Skip to main content

Hvíta hvarv



Eftir hvíta og berliga húsanum verður dupulta LP-plátan hjá The Beatles frá 1968 kalla Hvíta Plátan. Niðri undir sæst ein nýggj Beatles-fløga á gamla plátuspælaranum og niðast sæst undirskriftin hjá Tony Sheridan á "fyrstu" Beatles-plátuni, eftir at hann vitjaði í Havn (Myndir: Graham Calkin og Birgir Kruse)

Hvíta er farin av bási. Hon hvarv og kom aldri aftur. Síðst hon var sædd var eftir Páskakonsertina hjá læraraskúlanæmingum í 1983, tá hon fór inn á Skálafjørðin. Hevur nakar sæð hana har, so sigið frá til undirritaða.

Í dag eru 40 ár liðin síðani hvíta plátan hjá The Beatles kom út. Hin fyrsta á plátufelagnum Apple.

Undan hesari var hin snøgga Sergeant Pepper’s Lonely Hearts Club Band (1967) komin. Ein væl samansett pláta, ið summi siga er ein konseptpláta. Eg vil heldur siga at hetta er fyrsta popp-plátan, sum byggir brýr í eini miðvísari stremban at møta listini. Úrslitið er sonn list, true popart. Við nýggju hvítu plátuni varð snøgga eindin slept. Hugtakandi ymsiskligt spæla allir fýra út í ællar ættir.

Árið eftir seyma teir alt saman til eina organiska heild á síðu tvey á plátuni Abbey Road (1969). Hetta var seinasta plátan, ið The Beatles fóru undir. Men hin seinasta plátan, ið kom á marknaðin var tó Let It Be (1970). Ikki nakað at reypa av. Men skulu vit við hetta høvi finna ein varða eftir The Beatles, so er tað síða tvey á Abbey Road. Og tær eldru pláturnar sum Rubber Soul (1965).

Ímeðan sakni eg hvítu. Havi átt hana síðani 1971, tá eg var 14, gekk í tuflum og hevði langt hár. Síðani 1983 havi eg saknað dupultu LP-plátina hjá The Beatles. Hetta var ein eftirlýsing, nú 40 ára dagurin fór framvið.