Hanus, Jógvan og Birgir við inngongdina til elsta Chinatown, sum ikki er í Asia - tað er tann í San Francisco. Her eru handlar, loppumarknaður, matstovur og hús, ið síggja út, sum vóru vit í Kina (Myndir: Unn og Birgir Kruse)
Um miðju nítjandu øld vóru so nógvir kinverjar í amerikansku býunum, at amerikumenn fóru at kalla býlingarnar, teir búðu í, Chinatowns. Elsti Chinatown, uttanfyri Asia, er tann í San Francisco. Tað var í 1850’unum at kinverjar komu higar at leita eftir gulli og byggja jarnbreytir. Um 1910 gjørdist býlingurin Chinatown eitt spennandi ferðamál og er í dag ein ferðafólkamagnet við handlum og matstovum. Her endar ein røtt máltið við eini fortune cookie. Køkan varð uppfunnin í Chinatown, San Francisco