Myndir: Birgir skrivar seg inn hjá Google. Kristoffer Evensen tekur ímóti og bjóðar døgurða í grøna garðinum. Unn og Kristoffer skifta orð um teldutøkni og arbeiði um landamørk. The Growing Connection er heitið á verkætlan um mat, umhvørvisvernd og orku. Reyðu dyrnar føra lúkst innar til teir báðar, ið stovnaðu Google. Modell av rúmdarskipinum Galactic. Birgir og Kristoffer siga farvæl (Myndir: Jógvan og Birgir Kruse) Meðan flestu føroyingar gjørdu seg klarar til midnáttarsangin á ólavsøku, vóru vit á vitja hjá Google í Mountain View í Silicone Valley. Hetta er høvuðsborgin hjá Google, nevnd GooglePlex . Fyriktøkan, ið er heimsins sterkasta brand, hevur tíggju ár á baki. Bara á hesum staði starvast 6000 fólk. Kristoffer Evensen hevur boðið okkum á vitjan. Hann er úr Oslo, men arbeiðir hjá Google í Dublin, har hann er leiðari av partnership-deildini. Í løtuni verða útvið túsund føroyskar skúlabøkur, sum Føroya Skúlabókagrunnur varar av, lisnar inn, so tær kunnu takast fram í skipanini ...