Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2008

Landnámið undir luppin

Eyðun Rannváarson hevur skrivað skúlabókina ”Komið og kannið landnámið”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út (Mynd: Birgir Kruse) Eyðun Rannváarson, 40, er kanditatur í menning av ritbúnaði við søgu sum bachelor. Hann starvast á fíggjar- og ráðgevingardeildini á Gjaldstovuni í Havn. - Tað hevur verið spennandi, avbjóðandi og læruríkt um eina leið, sigur Eyðun um hesa fyrstu royndina at skriva eina lærubók í søgu. Men hetta er ikki fyrsta royndin hjá Eyðuni at fáast við bókagerð. Eyðun, ið hevur lisið italskt, var við, tá Gianfranco Contri gjørdi føroyskt-italsku orðabókina herfyri. - Við hesari roynd um landnámið havi eg lært framferðarháttin at gera skúlabøkur, so tað er ikki óhugsandi, at eg fari at skriva meira innan hetta fakøkið, sigur Eyðun Rannváarson, ið serliga hevur áhuga fyri víkingatíð og miðøld í Føroyum. Bókin ”Komið og kannið landnámið” er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Í bókini sigur Eyðun Rannváarson okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fy...

Teitur er fantastiskur

Teitur saman við framleiðaranum Rupert Hine á konsert í San Diego fyri fimm árum síðani. Ljóðmaðurin Jónas Bloch er avmyndaður um sama mundið í Knitting Factory í Hollywood (Myndir: Birgir Kruse) Var til konsert við Teiti í Norðurlandahúsinum gjárkvøldið. Hann byrjaði stillførur og næstan umberandi við sanginum The Singer , sum eftir seinastu fløguna er vorðin eyðkennissangur, tíðarleyst sveimandi signaturur, uttan fylgispæl. Her standi eg við mínum sangum, ein dandy í selum - I sing to be loved. Og kærleikin millum sangara og áhoyrara stóð sum telgdur í luftini. Ein hjartanemandi konsert við elskuligum sangum, sum hóast fittir, goyma ein stillføran ótta, ið lúrir ófrættakendur beint undir yvirflatuni. Sangir um gentur á bygd og bussar í Havn, sum aldri koma. Ein stillur desperado, ið bíðar eftir at fólkið vaknar, ikki bara í Austin, men eisini í Peking. Bestu sangir tyktist mær The Legendary Afterparty, Havnin er ein lítil bygd og Great balls of fire . Felags fyri hesar sangir var h...

Shamu is a mysterious whale

Bóghvítuhvalurin Shamu í SeaWorld í San Diego. Fleiri halda U2 syngja um Shamu í sanginum "She moves in mysterious ways" og fáa tað til "Shamu is a mysterious whale". Kanska skuldu vit øll farið til oyrnalækna (Myndir: Birgir Kruse) Einaferð kom Ívar til mín á Bryggjubakka og vildi hava meg at finna plátuna “Se mig ned i og dø”. Við hjálparleysum spjaldrabókstavum var ynskið skrivað á ein ljósabláan kvøðuljómaseðil. Eg spurdi Petur Kristian og vit gjørdust skjótt samdir um at lurtaraynskið var Lone Kellermann “Se Venedig og Dø”. Saman við Ívari grundaðu vit yvir hugtakið korrelatión millum rættstaving, útbúgving og førleikan at lurta. Hetta við korrelatión var nakað sum Jeffrei Hendriksen seinni lærdi meg nógv um á Læraraskúlanum. Hesa lítlu søgu kom eg í tankar um í morgun tá eg læs um eina italska fyritøku, Amplifon , ið ger hoyriapparat, helst heimsins keðiligasta útgerð at selja. Ella mest ósexuta vøra, fyri at brúka yndisorðafellið hjá dagsins seljarum. Eft...

This has to be the most Country album of the year – in any language!

Stewart Fenwick, 47, er vertur í sendingini Celtic Country í Glasgow. Á mittastu myndini er hann saman við starvsfelagnum Mary Kathleen Burke, ið júst hevur givið fyrstu fløguna út á Greentrax Records. Niðast Hallur Joensen í MT í Kringvarpinum í vár (Myndir: MySpace Fenwick og Birgir Kruse) Avgjørdu orðini omanfyri eigur Stewart Fenwick í august útgávuni av skotska blaðnum Country Music & Dance . Ummælið stendur í partinum Stewart’s CD Round-up , ið byrjar við Trishu Yearwood og endar við Halli Joensen úr Føroyum. Orðini knýta seg aftur at útgavuni hjá Halli "Pickin' Time in Nashville". - It really is a stunning performance. Most of the songs, like the CD booklet, is in English, although he has Faroese versions of "Fraulain" and "Kiss an Angel Good Morning". Even though I don't understand the words, they both sounds superb. This has to be the most Country album of the year - in any language, sigur ummælarin Stewart Fenwick. Fenwick, sum býr í...

