Tibetanskir studentar í Berkeley mótmæla stillisliga og virðiliga at Kina er í Tibet (Myndir: Birgir Kruse)
Fríggjadagin fóru vit yvir um fjørðin við sundaferjuni til Oakland og so norður til Berkeley, har Hanus og Jógvan skuldu til konsert við Stone Temple Pilots. Konsertstaðurin var the Greek Theatre á campus økinum í býnum. Við 30.000 lesandi hevur Berkeley megnað at loyst seg úr hippie rørsluni, sum endaði í eini hasj toku í Height Ashbury. Berkeley kundi endað í somu støðu, men valdi eina aðra og meiri vitborna leið. Tí savnast lesandi úr øllum heiminum í hesum býi, sum er lestrarbýur burturav. Á torginum, Berkeley Square, vóru tibetanskir studentar savnaðir at mótmæla kinesiska ágangin í teirra heimlandi. Byrjað varð við tibetanska tjóðsanginum og síðani var ein felags bøn um frið í Tibet borin fram. Niðast til høgru á hesum bloggi ber til at finna meiri um studentar, ið vilja eitt frælst Tibet.