Ummæli, Sosialurin 23. november 2007: “ Sangir eru eitt slag av samrøðu, ið setir tankar í gongd um okkum sjálvi,” sigur Uni Arge í samrøðu við Sosialin, nú fyrsta fløga hansara við tólv popp- og fólkasangum kemur út. “Tá man ger sovorið úr egnum barmi, leggur mann seg opnan og verður sárbærur. Men tað gerð tað bæði ræðandi og spennnandi, at vága eitt petti av sær sjálvum.” Uni hevur eina góða og klára sangrødd, ið ótilgjørd andar av nærveru. Tað er mín fyrsta kensla tá eg hoyri Mitt í sjónum, sum er fyrsta fløguútgávan hjá Una Arge. Sjálvur hevur hann gjørt allar tólv sangirnar, bæði orð og løg. Og hetta er ein sangfløga burturav. Sangir í tí vanliga týdninginum, vit kenna úr Grønu sangbók. Beint fram og uttan nakran háva. Fragd fyri oyrað Fyrsti sangur súkklar avstað, sum var hetta ein Grand Prix kapping, har Uni er dygst í hølunum á Søren Poppe og teimum í Rollo & King. Eitt bland av frískum country og føroyskum spælimanstónleiki á hásumri. Fylgispælið er fangandi og hvør smálu...