29.9.19

Epli til øll


Leygarkvøldið komu Jón og Dánial við einum snøggum hvítum posa við eplum í, heimaveltum í brekkuni niðan móti Lágargarði, omanfyri planeraðu fløtuna, har vakstarhúsið skal byggjast á matriklinum millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið. Vit búgva í nummar 18, so nú vóru teir komnir í helvt.


Eplaposin vigaði 1,2 kilo og tað var Bjørg, sum í endurnýtslunnar navni hevði funnið uppá at brúka dýnuvor, sum hon klipti og seymaði til 36 posar, ein til hvørt húsið, so øll í Tórsbyrgi fingu eins nógv epli úr nýggju brekkuveltuni, innan vit koma oman á slætt og halda fram við vakstrarhúsinum, sum kanska verður gjørt úr vindeygum, ið skjótt verða skift út á Boðanesheiminum, sum sæst í baksýni. Gongur alt væl í hond verður tað gott dømi um endurnýtslu í nærumhvørvinum. Á myndunum niðanfyri síggjast Bjørg, Jón og Dánial við eplunum úr veltuni. Eftir stendur at staðfesta, hvat slag eplini eru, Folva ella Maris Piper.