Skip to main content

Summardagur í Hvannhaga





Vit ganga niðaná í tokuni; Niels Gunnar við dóttrini millum staðkendar ferðaleiðarar; við Grindina skoðar Hans, fyrrverandi sýnsmaður hjá Tryggingini, inn í Hvannhaga; friðfylta vatnið í Hvannahaga og niðast sæst borgmeistarin í Havn, tiltikin inniløgumaður, ið bjóðar turra grind (Myndir: Birgir Kruse)

Í góðum føroyskum summarveðri, frá slavnari toku til bjartasta sólskin, gingu vit úr Trongsvági inn í Hvannhaga. Hetta var summerferð hjá starvsfólkunum á Tryggingini og eg varð boðin við sum maki. Tey hava ein góðan og virknan starvsfólkapolitikk.

Fyrsti partur varð strævin, men tá komið var niðan á, varð betri. Fleiri hildu, at kanska høvdu vit tikið í so rívan til okkum av góða morgunmatinum, sum Suðuroyar Kunningarstova borðreiddi við í skúlanum í Trongsvági.

Vit komu til Grindina, ið skilir hagapartarnar, og við kønum og fryntligum ferðaleiðarum frá Suðuroyar Kunningarstovu, var tað sum ein leikur at koma fram eftir brøttu og smølu gøtuni.

Ferðaleiðararnir dugdu væl at stilla seg í torføru støðini og stillisliga rætta eina hond, har neyðugt var.

Tað var púra beint, sum faldarin frá Kunningarstovuni segði, at gøtan er steep og at ferðin er a little strenuous, but really is worth the effort. So satt, sum tað er sagt.