Skal Tróndur í Gøtu liggja ella standa?

Ovast greiðir Árant frá um standmyndina av Tróndi og hvussu hon er sett á henda stað. Bjørgheðin Jacobsen hevur verið modell. Árant og Tróndur skoða báðir inn í Gøtudal. Uttanfyri standmyndina síggjast húsini hjá Áranti. Á trappuni vísir Árant okkum seinastu av teim níggju bronsustandmyndunum. Niðast sæst fóturin á talmerktu standmyndini (Myndir: Birgir Kruse) Í dag vóru Ole Wich og eg í Gøtu og tóku myndir til nýggja bók í heimstaðarlæru. Í góðveðrinum máttu vit ásanna orðini hjá John Lennon “Life is what happens to you while you're busy making other plans.” Meðan vit tóku myndir av plantum og forniskum lutum, hittu vit læraran Árant Hansen í túninum í Norðagøtu. Hann er formaður í Gøtu Fornminnisfelag, sum heldur til í Blásastovu, dygst við. Mest sermerkt í hesum føri er tó, at Árant er formaður í nevndini, ið tók stig til og bílegði standmyndina av Tróndi í Gøtu hjá Hans Paula Olsen myndhøggara í Keypmannahavn. Søgan um standmyndina er hendingarík. Tað var Hans David Jacobsen, ...

Aftur í Tórsbyrgi

Birgir við USA-málningin hjá Jasper Johns “Map” (1961) í Museum of Modern Art í New York og niðanfyri á terassuni í Tórsbyrgi við Nólsoynni í baksýni (Myndir: Hanus Kruse) Eftir samfullar 52 tímar á ferð eru vit heima í Tórsbyrgi. Einasti kinkur á allari ferðini var Atlantsflog, ið hevði eitt no show í Reykjavík fríggjakvøldið, so vit púra óvæntað máttu gista har í býnum. Afturfyri fingu vit høvi at rista jet-lag av okkum. Øll eru vit samd um, at hetta var ein frálík ferð við nógvum upplivingum. Tað serliga er við Amerika, at fólk eru so passaliga forvitin, men samstundis eisini hjálpsom, at tú altíð kemur í tos við fólk á gøtuni. Og málið er eingin forðing. Tí er Amerika ein so sjáldsom uppliving. Tit áttu at gjørt tað sama - vitjið Amerika. Viðmerkið gjarna niðriundir.

I’ll retire in Serbia!

Serbiski hýruvognsførarin í Santa Monica vil aftur til heimlandið at pensionerast (Mynd: Birgir Kruse) Dragan er hýruvognsførari í Santa Monica. Hann er úr Beograd og kom higar sum harmonikuspælari fyri 32 árum síðani. Í morgun koyrir hann okkum til flogvøllin, har United Airlines roynir at hóra gjøgnum enn ein dag. Skilligt er, at henda fyritøka livir eitt strævið lív síðani 11. september 2001. Umframt fedralandið, hevur Dragan tvinnanda áhugamál: reina luft og fría informasjón. – Hvønn tíma doyggja 9000 fólk í hesum økinum av luftdálking. Men her í bilinum havi eg útgerð, sum ioniserar allar dustbitlar í luftini, sigur hann og strýkur eftir litlu svørtu maskinuni aftanfyri girstongina. - Har tit búgva, man vera frískari luft, sigur hann og undirstrikar heimlongsulin til núverandi Serbia. Helst hava øll eina natúrliga trongd at leita aftur til heimlandið, sum árini ganga og ellisárini nærkast. – Eftirlønarárini skal eg liva í Serbia, sigur Dragan avgjørdur. Hann fylgir væl við gongdin...

Homeward Bound

Santa Monica Pier er elsti undirhaldspierur á vesturstrondini, bygdur í 1930'unum. Seinastu tríggjar dagarnar hava vit verið her (Myndir: Birgir Kruse) So er ferðin í USA komin at enda. Eftir ein spennandi og hendingaríkan mánað eru vit ávegis heim. Gjøgnum átta tímazonar skulu vit ferðast í samfullar 37, ja sjeyoogtretivu, tímar. Vit flúgva úr Los Angeles hósmorgunin klokkan 7 og lenda í Vágum fríggjakvøldið klokkan 22:40.*) Tá verða vit moyr. Síggjast í Tórsbyrgi! *) Eftir no show hjá Atlantsflogi í Reykjavík, eitt samdøgur seinni.

