið hevur danskar undirtekstir og varar 114 min. Sýningin verður í Havnar Bio mikukvøldið 7. juni kl 20 og er hin seinasta fyri summarsteðgin.

Beatleskennarin Suni Merkistein innleiddi sýningina við Beatlesfilminum EIGHT DAYS A WEEK í fjør heyst. Í farnu viku hevði Suni útvarpsending um Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band. Hesa ferð er tað Beatleskennarin Uni Arge, ið innleiðir sýningina við nýggjasta Beatlesfilminum.

Heldur enn tónleikafilmur er hetta heimildarfilmur, har vit fara niður í maskinrúmið at fylgja við, tá kendasta LP plátan í rocksøguni verður til. Her eru samrøður og ein røð av forvitnisligum upptøkum við John Lennon, Paul McCartney, George Harrison og Ringo Starr.

Sambært Rolling Stone Magazine er LP plátan Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band hin týdningarmesta rock & roll LP plátan, ið nakrantíð er gjørd. Í samfullar 23 vikur var plátan nummar eitt á bretska topplistanum og er millum mest seldu LP plátur yvirhøvur.

Við nýggja heimildarfilminum IT WAS FIFTY YEARS AGO TODAY! kava vit niður í teir tólv mánaðirnar frá august í 1966 til august í 1967, sum broyttu merkisverda frambrotið hjá The Beatles. Eitt ár, har teir ikki longur brýggjaðu seg um at vera heimsins fremsta ferðandi rock-orkestur, men í staðin gjørdust nýskapandi listafólk í fremstu røð. Eitt kreativt tíðarskeið, har teir fýra eisini tóku rák sum Swinging London, avantgarde, LSD og The Summer of Love til sín. Úrslitið varð felt niður í teirra nýggja alter ego, Sgt. Pepper.

Alan G. Parker sker inn á bein í søguni og tosar í útvið tveir tímar við fyrrverandi starvsfólk, tónleikarar, familju og journalistar, sum øll vóru til staðar og enn kunnu siga frá, hvussu alt gekk fyri seg. Nýggju søgurnar verða styrktar av savnstilfari, sum ikki hevur verið frammi síðan tað varð sent í samtíðarsjónvarpi.

Úrslitið er í fyrsta lagi ein nágreinilig framløga av, hví orkestrið gavst at ferðast og halda konsertir, í øðrum lagi ein framløga av teksti í ymsu sangunum, og í triðja lagi hvussu LP plátan bleiv til og hvussu hon varð tikin upp í tiltiknu Abbey Road upptøkuhølunum.

Samstundis verða fleiri tónleikafløgur givnar út at hátíðarhalda 50 ára dagin. Tær fáa rímiligvís besta og enn betri ummæli allar samlar. Tí verður spennandi at síggja filmin, sum als ikki er ein tónleikafilmur, men ein prátingarsamur heimildarfilmur, og hoyra, hvat Beatleskennarar halda um hann. Filmurin verður bara vístur hesa einu ferð í Filmsfelagnum í Havnar Bio.