Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2010

Special Brew – uttan filtur

Í besta norðurlendska filminum, Submarino , eru rúsevni sum send av himni, tá øll umsorgan svíkur Eins og ølin í yvirskriftini, er Submarino ein filmur, ið er ov sterkur fyri føroyska samfelagið. Hvørki Special Brew ella Submarino verður borið upp fyri føroysk eygu ella smakk. Tá er gott at hava danska sambandið at dúva uppá. Í farnu viku keypti eg Submarino á Gammel Kongevej og havi síðani hugt eftir honum heima í Tórsbyrgi. Og eg sigi bara djúpt indigneraður  Hvar eru myndugleikarnir? Ikki teir biografkønu, men teir sosialu? Søgan er av teim ómildastu, eg havi sæð á filmi. Hon byrjar og endar í ljósi hins almáttuga, men rennur seg so á botn, har høvuðsleikararnir – tveir brøður – royna at halda sær á floti í einum nútíðar lívshavi, so tungt og blýgrátt, sum bara Mikines kann mála tað. Tí heitið Submarino , giti eg. Brennivín og heroin eru einastu linnar hjá líðandi brøðrunum, ið rúsa seg av verðini, meðan vælferðin vendir teim ryggin. Takføri er fyrsta tema eg varni...

Góðir vinir á sorgblíðari heimferð

Jógvan á nýggja kamarinum. Jógvan og Elisabeth systi keypa inn og ráðleggja í Ikea, sum onkur av røttum rópar Limbo  (Myndir: Birgir Kruse) Jógvan hevur av einslistum inrættað sær kamarið á Oyrasundi og eg koyri heim aftur við flytibilinum. Innan sorgblíðu heimferðina, skal eg møta einum floksfelaga frá Stenhus Kostskole í Holbæk 1976-77, Tilde Brus Michaelsen. Tilde undir bláum glasfugli hjá Tróndi Patursson í A Hereford Beefstouw, har maðurin, Niels, er leiðari (Mynd: Birgir Kruse) Vit hava ikki sæðst øll hesi árini, men umvegis framsýningina hjá Peter Carlsen í Steinprenti I Only Paint What I Feel avtalaðu vit at møtast, næstu ferð eg var í Keypmannahavn. Orsøkin var at Tilde er gift Niels Schoubye, ið eins og Peter Carlsen, bæði eru úr sama tætta grannalagi niðast í Ahlgade í Holbæk. Hann, Tróndur Patursson og Peter Stuhr hava gjørt fleiri listaverk til kendu matstovuna A Hereford Beefstouw og bryggjaríið Apollo , beint við Tivoli. Her hevur Niels arbeitt síðani matstova...

Frá Liberty til Belgrano

Siðurin av geva húsum nøvn er ikki ókendur í gomlum donskum býlingum. Ikki tí, mest sum øll eldri hús í Føroyum hava eisini eitt navn, men ikki er vanligt at navnið verður sett á veggin. Gongur tú ein túr kring Utterslev Mose í Brønshøj, so varnast tú fleiri spennandi nøvn. Sum til dømis Liberty og Belgrano í somu gøtu. Húsini eru ikki nýggj, so Guð viti hvør søga býr aftanfyri hesi grannanøvn, ið bæði benda á frælsi. Frá 1500 talinum var Utterslev Mose vatnbrunnur fyri Keypmannahavn. Undir krígnum varð økið ruddað og um aldarskiftið friðað. Her er nógvur fuglur og eins nógvir rennarar. Og so ein kona á skutara, sum gevur fuglinum mat. Giti, hon man gera tað hvønn dag. Tað er orsøkin til fuglameingið omanfyri. Eisini nýggj hús kring vatnið hava fingið navn, so sum Sølyst. í Grannalagnum eru stór hús, sum meiri enn so hava verið kulissur í donskum filmum, tá betra slagið hevur veitslu í garðinum. Men samstundis er hetta ein tíðarlummi. Gamlir bilar, uttan nummarplátur, sum hesin...

Submarino er besti norðurlendski filmur

Nú er greitt, at besti norðurlendski filmur er danski Submarino , sum Søren Vinterberg (í miðjuni omanfyri) gjørdi, og sum varð frumsýndur í Danmark í mars í ár. Eins og undanfarnu virðisløntu norðurlendsku filmar, hevur hesin ikki verðið vístur herheima. Norðurlendska dómsnevndin sigur m.a. soleiðis, á donskum, um besta norðurlendska filmin í ár: - Submarino er en barsk, men også dybt rørende historie om to brødre, der er knyttet sammen af en skæbnesvanger barndom. Filmen handler om brødre, som pålægges de voksnes ansvar - og om barnet som bærer af en social arv, men også håbet om en bedre fremtid. Den behandler temaer som traumer, skyld og forsoning. Submarino er et enkelt og samtidig komplekst kunstværk med et stærkt manuskript og en stilsikker instruktion. (...) En elegant, stram og velfungerende dramaturgi, nærvær i spillet og en intelligent brug af lyd og lys bidrager til at skabe dette indsigtsfulde billede af menneskelivet. Fyri filmshugaða føroyingin er so spu...

