3.10.19

Besti altjóða filmur


Nú er freistin úti at tekna altjóða filmar til 92. Oscarkappingina, sum sunnukvøldið 9. februar verður varpað til allan heimin úr Dolby Theatre á Hollywood Boulevard.

Altjóða filmarnir í spælifilmslongd kappast í bólkinum Best International Feature Film, sum fyrr varð kallaður Best Foreign-language Film, besti útlendski filmur, og eftir mínum tykki er mest áhugaverda kappingargrein.


Og ja, kapping er hetta, tí eftir stendur ein vinnari við Oscarvirðislønini, sum er munadyggasta íkast, tá umræður altjóða marknaðarføring av einum ókendum filmi úr einum enn minni kendum landi.

Samstundis er tað í hesum kappingarfelti, at tú kanst fáa eitt innlit í, hvat slag av filmi verður gjørdur og lyftur fram úr londum, sum tú neyvan helt høvdu eitt filmiskt mál, tíansheldur altjóða filmiska framleiðslu.

Tey lond, sum í ár eru við fyri fyrstu ferð, eru Gana, Nigeria, Uganda og Usbekistan.


Ikki er tað bara kappingin, sum hevur skift navn. Nei, biografhølini Dolby Theatre vórðu fyrr kallað Kodak Movie Theatre og stava frá 2001. Dygst við eru El Capitan Theatre frá 1926 og The Chinese Theatre frá 1927.


Tilmeldaðir filmar skulu hava verið vístir í biografi í heimlandinum millum 1. oktober í fjør og 30. september í ár. So verða níggju finalistar valdir úr tilmeldaðu rúgvuni. Hetta úrval plagar at verða kunngjørt eftir jól og beint undan ársskiftinum.

Tá velur The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, ella bara The Academy, fimm av úrvaldu nýggju filmunum, sum so eru teir endaliga í Oscarkappingini. Hesir fimm verða kunngjørdir í januar.

Á listanum niðanfyri eru lukkutíð fleiri filmar, sum hava verið sýndir, ella skjótt fara at verða sýndir herheima, tí ein trúfastur áskoðaraskari er í øllum landinum at síggja altjóða film, sum ikki neyðurviliga er á enskum, kanska slettis ikki.


Teirra millum er danski Dronningen, sum á listan hevur enska heitið Queen of Hearts, og spanski Heiður og Pína hjá Almodovar, sum hevur enska heitið Pain and Glory. Avstraliski Buoyancy verður í næstu viku vístur á Minnilutafestivalinum í Norðurlandahúsinum. Fyrsta dagin fer Filmsfelagið at sýna norska Út at stjala ross, sum ber einska heitið Out stealing horses, síðan norðurmakedónska Honeyland og íslendska A White, White Day, sum er jólafilmurin í Filmsfelagnum í ár. Suðurkoreanski Parasite fer helst at verða vístur herheima í komandi ári.


Eftir bókstavaraðnum og enska landanavninum eru hesir filmar komnir inn til Oscarkappingina:

