Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2006

Tórsbyrgi besta átak

Tíðindaskriv, Eigarafelagið í Tórsbyrgi 28. juni 2006: VIRÐISLØN Tiltakið Best røkta bygd var fyrstu ferð hildið í 1997. Skipað hevur verið fyri tiltakinum annað hvørt ár. Í mun til undanfarin ár varð tiltakið broytt í 2006, tó við gamla leistinum sum grundarsteini og við sama endamáli Í 2006 var fyri fyrstu ferð møguligt hjá metingarnevndini, at lata ein serprís fyri besta átak. Øll kunnu verða innstillaði til hendan prísin; bæði privat, feløg, stovnar, kommunur v.m. Tað góða, positiva og framskygda átakið innan náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning í lokalsamfelagnum og/ella burðardygga ferðavinnu skal verða avgerandi fyri hvør fær prísin. Metingarnevndin nevndi hesi viðurskifti, tá virðislønin Besta Átak fyrstu ferð varð latin: Hetta er ein serlig virðisløn, sum verður latin fyri eitt serstakt átak í Føroyum. Hon kann verða latin einstaklingum, felagsskapum, virkjum, stovnum, kommunum ella øðrum. Nógv uppskot vóru tikin fram í hesum sambandi, men hevur metingarnevndin valt...

Mentanin góð kor?

Lesarabræv, Dimmalætting 17. juni 2003: Í blaðgrein í Dimmu týsdagin 17. juni vil blaðmaðurin Heini Gaard verða við, at mentanin hevur góð kor í Føroyum. Alt er relativt og kann diskuterast, lukkutíð eisini mentanin. Men lesur tú greinina, fært tú ein varhuga av, at helst er pástandurin – og yvirskriftin – av allari leið. Samanumtikið hevur mentanin ikki góð kor í Føroyum. Og listin so slettis ikki. Men støðan er í batningi. Mentamálaráðharrin gav í talu greiða ábending um nýggja strategiska hugsan, tá umræður mentan her á landi. Upplýst varð eisini, at í Írlandi er listarlig starvsløn skattafrí. Tí har er eitt framúr gott samstarv millum list, lóggávu- og skattavald. Í Hetlandi er harafturat tætt samstarv millum vinnu og listarligt virksemi, altsamalt við oljupengum sum støði. Í Skotlandi á sama hátt. Her hava vit nógv at læra. Og blaðmaðurin blakar sjálvur lærdóms-eplið inn á mentanarliga vøllin. Tað er fótbólturin. Heini vil hava fótbóltin viðgjørdan í mentanarliga kjakinum. Tað er ...

Kjølstrektur longsul

Petur Rouch heima í stovuni við klassiskum countryplátum á borðinum og uttanfyri á Spógvavegi 51 í Havn. Meistarligu svørt-hvítu myndirnar tók Thomas Koba til greinina, sum stóð í Dimmalætting í juni 2006. Dimmalætting juni 2006: Norrøna hevur loyst og countryfólkið veittrar farvæl til oyggjar og land. Í tríkvartstakt stevna vit út á hav, leggja alt aftur um, njóta lívið, vinfólkini og sameinandi tónleikin Rannsóknarferð Birgir Kruse Skúlaflokkar, lærarar og foreldur tyrpast í fráfaringarhøllini, har covboyhattar hómast sum ýti, fremst í røðini. Fyriskiparin Fimmboði Lisberg titar millum fólkið og tosar fram fyri seg. Neyvan hevur nakað amboð sum fartelefonin eftir so stuttari tíð broytt atburð á allari klótuni. Hóast tronga plássið og stóru mongdina, eini 500 fólk, henda annan hvítusunnumorgun, gongur tað sum eftir ánni, og brátt eru vit umborð. John B tekur fryntligur ímóti við reseptiónina, og har situr Jákup Isaksen, lærari á Fossanesi, sum var við á fyrsta countrytúrinum. “Hetta v...