Við eftirlitinum í hølunum

Matvørueftirlitið hevur stongt Etika í Keypmannahavn. Tá var ein samloka frá ChilMili góð (Myndir: Birgir Kruse) Í hesum tíðum er neyvan nakar matstovurekandi, ið kennir seg tryggan. Eftirlit er alla staðni og ikki er lukkuligt, um nakar far ein skeivan bita rætt í hálsin. Á middegi í dag, ætlaðu vit at fáa ein bita í miðbýnum í Keypmannahavn. Parkeraðu við Etika , men gakk har var stongt og reiðiliga tað. Sum sæst á uppslagnum er hin keðiligasti smiley skrivaður til matstovuna, ið er melda til løgregluna og stongd. Grundgeving og mannagongd handan ringasta skoðsmálið sæst á uppslagnum. Vit fóru víðari og fingu eina góða, sterka samloku á ChiliMili og søtt kaffi á Mojo omaná. Eftir at hava sæð DR's Røde Lejesvende í danska sjónvarpinum, tykist sum um Null-Hugsjónin hevur fingið fastatøkur á fólki. Her skal eingin ganga út úr takt, ella gloyma hin stóra Bastian. Hvørki livibreyðs-politikarar ella aðrir kokkar. Her er fyrsta ummælið av Etika .

Jólini nærkast í hvørjum...

Hvør man fjala seg í bestu skuffuni í ár? Robert Plant, Jimmy Webb ella gamli Charley Pride? Aftanfyri tendraðu ljósini standa Poul F. Joensen og hondskriftin hjá Hans Jákupi Glerfoss, gjørd størri. Niðri undir sæst originala vantlitamyndin í A4 og niðast hevur Hans Jákup skrivað við Eccoline, flótandi tussji, í bambusgrein úr havanum í Brønshøj (Myndir: Birgir Kruse) So er fyrsta jólaborðhaldið avtalað og krossur er settur við síðsta leygardag fyri advent. Umframt kunnleika til Gustav Wied og Ædedolkenes klub , er ófrávíkiligt krav at vita alt um Hank Williams og tað, hann tók sær fyri, tað stutta skeið, hann gekk í jarðarinnar skugga, innan hann 29 ára gamal sá annað ljós av baksetrinum í einum ljósabláum Caddillac , gamlaárskvøld 1952. Poul F. Joensen og Jack Daniels eru ikki uttan týdning í somáta. Danski Peter Abrahamsen svør uppá, at eingin í Nashville kann hava skrivað Blue Eyes crying in the Rain , uttan at kenna Fagra blóma hjá Poul F. Og yrking ...

Glotti í Brønshøj

Elisbeth og Sigurd á loftinum í Brønshøj, har Glotti hevur adressu. Elisbeth við Frimod og Berlingaranum, og Jógvan, sum heldur visittkortið hjá Glotta fram fyri kamera. Niðast sæst systursonurin Boas við systurdóttrini Silia (Myndir: Birgir Kruse) Tað kundi verið eitt italskt navn, Glotti, men hinvegin kundi tað eisini verið føroyskt. Kanska er tað bæði, tí í Brønshøj situr kreativa systurin Elisabeth og sniðgevur og skrivar greinar og hugskot til íbúðarbløð, so sum Boligliv, Boligmagasinet og Bo Bedre og vikubløðini Femina, Alt for Damerne og Hendes Verden, og ikki at gloyma føroyska tíðarritið Kvinna. Á loftinum savnar Elisabeth nipsting til greinar. Í hesum føri hevur hon funnið eitt dádýr frá Royal Copenhagen, sum skal brúkst til jólagrein í Femina. Aftanfyri situr Sigurd við telduna. Á niðaru myndunum, sum eru tiknar í stovuni framman fyri litfagra málninginum hjá Frimod Joensen av snellumonnum frá 1974, havi eg avmyndað Elisabeth við Berlingske Boligtillæg, har ...

