Merkið er nógv brúkt brand í íslendskum handilsgluggum í løtuni. Ovast gamli skreythandilin hjá Franch Michelsen, síðani Boys in a Band í geisladiskabúðini hjá Smekkleysa og niðast Icelandic Wonders við íslendskum ullavørum, sum allar eru føroyskar og frá Sirri (Myndir: Birgir Kruse) Føroyingar, ið ferðast í Íslandi, verða bornir á lógvum. - Var tað ikki fyri tykkum, so fóru vit á húsagang, sigur ein handilskona, ið selur mótaklæði til múgvandi kvinnur á handilsgøtuni í Reykjavík. Eftir okkara pungi er prísurin í botni, hóast merkini eru tey dýrastu. Á Laugavegnum er einki tekin um kreppu. Men tað kennist pínligt at vera føroyingur í Íslandi. Í næstu búð eru fløgur til sølu. Skilji, at Smekkleysa eigur úrvalið, sum er í topp og tænastan hægri. Eftir ein fyrilestur um Pétur Poppara, Pétur W. Kristjánsson, varnist eg nakrar føroyskar fløgur. Harkaliðið og Boys in a Band. Henda seinna stendur fremst og best fyri í geisladiskabúðini. Merkið, føroyska flaggið, er sett á dreingirnar úr Gøtu....