Skip to main content

Kring Føroyar 2011


Fyri ólavsøku hava tær tríggjar Katrin Christophersen úr Vestmanna, 22, Bryndis Hjartardóttir úr Kirkjubø, 21, og Barbara í Stórustovu úr Havn, 21, sett sær fyri at vitja allar bygdir og býir í landinum. Atlasið er ferðaætlanin.

- Vit tóku studentspogv í 2009 og nú vildu vit gera okkurt kul, og funnu uppá at ferðast í egnum landi, siga tær afturvið einum kaffimunni á Hvonn, beint sum tær eru komnar úr Trøllhøvda.

- Mann kann gott ferðast í Føroyum, siga tær sum við ein munn og siga, at vinfólk, sum fjakka úti í heimi vilja sleppa við.

- Fyrsti túrur var vestur í Vágar 13. mai og higartil hava vit nátt 81 bygdir. Vit taka mynd av øllum teim gulu skeltunum hjá Landsverki. Men við Kollafjørð, Skálafjørð og aðrastaðni mugu vit brúka atlasið at finna fram til øll nøvnini, har summi eru á bláum skeltum, sum t.d. Søltuvík í Sandoynni. 110 bygdir hava vit talt okkum fram til, men hetta talið endurskoða vit alla tíðina, so vit náa allar, siga tær tríggjar, sum mangla Suðuroy, nøkur støð í Norðoyggjum og so Vestmanna.


- Vit hava lært at allar bygdir hava eina Kirkjugøtu og ein Skúlaveg. Men meðan summar bygdir eru hugnaligar og vit saktans kundu búð har, til dømis í Gásadali, so eru aðrar bygdir bara ein long strípa av býlingum, sum ikki eru so sjarmerandi. Ánirnar høvdi vit ikki hoyrt um fyrr og vórðu bilsnar av at síggja so smartar íbúðir, sum har eru.

- Hetta er ein fantastiskur máti at læra seg landalæru, sæð í mun til skúlaárini. Atlasið hevur verið hent, so vit kunnu seta ein kross við hvørja bygd, vit hava vitjað. Men eisini tá vit ganga í fjøllunum og eftir gøtunum, so síggja vit hæddirnar og leiðirnar, siga tær tríggjar kring atlasið og gera greitt, at nógv fæst burturúr at ferðast í Føroyum við atlasinum.

- Bara á einum túri gloymdu vit atlasið eftir. Tað var í Nólsoy og vit skuldu ganga út á Borðuna. Tá saknaðu vit atlasið ordiliga.


- Kanska er Nólsoy mest spennandi bygdin higartil. Men tað kann eisini vera tí, at veðrið var so gott, og á øðrum støðum regnaði so illa, til dømis í Tjørnuvík, har veðrið var av tí allar ringasta. Men grøni bøurin í Skúgvi var eisini hugtakandi at uppliva, eins og Sverrishola og úti á Bø í Kirkjubø, siga tær og eru eitt sindur ymsar á máli um, hvar tær høvdu tímað at búð. Í Bø er eitt uppskot. Sandurin og sjóvarmálin eru fremstu orsøkirnar. - Og so er aðrastaðni, har vit ikki høvdu vilja búð, men fegin havt eitt summarhús, sum til dømis úti í Skúgvi. Men summi støð eru ring at koma til, Dímun til dømis. Og so kostar tað nógv at leiga eini hús eina nátt á útoyggj, siga tær hugsunarsamar.

Spurdar, um tað er nakað ávíst, ið dregur fólk til sína, nevna tær fyrst nýggju FIFA vallirnar, til dømis í Dali og Skúgvi. - Teir hava verið hentir hjá okkum, so tað bøtur um trivnaðin á tílíkum støðum. Men í onkrari heilt stórari bygd var ógjørligt at finna nakað at eta. Tað var ikki gott. Í onkrari aðrari bygd skortaði við gestablídni og tænastu, tá vit vildu keypa heitan mat, sum var til sølu. Vit vórðu bara ikki avgreiddar og tiknar í álvara. So tað er ymist, hvussu fólk taka ímoti okkum kring landið. Meðan fleiri smáar bygdir eru rættuliga deyðar, skapa FIFA vallirnir lív.

Onkrar atfinningar afturat falla við borið. - Við Slættaratind kundi til dømis verið upplýst nógv um gøtur og annað, halda tær og gera vart við at halgidagar fæst minst burturúr. Tá er alt stongt.

- Kirkjurnar eru eisini stongdar og vit vita ikki, hvør hevur lykilin. Onkuntíð hava vit spælt ferðafólk og tosað norskt ella týskt ein heilan dag, latið okkum í ein gulan regnjakka og lisið úr Turen gør til Færøerne. Hetta hava vit gjørt í spølni. Men so uppdagaðu vit at danska bókin er fín og sigur nógv um hvørja einstaka bygd og hvat har er at síggja. Og so hava vit hoyrt sagnir, til dømis um Rannvá í Skúvoy, tá vit gingu í Fagradali. Tað er veruliga nógv at fáa burturúr at ferðast í Føroyum!


Í dag hava tær verið í Trøllhøvda, har óhøgligt var at ganga upp úr einum rullandi báti og upp í ein brattan stiga, sum er einasti atkomuvegur. Vestmanna er næsta bygdin. Men best er at ganga einsamallar í haganum og bara hoyra fugl. - Í byrjanini høvdu vit iPod og eina rúgvu av tónleik við okkum, men tað sløktu vit skjótt fyri og vildu bara hoyra friðin í haganum. Er tað ikki ov bratt, er best í haganum. Brattasta higartil hevur verið Sverrishola og so úti í Hesti, siga tær tríggjar kring kaffiborðið.

- Vit vilja ráða øllum til at fara eina rundferðferð í egnum landi. Vit arbeiða til dagligt og hava fyrireikað rundferðina ógvuliga væl. Onkran dag hevur sólkrem verið neyðugt, men tá veðrið er ringt, so fara vit allíkavæl. Øll okkara frítið fer til hetta. Bestu ráðini høvdu verið at tikið frí og koyrt við kampingvogni. Hugsunarsamar leggja tær afturat, at tað er ongastaðni, at fólk kunnu siga, at tey hava verið á øllum støðum í egnum landi. Men tað kunnu vit skjótt!

Á Facebook profilinum Kring Føroyar 2011 siga tær: ‘Vit fara at venda hvørjari bygd á høvdið, og hyggja at, hvat tær hava at bjóða - summar hava meir, aðrar minni. Summarið 2011 ferð at verða nýtt og notið í náttúruni í Føroyum í regni, vindi, stilli, mjørka, vónandi ongum kava, men nógvari sól.' Her kunnu øll viðmerkja og fylgja við á teirra ferð kring landið.

Gott summar!


(Myndir: Birgir Kruse)