Øll eiga søgur innaní

Í sambandi við nýggju fløguna Let the dog drive home , havi eg spurt Teit Lassen, hvussu sangir hansara blíva til. - Eg havi ein ógvuliga gamaldags máta at skriva sangir uppá, næstan klassiskan, sigur Teitur, sum er á konsertferð. - Eg kann spyrja teg, um tú hevur hug at siga mær eina søgu, sum hevur verið avgerandi í tínum lívi, og til dømis taka hana upp á ein bandupptakara, sigur Teitur í einum innleiðandi spurningi, sum fellir í samrøðu, umvegis Facebook. - Øll menniskju hava søgur, sum tey bera uppá, søgur sum tey endurfortelja, tá ið tey møta onkrum fyri fyrstu ferð, okkurt sum fortelur nakað um tey. Tú hevur kanska lagt til merkis, tá tú ert á arbeiðsferð við onkrum vinmanni, at hann fortelur ta somu søguna hvørja ferð, ið tit møta onkrum nýggjum. Tað er tí, at hesar søgur fortelja okkurt týdningarmikið um persónin ella heimin. Hetta eru søgur, sum man velur í lívinum, tí søgan greiður frá tí, sum okkum tørvar. Tað eru hesar søgur, sum eg velji at gera til sangir. ...

Frá Steinprenti til Listasavnið

Mortan, Jan og Ólavur gera klárt at pakka, Jan við reyðum steinprenti, Zakaris Heinesen og Tórbjørn Olsen við Beatu í baksýni, Gyðja, Fríða og Kinna við prent hjá Tóroddi Poulsen, Mortan og Ólavur hava merkt eskjuna, sum teir at enda bera út í bilin (Myndir: Birgir Kruse) Í dag vóru 500 grafisk prent pakkaði í hølunum hjá Steinprenti á Skáltrøð og latin Listasavni Føroya í Gundadali. Mortan Ólasón Vang og Ólavur Guttesen frá Listasavninum og Jan Anderson frá Steinprenti skoðaðu og pakkaðu verkini, og bóru tey út í bilin í túninum. Miðlar, listafólk og grafiskt áhugað fólk møttu. Umframt peningaliga virðið, sum liggur væl omanfyri milliónina, verður Listasavnið nú ánari av stóra savninum, ið umframt steinprent fevnir um træskurð, linoleums- og koparprent. Nøkur av listafólkunum eru Ingálvur av Reyni, Torbjørn Olsen, Per Kirkeby, Bjørn Nørgaard, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Claus Carstensen, Rannvá Kunoy, Bragi Ásgeirsson, Katrine Ærtebjerg...

Ein perla mitt í býnum

Handilshúsini hjá L ützen á Skáltrøð eru ein sonn perla, mitt í Havn. Heilt frá bollafabrikkini hjá Östr öm, har Steinprent heldur til og Jónas Bloch Danielsen inrættar ljóðstudio, fram við Timburhandlinum og teim nógvu, høgu skrivstovubygningunum, sum verða klæddir av nýggjum, yvir um vegin til Skeivapakkhús , sum er enn ein perla í hesum hugnaliga umhvørvi hjá L ützen og teimum  í Havn í dag. Kim og Ása vístu okkum runt og vit sóu søgulig navnabretti, diplom fyri bestu fiskabollar í 1909, dósir við haruragout og litfagrar fiskabollaetikettir. Tá Jónas Bloch Danielsen letur upp ljóðstudio í gamla íshúsinum aftanfyri Steinprent, verður ikki minni spennandi at ganga inn higar og síggja, hvar bátar og fólk í Havn fingu ís fyri bara hálvari øld síðani.

Hvør kannar filmsúrvalið í Føroyum?

Jens Kristian Vang amyndaði tygara bloggara í Havnar Bio, tá Filmseftirlitið varð lagt niður og Kill Bill gekk í biografunum, fyrr í hesi øldini Danski mentamálaráðharrin Per Stig Møller ætlar nú at rætta eina hjálpandi hond til biografar í Danmark, serliga teir á bygd. - Smáu biografarnir hava stóran mentanarligan týdning, sigur mentamálaráðharrin við danska kringvarpið DR í dag. Umframt stuðul til dagførda biografútgerð, snýr uppskotið seg eisini um at gera film.- Danskur filmur stendur seg væl úti í heimi, og soleiðis skal tað framhaldandi vera, sigur konservativi, men ikki sørt kulturradikali mentamálaráðharrin. Smáu donsku biografarnir fáa sambært uppskotinum høvið at velja millum tveir stuðulsmøguleikar, so filmsmentanarliga virksemið kann halda fram, hóast krøv um dýra talgilda útgerð. - Tøknin skal ikki steðga hesum mentanarliga virksemi, so mugu pengarnir koma í aðru røð, sigur tiltaksføri mentamálaráðharrin Per Stig Møller. Einasti biografur í Føroyum, Havnar B...