Hvalurin er mín!

Hevði áskoðarafjøldin vita at her sótu fýra tvøstsvangir føroyingar, so hevði undirhaldspípan fingið annað ljóð. Ovast er grindahvalurin og síðani springarar og niðast bóghvítuhvalurin Shamu í Sea World. Hetta eru sterkastu brands á umhvørvisøkinum - súmbol, ið ímynda menniskjað og tess knýti til náttúruna (Myndir: Birgir Kruse) Meðan Vilmund á Portalinum eftirlýsir ein hval í frystiboksini, sóu vit ein spilllivandi grindahval í Sea World í San Diego. Frá Tummas Marna á Tekniska skúla hevði Hanus fingið alt at vita um at stinga og skera á háls og nú var ein amerikanskur Kyrrahavs grindahvalur komin beint í drepning. Vit trúu ikki okkara eygum og fóru at spyrja nærri. Jú, so var. Hetta var ein pilot whale og myndirnar tala fyri seg. Grindahvalur er nýggjasta undirhald í Sea World. Men springarar dolphins og bóghvítuhvalurin Shamu standa enn fyri tí so nógv best umtóka undirhaldinum. Antin eru springar og bóghvítuhvalir klókari enn grindahvalur, ella verður størri orka løgd í at venja...

Desperasjón við Salton Sea

Salton Sea er nú ein State Park. Ovast innkoyring til oydnu Salt Creek. Niðaru myndirnar eru úr Bombay Beach á eystaru strondin (Myndir: Birgir Kruse) Tá Coloradoáin fór um bakkarnar í eini vatnflóð í Suðurkalifornia 1905 skaptist Salton Sea . Ein lummi av vatni, har størri parturin er salt. Í eftirkrígstíðini vóru framtíðarvónirnar av teim bjartast. Arbeiði var til allar hendur og mangt nýtt varð uppfunnið. Í sjáldsamum filmum, ið komu fram í 1980’unum, sum til dømis The Atomic Cafe , var skjalprógvað hvussu amerikansk fólk settu sítt álit á kjarnorku og sjálvi fingu í boði at royna hesa nýggju vónríku orku – á egnan kropp í oyðimørkini. Gamaní, sólbrillur kundu tey fáa at verja eyguni. Sama manglandi upplýsing hevur møguliga ligið til grund fyri at farið var undir at gera eina nýggja útstykking og riviera kring Salton Sea til framstormandi miðalstættina. Hetta var í fimmtiárunum og økið skuldi verða ein sonn magnet fyri modernaða fólki, sum eftir kríggið hevið fingið fitt av peningi...

Frá dreymum til guano

Myndarøð frá Nielad Boat Launch við Salton sjógvin. Einasta lív her er ríka fuglalívið, sum sangarin og politikarin Sonny Bono, sáli, hevur tikið hond um (Myndir: Birgir Kruse) Sigast, at tá ein pengamaður kom til Fuglafjørð, segði hann at her luktað ikki illa. Her luktaði av pengum! Sama kann sigast um Salton Sea. Men her er eingin pengmaður ella -kvinna. Bara ringur luktur og sjónin av dekadensu og stillisligum forfalli.

Ein Guds maður á Salvation Mountain

Ovast skeltið og sjálvt fjallið Salvation Mountain í Slab City við bygdina Nieland við Salton vatnið í Kalifornia. Alla staðni síggjast skriftstøð úr Bíbliuni. Síðani Leonard Knight, 76, ið vísir hvussu hann hevur bygt fjallið við natúrligum, ókeypis tilfari. Leonard og Birgir sita inni í hellinum, vit síggja eina gamla bilhurð og reyðu blómurnar, skaptar eftir nevanum. Síðani ganga Hanus, Unn og Jógvan niðan á fjallið eftir The Yellow Brick Road til krossin og oman aftur. Leonard heilsar við báðum tumlum upp í loft og vísir okkum lastbilin, sum hann býr í. Bilurin var við í filminum Into The Wild hjá Sean Penn í fjør (Myndir: Jógvan og Birgir Kruse) Ein hin mest hugtakandi løtan á USA ferðini hjá okkum í summar var tá 76 ára gamli einabúgvin Leonard Knight tók ímóti okkum í hellinum Salvation Mountain . Fjallið hevur hann sjálvur bygt úr mold, vatni, máling og burturkasti, so sum bil- og traktordekkum, gomlum bilhurðum og falnum viðarbulum, sum fólk hava borið honum. Leonard hevur hv...