Hýruvognsførarin Kevin vísir markið millum katolikkar og protestantar í einum býlingi í Belfast. Niðri undir standi eg við minnstalvu hjá arbeiðsgevara hansara West Belfast Taxi Association. (Myndir: Unn og Birgir Kruse)
Einki er sum ein hýruvogstúrur í Belfast. Førarin, Kevin, steðgar og hevur eitt show sum eg aldri havi sæð áður. Hann peikar á fortovskantar, ið eru málaðir við bretsku Union Jack litunum og so verða kvettir av við trílittu írsku litunum. Og so fer hann at steppa og hoppar frá síðu til síðu sum ein annar rock'n'roll sangari: "Now I'm catholic, now I'm not, now I'm protestant, now I'm not".
Aftanfyri Kevin búði ein katólsk familja í endaraðhúsunum ovast til vinstru. Tey vórðu bumbaði út úr húsunum, sigur Kevin. Í dag búgva bara protestantar her.
11. juli 2001 koyrdi eg sama túr í Belfast. Hetta var kvøldið fyri Orjanemarsjin. Tá var støðan spent, mest sum krígsstøða. Um hesa ferð skrivaði eg 21. juli 2001 í Fregnir "Seinasta tokið úr Belfast". John Dalsgarð, ið hevur gott grafiskt eygað, setti greinina upp. Tíanverri eru Fregnir ikki teldutøkir, ella á netinum. Men blaðið finst á Landsbókasavninum. Enjoy, sum Michael Reveal plagdi at siga!