Afghanistan – Hava, Maryam, Ayesha (dir. Sahraa Karimi)
Albania – The Delegation (dir. Bujar Alimani)
Algeria – Papicha (dir. Mounia Meddour)
Argentina – Heroic Losers (dir. Sebastián Borensztein)
Armenia – Lengthy Night (dir. Edgar Baghdasaryan)
Australia – Buoyancy (dir. Rodd Rathjen)
Austria – Joy (dir. Sudabeh Mortezai)
Bangladesh – Alpha (dir. Nasiruddin Yousuff)
Belarus – Debut (dir. Anastasiya Miroshnichenko)
Belgium – Our Mothers (dir. César Díaz)
Bolivia – Tu me manques (dir. Rodrigo Bellott)
Bosnia and Herzegovina – The Son (dir. Ines Tanović)
Brazil – Invisible Life (dir. Karim Aïnouz)
Bulgaria – Ága (dir. Milko Lazarov)
Cambodia – In the Life of Music (dir. Caylee So, Sok Visal)
Canada – Antigone (dir. Sophie Deraspe)
Chile – Spider (dir. Andrés Wood)
Colombia – Monos (dir. Alejandro Landes)
Costa Rica – The Awakening of the Ants (dir. Antonella Sudasassi)
Croatia – Mali (dir. Antonio Nuić)
Cuba – A Translator (dir. Rodrigo Barriuso, Sebasitán Barriuso)
Czech Republic – The Painted Bird (dir. Václav Marhoul)
Denmark – Queen of Hearts (dir. May el-Toukhy)
Dominican Republic – The Projectionist (dir. José María Cabral)
Ecuador – The Longest Night (dir. Gabriela Calvache)
Egypt – Poisonous Roses (dir. Fawzi Saleh)
Estonia – Truth and Justice (dir. Tanel Toom)
Ethiopia – Running Against the Wind (dir. Jan Philipp Weyl)
Finland – Stupid Young Heart (dir. Selma Vilhunen)
France – Les Misérables (dir Ladj Ly)
Georgia – Shindisi (dir. Dito Tsintsadze)
Germany – System Crasher (dir. Nora Fingscheidt)
Ghana – Azali (dir. Kwabena Gyanasah)
Greece – When Tomatoes Met Wagner (dir. Marianna Economou)
Hong Kong – The White Storm 2 – Drug Lords (dir. Herman Yau)
Hungary – Those Who Remained (dir. Barnabás Tóth)
Iceland – A White, White Day (dir. Hlynur Pálmason)
India – Gully Boy (dir. Zoya Akhtar)
Indonesia – Memories of My Body (dir. Garin Nugroho)
Iran – Finding Farideh (dir. Kourosh Ataee, Azadeh Moussavi)
Israel – Incitement (dir. Yaron Zilberman)
Italy – The Traitor (dir. Marco Bellocchio)
Japan – Weathering with You (dir. Makoto Shinkai)
Kenya – Subira (dir. Ravneet Sippy Chadha)
Kosovo – Zana (dir. Antoneta Kastrati)
Kyrgyzstan – Aurora (dir. Bekzat Pirmatov)
Latvia – The Mover (dir. Dāvis Dīmanis)
Lebanon – 1982 (dir. Oualid Mouaness)
Lithuania – Bridges of Time (dir. Kristine Briede, Audrius Stonys)
Luxembourg – Tel Aviv on Fire (dir. Sameh Zoabi)
Mexico – The Chambermaid (dir. Lila Avilés)
Montenegro – Neverending Past (dir. Andro Martinovic)
Morocco – Adam (dir. Maryam Touzani)
Nepal – Bulbul (dir. Binod Paudel)
Netherlands – Instinct (Halina Reijn)
North Macedonia – Honeyland (dir. Tamara Kotevska, Ljubomir Stefanov)
Norway – Out Stealing Horses (dir. Hans Petter Moland)
Pakistan – Laal Kabootar (dir. Kamal Khan)
Palestine – It Must Be Heaven (dir. Elia Suleiman)
Panama – Everybody Changes (dir. Arturo Montenegro)
Peru – Retablo (dir. Alvaro Delgado-Aparicio)
Philippines – Verdict (dir. Raymund Ribay Gutierrez)
Poland – Corpus Christi (dir. Jan Komasa)
Portugal – The Domain (dir. Tiago Guedes)
Romania – The Whistlers (dir. Corneliu Porumboiu)
Russia – Beanpole (dir. Kantemir Balagov)
Senegal – Atlantics: A Ghost Love Story (dir. Mati Diop)
Serbia – King Peter of Serbia (dir. Petar Ristovski)
Singapore – A Land Imagined (dir. Yeo Siew Hua)
Slovakia – Let There Be Light (dir. Marko Škop)
Slovenia – History of Love (dir. Sonja Prosenc)
South Africa – Knuckle City (dir. Jahmil X.T. Qubeka)
South Korea – Parasite (dir. Bong Joon-ho)
Spain – Pain and Glory (dir. Pedro Almodóvar)
Sweden – And Then We Danced (dir. Levan Akin)
Switzerland – Wolkenbruch’s Wondrous Journey Into the Arms of Shiksa (dir. Michael Steiner)
Taiwan – Dear Ex (dir. Mag Hsu, Hsu Chih-yen)
Thailand – Inhuman Kiss (dir. Sitisiri Mongkolsiri)
Tunisia – Dear Son (dir. Mohamed Ben Attia)
Turkey – Commitment (dir. Semih Kaplanoğlu)
Uganda – Kony: Order from Above (dir. Steve T. Ayeny)
Ukraine – Homeward (dir. Nariman Aliev)
Uruguay – The Moneychanger (dir. Federico Veiroj)
Uzbekistan – Hot Bread (dir. Umid Khamdamov)
Venezuela – Being Impossible (dir. Patricia Ortega)
Vietnam – Furie (dir. Lê Văn Kiệt)